Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 Sosialurin Mentanarnáttina er opið til kl. 22.00 Kringvarp Føroya letur eisini dyrnar upp á mentanarnáttini, og her byrja tiltøkini fríggjadagin klokkan 16.30 og halda fram til klokkan 22. Lagt verður fyri klokkan 16.30, har skemtarin, Jákup Veyhe, fer at leika brot úr Mórugøtu. Klokkan 17 verður fyrsta rundvísingin, og rundvísingar verða annars hvønn hálvan tíma. Úr skránni í kringvarps-húsinum fríggjakvøldið er eitt nú konsert við Konni Kass, ið vann Sement-kappingina, og Guðrið Hansdóttir fer eisini at syngja og spæla. Hesi tiltøk verða ávikavist klokkan 18.20 (Konni) og klokkan 19.30 (Guðrið). Sum kvøldið gongur, fer Morgunkórið at syngja, og eisini verður konsert við Sakarisi Joensen. vilmund@sosialurin.fo Kringvarpið bjóðar inn á gólvið Amnesty International verður eisini við á mentanarnáttini fríggjakvøldið, og her er adressan Gongugøtan í Havn. – Veitst tú, hvat ein hálv neyðtøka er? Tað er spurningurin, sum Amnesty International setir. Felagsskapurin bjóðar fólki framvið til ein ókeypis kaffimunn og eitt prát um revsilóg, neyðtøkur og um, hvussu Amnesty International heldur, at revsilógin skal dagførast.vilmund@sosialurin.fo Hvat er ein hálv neyðtøka? Tað byrjar í Norðurlandahúsinum klokkan 16.15, tá Kórið Kata syngur nakrar sangir í samband við at Summarframsýningin letur upp. Tey syngja aftur klokkan 16.40. Niðri í býnum spælir Rani Nolsøe nakrar sangir klokkan 17 í Smiðjuni í Lítluvík, sam­ stundis sum hann hugleiðir eitt sindur um sangirnar og lívið. Í TAKS á Skálatrøð spælir og syngur Ari Danielsen klokkan 18.00 og Havnarkórið syngur nakrar sangir klokkan 19.30. Í Kringvarpinum er konsert við Konni Kass klokkan 18.20, Guðrið Hansdóttir syngur og spælir klokkan 19.30 og konsert verður við Sakaris klokkan 21.30. Býurin fær eisini útlendska vitjan á ment­ anarnáttini og klokkan 18.30 syngur grøn­ lendska kórið Kuunnguaq á Vaglinum. Føroya Klarinettorkestur hevur konsert í Posthúskjallaranum klokkan 18.30, við tónum úr millum øðrum filmum og sangleikum. Í Tórshavnar Kvøldskúla í Pæsastovu syngur Guðrun Sólja klokkan 19 og 21, meðan harmonikutónleikur verður klokkan 20.00. Tutl skipar sum vera man fyri fleiri kon­ sertum. Klokkan 20.00 sæla Lív Næs og Tróndur Enni, klokkan 21.00 verður før­ oyskur dansur við Havnar Dansifelag og klokkan 23.00 spæla 200. Føroya Klarinettorkestur spælir ena klassiska konsert klokkan 21.00 í Mariu­ kirkjuni, Tórshavnar Brass Ensemble spælir í garðinum hjá Ríkisumboðnum klokkan 21.00 og Havnarkórið syngur summarið inn í Bojsesngarði klokkan 21.00. Sangløta verður í Ebenezer klokkan 21.00, við blandaðum kóri og manskórinum. Klokkan 21 er konsert í Reinsarínum við Marius Ziska, samstundis sum livandi tónleikur er í Hvonn. og útikonsertin uttan fyri Margarinfabrikkina við Sissal, Iron Lungs, Ranchus, Konni og Figment Dwells, byrjar eisini klokkan 21. Klokkan 21.30 verður livandi tónleikur við Lenu og Niclas uttan fyri Simme Musikkhús, og klokkan Klokkan 22.00 verður so konsert við tveimum íslendskum sangarum, Davíð Ólafsson og Stefán Helgi Stefánsson, sum fara at syngja kendar sangir undir Ting­ húsinum. Tónleikur á mentanarnáttini Klassiskur tónleikur, rokkur, kórsangur og 200. Okkurt er til hvønn tónleikasmakk mentanarnáttina Skálatrøð verður karmur um fleiri fram­ sýningar á mentanarnáttini. TAKS opnar dyrnar í nýggja bygninginum, meðan ein sofaframsýning er í ovaru høll í Öström.  Tað eru 12 føroyskir handverkssniðgevar, ið hava sniðgivið og gjørt sína egnu sofu. Næmingar á Tekniska Skúla í Havn hava bygt sjálvt stellið til sofuna, og síðani hava hesir føroysku sniðgevarnir tikið yvir.   Millum klokkan 17 og 18 vera snið­ gevarnir til staðar á framsýningini og høvi verður tá at hoyra teir greiða frá hugskotunum aftan fyri sofuna og tað tilfar, sum verður nýtt. Gestirnir fáa eisin høvi at seta sniðgevunum spurningar. Sofurnar í Öström Íspakkhúsið verður karmur um eina annar­ leiðis framsýning á mentanarnáttini.  Talan er um íslendsku myndakvinnuna Sigga Elin, sum vísir fram 22 myndir av fólkum við Down’s syndromi. Fram um alt eri eg, er heitið á framsýningini, sum sigur søguna hjá 21 fólkum við Down’s syndromi. Søgurnar vitna um fjølbroytni, um menniskju og um tøkniliga menning Myndirnar hava fingið nógva altjóða umrøðu, og hanga nú í Íspakkhúsinum aftan fyri Reinsaríið. Fram um alt eri eg