Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 30 Sosialurin Vilmund Jacobsen – Í ár fara vit at seta ferðing í mið­ depilin á mentanarnáttini. Torgið á Kongabrúnni verður umskapað til eina lítla miðalhavsbygd, har vitjandi fáa møguleika at kenna seg aftur sum ferðafólk sunnanfyri. Tryggingarfelagið Føroyar sig­ ur, at tey hava skrýtt torgið, so tað rýkur av suðurlendskum stemn­ ingi. – Vit fara at bjóða ókeypis tapas- smakkiroyndir, miðalhavstónleik og gávulutir. Haraftrat verða um­ boð fyri ymiskar ferðaskriv­stov­ur á staðnum og bjóða serlig ferða­ tilboð, ið einans eru galdandi hetta kvøldið. Lagt verður aftrat, at felagið eis­ini fer at kunngera vinnaran av Instagram-kappingini, eins og myndir frá tryggleikakappingini verða sýndar fram á mentanar­ nátt­ini. – Vit síggjast á Kongabrúnni á mentanarnáttini, eru orðini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Torgið umskapað til miðalhavsbygd Tryggingarfelagið Føroyar fer at hava opið á mentanarnáttini frá klokkan 19 til 22 Hugnaliga umhvørvið í H. N. Jacob­sens Bókahandli í Havn verður eisini partur av mentana­ rnáttini fríggjakvøldið. Her verður hugnaløta í rúmi­ num, tey rópa stovuni, har rit­høv­ undarnir, Simona Midjord, Sólrun Michelsen og Sámal Soll, fara at lesa upp úr egnum verkum. Tónleikur verður eisini við Fróða Hansen og Boga á Borg. Tey, sum koma inn á gólvið í H.N. Jacobsens Bókahandli fríggja­kvøldið frá klokkan 20 fáa eisini kaffi og køkur. vilmund@sosialurin.fo - Torgið verður skrýtt, so tað rýkur av suðurlendskum stemningi, sigur Tryggingarfelagið Føroyar Upplestur, tónleikur, kaffi og køkur verður í H.N.Jacobsens Bókahandli fríggjakvøldið Vilmund Jacobsen Aftur í ár snýr ein áhugaverdur partur av skránni fyri mentanar­ nátt­ina seg um rundvísing á Lands­sjúkrahúsinum. Hetta er ein rundvísing, har tey, sum við eru, fáa at vita um virksemið á Lands­ sjúkrahúsinum. – Komið við starvsfólkum á Lands­sjúkrahúsinum og hoyrið áhuga­verdar søgur frá stovninum. Byrjað verður í reyða bygning­ inum á Eirargarði 16, og ferðin end­ ar í forhøllini. – Vit ganga gjøgnum psyki­atr­ iska økið. Vitjað verður á vaska­ rínum, og fólk verða leidd gjøgnum tunnilsskipanina og oman á Lands­ sjúkrahúsið. Lagt verður aftrat, at í for­høllini er framsýning av nýggja H-bygn­ inginum, og greitt verður eisini frá hesum. – Vit bjóða eisini gómagott í for­høllini, siga tey á Lands­sjúkra­ húsinum, sum skipa fyri rund­ vísingini á mentanarnáttini. Rundvísing á Landssjúkrahúsinum Á rundvísingini verður høvi at hoyra áhugaverdar søgur frá Landssjúkrahúsinum Rithøvundar lesa upp úr egnum verkum