Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Simona Weihe Seinastu árini er úrvalið av vist­ frøðiligum vørum í handlunum økt nógv. Sjálv havi eg havt varhugan av, at serliga seinastu mánaðirnar er úrvalið eisini størri enn nakran­ tíð og tí meira sjónligt. Eg havi tosað við Bent Lunds­ gaard, sum er deildarstjóri í FK í Hoyvík, fyri at hoyra, hvussu teirra handil handfer hendan marknaðin. Hann sigur, at tey seinastu árini hava merkt ein størri og størri eftirspurning eftir vistfrøðiligum vørum. Hetta hevur sjálvsagt økt kappingin millum handlarar um at hava størsta út­boðið og lægstu prísirnar. Tá eg fari til handils, hvussu er so møguleikin at fáa vistfrøðiligar vørur? Eg hugsi alt frá frukt og grønmeti til vaskievni o.t. – Vit hava alternativ til flestu vanligar vørur. Tó er úrvalið størri í summum av handlum okkara. Fyrr varð sagt, at í Havn var størsti eftirspurningur. Men soleiðis er ikki í dag. Fleiri og fleiri velja vist­ frøðiligu vørurnar. Jú, so tú kanst siga, at tað ber at keypa tær flestu vørurnar. – Hugburðurin er týðiliga broytt­ur frá, hvussu hann var fyri bara einum tveimum árum síðan. Viðskiftafólk okkara leggja dent á góðsku og vraka í størri mun sokallaðu discountvørurnar, sigur Bent. Hvussu við GMO? – Vit keypa næsta bara frá COOP í Danmark, og eru á tann hátt væl fyri, tí COOP setur strong krøv til, at teirra vørur ikki mugu hava GMO. – Tá tað kemur siðbundnu fram­ leiðsluna av svína- og neyta­kjøti, so er trupult at garantera, at dýrini ikki hava fingið gmo-fóður ella at tað finnast restir av tí í kjøt­inum. – Vit hava tó gott úrval av vist­ frøði­ligum svína- og oksakjøti og høsnarungum, so tað ber til at tryggja sær gmo-fríar vørur. Prís­ irnir eru tó væl hægri á kjøtvørun­ um, men møgu­leiki er har. – Í januar í ár setti COOP í Dan­mark prísirnar 10% niður á vist­frøðiligum og um­hvørvis­ vinar­ligum vørum. Vit settu eisini prísirnar 10% niður. Hetta kom væl við hjá viðskiftafólki okkara, og hetta hava vit merkt serliga nógv á søluni av frukt og grønmeti. – Eftirspurningurin hevur stund­um verið so stórur, at hjá COOP hava tey stúrt fyri, um tey klára at nøkta eftirspurningin. Men tað hevur higartil borið til, hóast tað hendinga viku hevur staðið á at útvega onkra frukt og grønmeti. Vistfrøðilig egg hava vit tó ikki kunnað skaffað onkrar vikur. Framtíðin Hvat kunnu viðskiftafólk tykkara vænta sær komandi tíðina? – COOP, sum fyrr sagt, ið er okkara høvuðsleverandørur, gong­ ur á odda á danska marknaðin innan vistfrøðiligar og umhvørvis­ vinar­ligar vørur. So viðskiftafólk okkara kunnu gleða seg til og vænta enn størri og úrval av heilsu­ góðu vør­unum komandi árini. Og prísirnir verða helst eisini lægri, sigur Bent Lundgaard at enda. simona@sosialurin.fo – Viðskiftafólk okkara leggja dent á góðsku og velja í størri mun enn fyrr sokallaðu discountvørurnar frá, sigur Bent Lundsgaard, deildarstjóri í Føroya Keypssamtøku í Hoyvík HEILSA Umhvørvi og vistfrøði viga nógv GMO (Ílegumanipulasjón) Ein ílegumanipulerað kykna, stytt GMO, er ein kykna, sum tøkniliga er broytt við til dømis at hava fingið ílegu frá aðrari kyknu. Tað kann ofta vera frá kyknu, sum hon als ikki er í ætt við. Í land­búnaðinum verða plantur GMO-við­gjørdar, so tær verða harð­førari móti skaða­djór­um og týninga­revnum (pesticidum). Fyrsta GMO-avgrøðin varð dyrkað í USA í 1996. Tíggju ár seinni varð velt GMO-avgrøði í Agentina, Brasil, Kanada og India. í Europa dyrka m.a. Spania, Frakland, Portugal, Týsk­land og Kekkia GMO-avgrøði. – Viðskiftafólk okkara eru glað fyri okkara fjølbroytta úrval av vistfrøðiligum og umhvørvisvinarligum vørum, sigur Bent Lundsgaard Mynd: Álvur Haraldsen Vistfrøðilig matvøruframleiðsla • Dentur verður lagdur á at verja og betra fruktarbæri í jørðini • Handilstøð og týningarevni verða ikki brúkt • Húsdýr skulu hava umstøður til at liva eftir sínari íbornu atferð • Húsdýr skulu hava tað rúmsátt í fjósum og stallum • Húsdýr skulu hava møguleika at vera úti í náttúruni – á bønum, í høsnagørðum o.s.fr. • Tað er ikki loyvt at skurðviðgera, sum til dømis at klippa halan á grísum og fíla av nevinum á hønum • Reglugerðir gera heilivágsnýtslu til húsdýr sera avmarkaða • Ílegubroyttar plantur og smáverur (GMO) verða ikki brúktar • Brúkt verður so lítið sum møguligt av íblandingarevnum í tilgerð av vistfrøðiligum matvørum Kelda: LANDBRUG & FØDEVARER Nøkur av merkjunum, sum vistfrøðiligar vørur eru merktar við Spinat Í spinati er nógvar vitaminir, mineral og antioxidantar. Í grønu bløðunum er høgt innihald av evninum folat, sum kroppinum tørvar at framleiða protein. A-vitaminir fært tú í hesum fruktum og grønmeti: Appelsinum, gularótum, mandarinum, sitrónum, grapefrukt, abrikosum, brokkoli, ertrum, spinati, grønkáli, rósinkáli, persillu, grønum bønum, eggum, mjólk og osti. A-vitaminin styrkir holdið, hárið, negl og órinsverjuna. Kelda: Samvirke