Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevur tú útbúgving innan umsorganarfakið, t.d. sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, fysioterapeutur, ergoterapeutur ella aðra viðkomandi útbúgving, og hevur tú leiðsluútbúgving og/ ella royndir, so ert tú møguliga tann rætti/a at verða deildarleiðari hjá okkum. Vit ynskja ein deildarleiðara, sum: · Er savnandi og hevur førleika at stuðla undir at menna starvsfólkini, húsfólkini og virksemið sum heild. Hevur hjarta fyri eldri fólkum og tolsemi til at stuðla húsfólkunum og avvarðandi teirra. · Kann tryggja húsfólkunum røkt og umsorgan og sær týdningin av at skapa ein virknan gerandisdag við eitt nú samveru, nærleika og rørslu. · Hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar í arbeiðinum. Er fleksibul og hevur áræði at handfara akuttar støður. · Hevur umsitingarligar førleikar og er væl skipað/-ur. Hevur munnligan og skrivligan málførleika umframt telduførleika á brúkarastøði. · Sær týdningin av at geva sítt ískoyti til at menna førleikarnar hjá Heimatænastuni, millum annað í leiðslubólkinum. · Hevur tú hesar eginleikar, ert tú møguliga tann rætti/a til starvið, og vit gleða okkum at fáa umsókn frá tær. Áhugað, ið hava okkurt at spyrja um, kunnu venda sær til Kristinu T. Larsen á telefon 730204 millum kl. 14 og 18. Setanarviðurskifti Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran, verður limur í leiðslu- og visitatiónsbólkinum, og tekur við starvinum tann 1. august 2015 ella skjótast tilber. Starvið verður at seta sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Umsókn, saman við prógvi v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 16. juni kl. 12.00. Samrøður verða avgreiddar í viku 26 og 27. Umsóknin skal sendast til: Heimatænastuna – Kulibakki 8 - 520 Leirvík ella á teldupost: heimatanastan@eystur.fo Vit søkja eftir einum deildarleiðara til Vesturstovu og Doktarahúsið í Fuglafirði Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 46 ársverk, her av telja Vesturstova og Doktarahúsið 14 ársverk. Vit søkja eftir einum dugnaligum sølufólki. Hóskandi útbúgving er ein fyrimunur, men eingin treyt. Vit vænta, at tú ert kundavinaligur og fyrikomandi. Tú ert motiveraður og kann arbeiða sjálvstøðugt. Tú dugir at nýta teldu og hevur koyrikort til bil. Tú hevur eitt gott lyndi, ert smílandi og útvendur. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jógvan Højgaard á tlf. 23 55 00. Um P/f Wenzel Okkara mál í gerandisdegnum er at geva eina góða tænastu. Í dag arbeiða 18 fólk hjá P/f Wenzel. Fleiri teirra hava drúgvar royndir hjá Ford og Volvo í Føroyum. Skrivlig umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: P/F Wenzel Postboks 3043 110 Tórshavn Att: Jógvan Højgaard ella til jh@wenzel.fo Umsóknarfreist 22-06-2015 Hevur tú áhuga fyri tí nýggjasta nýggja í bilverðini og vilt geva okkara kundum ta bestu tænastuna, so er hetta starvið tað rætta fyri teg Ert tú okkara nýggja sølufólk? StarvSlýSing P/F WEnZEl Luksusbátur til sølu Carver Voyager Pilothouse 530 við allari útgerð Stødd: 53 føtur Árgang: 1999 Motorurin: 2x450 hk (bógv- og hekkuskrúvu) (siglt 700 tímar) Nýprísur kr. 7,6 mill SølupríSur fyrr 2,3 mill, Síðani 1,9 mill nú einanS kr. 1,3 mill Myndir og leikja til upplýsingar eru á http://hoej.me/boat.pdf Áhugað kunnu senda mail til: johoj61@hotmail.com