Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 20 Sosialurin Danjal av Rana Mentanarnáttin byrjaði í smáum í 2001 og hevur so so við og við ment seg til tað, sum hon er í dag. – Serliga seinni árini hevur hon ment seg nógv, millum annað í vavi, sigur Súsanna Sondum, sam­ skipari av mentanarnáttini. Eins og til onnur stór tiltøk í mið­bý­ num, so sum Jól í Miðbýnum og Umhvørvisvikuna, er tað Kunn­ ingarstovan í Havn, ið tekur ser av at samskipa alt. Ein kann siga, at tað er kunningarstovan, sum vísir býin fram vegna kommununa. – Ein stórur munur nú í mun til fyrstu árini er, at nú er ikki longur neyðugt at fara út og fiska eftir fólkið at taka lut á mentanarnáttini. Væleydnaða tiltakið seinastu árini hevur gjørt, at fólk fegin vilja taka lut í tiltakinum, og tað ger arbeiðið hjá okkum nógv lættari. Nú melda fólk og stovnar seg til í góðari tíð frammanundan, sigur Súsanna Sondum. – Øll royna tey at gera sítt til at vísa, at vit eiga eina ríka, fjølbroytta mentan her í høvuðsstaðnum, sigur hon. Hon dylur ikki fyri, at veðrið ofta spælir ein avgerandi leiklut í, hvussu væl tiltakið hepnast, men tað er tó ikki altavgerandi. – Eg havi skipað fyri nógvum til­tøkum í miðbýnum nú, allar ár­ sins tíðir, og eg lærdi skjótt, at tað nyttaði einki at bíða eftir veðrinum. Eg fái kortini einki gjørt við veðrið, so best er at skipa tiltakið óheft at veðurforsøgnini, sigur Súsanna Sond­um. Sjálv heldur hon tað vera serliga stuttligt at síggja allar stovnarnar og virkini, sum vanliga er afturlatin fyri almenninginum, opna dyrnar á mentanarnáttini. – Hetta eru bygningarn, ið fá okk­ara hava vanlig ørindi í og kanska ongantíð hava verið á gátt har, men hesa einu náttina opna tey dyrnar og bjóða okkum væl­ komnum inn um, sigur Súsanna Sondum, og nevnir Føroya Rætt sum dømi. – Rættarfundir eru jú aloftast al­mennir og ein og hvør kann koma inn. Tó munnu tey vera fá, ið taka av tilboðnum. Tì skipar Før­oya rættur í ár fyri einum pall­ settum rættarfundi, so øll hava høvi at koma og síggja, hvussu eitt rættarmál gongur fyri seg, sigur hon. Tað kann vera torført at greiða frá, hvat mentan er og somuleiðis er torført at seta orð á, hvat er mest serstakt við mentanarnáttini. Í ár hevur mentanarnáttin tó ein sterkan søguligan dám yvir sær. – Í ár verður skipa fyri fleiri søguligum gongutúrum. Óli Ja­cob­ sen greiðir frá úti í gamla kirkju­ garði, men aðrir gongutúrar eru úti á Reyni og á Tinganesi. Soleiðis fáa øll høvi at læra eitt sindur um gomlu Havnina, sigur Súsanna Sond­um. Súsanna Sondum heldur sjálv, at millum mest áhugaverdu støðini at vitja hesa mentanarnáttina, eru framsýningarnar í Íspakkhúsinum og í Öström. – Í Íspakkhúsinum er ein fram­ sýning hjá íslendsku mynda­ kvinn­uni, Sigga Ella, har hon hevur tikið myndir av 21 fólkum við Down’s Syndromið. Í Öström hava føroyskir sniðgevar sniðgivið hvør sína sofu, sum næmingar á Tekniska Skúla í Havn hava gjørt. Umframt hetta er nógv ymiskt til børn eisini, sigur hon. – Mentanarnáttin er eitt familju­ tiltak, har øll familjan kann vera saman um øll tiltøkini, sigur Súsanna Sondum at enda. Opnar dyr um allan býin Í samband við mentanarnáttina fríggjakvøldið skipar B36 fyri heilt serligum tiltaki, ið er ætlað til børn. Tiltakið verður beint uttan fyri Thomas Dam Intersport í mið­ býnum. Frá klokkan 19-20 er jongleri­ kapping á skránni. Aftaná hetta koma leikarar úr Effohópinum hjá B36 at vitja børnini og skriva autografar. Møguleiki verður tó hjá børnunum at stuttleika sær heilt frá klokkan 17-22. Ein sonevndur teknikvøllur, har børn kunnu sparka, og borðfótbóltur verður eisini á staðnum. B36 hevði eisini sama tiltak í fjør. Andrass Thomsen, samskipari í B36, greiðir soleiðis frá tiltakinum. Vit skipa fyri tiltakinum við tí endamáli, at børnini eisini skulu hava okkurt at fara til. Sama tiltak var eisini í fjør, og tað riggaði stak væl. Børnunum dáma eisini væl at hitta leikararnar úr Effohópinum. Andrass leggur afturat, at til­ takið er ein partur av stóra tiltak­ inum »Fótbóltur fyri øll«, sum er eitt stórt tiltak, ið ger um seg í øllum Evropa. Endamálið er stutt og greitt, at øll skulu hava tað gott og stuttligt við bóltinum. B36 skipar fyri barnatiltaki Mentanarnáttin hevur ein søguligan dám yvir sær og er eitt gott høvi at læra meiri um gomlu Havnina, sigur Súsanna Sondum, samskipari. Effoleikarar hjá B36 vitjaðu eisini í fjør uttan fyri hjá Thomas Dam Intersport Mynd: B36