Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eysturoyar Apotek • Mýravegur 6 • 620 Runavík • www.apotek.fo www.grafikmaster.fo ApotekAri til Eysturoyar apotEk Starvið apotekarin er leiðari á Eysturoyar apoteki og hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og menningini av apotekinum. apotek­ arin skal tryggja at kundarnir fáa best møguliga tænastu, og at tænasturnar á heilivágsøkinum støðugt verða mentar í mun til tørvin í samfelagnum. Har um­ framt skal apotekarin tryggja at bygn aður og góðska eru í samsvari við nútíðar krøv. tú verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, eins og at skipa menningina av Eysturoyar apotek frameftir. Høvuðsuppgávurnar hjá apotekaranum eru m.a. at: verða ovasti leiðari í Eysturoyar apoteki, og at verða bindilið millum landsapotekaran og starvsfólk á Eysturoyar apoteki ráðgeva landsapotekaranum o.ø., og vegleiða í spurningum innan heilivágsøkið hava ábyrgdina av at gera fíggjarætlanir fyri apotekið, og tryggja at hesar verða hildnar gjøgnum eina skilagóða raðfesting og stýring fremja skilagott samstarv og samskifti við landsapotekaran, starvsfólk og aðrar áhugabólkar innan heilivágsøkið tryggja at Eysturoyar apotek hevur eitt vælvirkandi leiðslutoymi, sum tekur neyðugar avgerðir ganga á odda, soleiðis at Eysturoyar apotek frameftir verður í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum innan heilivágsøkið Førleikakrøv krav til umsøkjaran: (samb. apotekslógina §7, stk 1 og 2) Hevur staðið danskt farmaceutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond. og í starvi frammanundan vorðin skikkaður til at standa fyri rakstrinum av apoteki. Vit vænta okkum at tú m.a.: hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ ella privata arbeiðsmarknaðinum við tínum leiðsluhátti skapar góðan trivnað og mennir starvsfólk og Eysturoyar apotek sum heild ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva ert sjónlig/ur á Eysturoyar apoteki og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og góð evni taka avgerðir, raðfesta og fremja ætlanir í verki hevur góð samskiftisevni í skrift og talu hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild Setanar- og lønartreytir starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og pharma­ danmark. Næsti fyrisetti er lands­ apotekarin, og tann ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til kjartan Mohr, landsapotekara á tlf.: 355200 ella við at senda ein teldupost til: landsapotekarin@apotek.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá apoteksverkinum: www.apotek.fo. Umsókn umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til: landsapotekarin staravegur 15 Fo­100 tórshavn og sendast við telduposti til: landsapotekarin@apotek.fo. Umsóknin skal verða landsapotekara- num í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31. juli 2015 kl. 12:00. Ætlanin er, at starvið verður sett frá 1. september 2015, ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eftir apotekara til eysturoyar Apotek Eysturoyar Apotek liggur í Runavík og veitir tænastur innan heilivág til Eysturoynna. Um­ framt at selja heilivág selir apotekið ein hóp av øðrum heilsufremjandi vørum og bjóðar viðskiftafólkinum heilsukanningar. Á Eysturoyar Apoteki starvast 17 starvsfólk. Fólkatingsval Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkatingsval hósdagin 18. juni 2015. Valt verður soleiðis 1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali og Hoyvík, á Hvítanesi og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi 2. Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum 3. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak 4. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði 5. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað 6. Fólk í Hesti og Koltri velja í bygdarstovuni í Hesti 7. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 9.00-20.00 og so leingi, veljarar møta uttan steðg. Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Snarskivuni, telefon 302010, til týsdagin 16. juni 2015, kl. 16.00. Samstundis verður sagt frá, at valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Um so er, at valkortið ikki er komið innan mánadagin 15. juni 2015, orsakað av t.d. bústaðarflyting, skal boðast Snarskivuni frá hesum sum skjótast, telefon 302010. torshavn.fo