týsdagur 9. juni 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Grundlógardagurin er far
in aftur um bak – tín føð
ingardagur
babba.
Vit
minnast aftur á góðar løt
ur saman, har vit hildu føð
ingardag úti í náttúruni,
grillaðu við tjørnina oman
fyri Norðradal, Frammi við
Gjónna, í útoyggj og ikki
minst heima.
Væl
dámdi
tær
sel
skap, altíð so prátingarsam
ur og rokaligur.
Treivst væl úti í náttúr
uni og dámdi so sera væl at
fiska, taka náta og skjóta
haru.
Eitt
av
mínum
góðu
barnaminnum er, tá vit á
hvørjum sumri fóru fram á
trøðna við tjaldi og fangaðu
síl í ánni.
Í
1955
giftist
tú
við
mammu okkara Elisabeth,
saman
fingu
tit
okkum
trý Bjarna, Annu og Hjørd
is. Millum Bóla høvdu vit
nøkur góð ár, til sorgin
vitjaði,
mamma
gjørdist
sjúk og doyði í 1973, bert 43
ára gomul. Tað var ein dygg
ur smeitur fyri okkum øll, tú
lærdi okkum, at vit máttu
víðari og ikki geva upp.
Í 1984 giftist tú við Anne
fíu og flutti til Vestmanna, og
sera stuttligt var tað, tá tit
í 1986 fingu Elisabeth. Eisini
gleðast vit um samband
ið, vit hava við Kára.
Ungur
fór
babba
til
skips. Í 1962 keypti hann,
saman við øðrum, Eirik
Jall, sum við sínari søgu
seinni
varð
nevndur
Suffía mostur. Fyrst í 1970
fór hann út at sigla, eisini
var hann við í Star bátunum
og seinnu árini sigldi hann
við Strandferðsluni. Hann
var við at stovna Kollafjarð
ar Bjargingarfelag og sat í
bygdaráðnum tá nýggi skúl
in varð bygdur. Tjóðveldis
maður var hann um ein háls
og bar fram sínar tjóðskapar
ligu meiningar, har hann
kundi.
Eftir eitt hendingaríkt
lív, byrjaði minnið at bila,
so seinastu tvey árini var tú
á Grønanesi, har tú hevði tað
gott, passaður av sera fittum
starvsfólkum og ikki minst
Annefíu, sum var um teg
hvønn einasta dag.
Øssur av Steinum túsund
tøkk fyri eina áhugaverda
hugleiðing á Grønanesi um
barna- og ungdómsár hjá
babba og familju hansara.
Marjun í Kálvalíð, hjart
ans tøkk fyri eina sera
góða gravtalu.
Poul
Færø
tær
takki
eg hjartaliga fyri, at tú
lýsti tykkara vinarlag bæði
tímiliga og andaliga.
Eisini tøkk til tykkum
mongu sum mintust hann á
ymiskan hátt.
Hvíl í friði góði babba.
Minningarorð um Janus Petersen
Føddur 05.06.1928 – Deyður 23.11.2014
Lat akker falla! Eg náddi havn –
farvæl, tú brúsandi bylgja!
Eg trygt meg leggi í Jesu favn,
hans, sum mær her vildi fylgja.
Og kendar røddir meg blíðar kalla,
sum akker míni so stilt nú falla,
við lívsins ljósu, føgru strond.
Anna
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum, sum vóru við
at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá mær.
Nanna Skála
Tøkk
Eg takki hjartaliga øllum sum vóru
við til at gera mín 85 ára føðingardag
so serligan. Takk fyri gávur, blómur
og heilsanir. Og ein serlig tøkk til míni
nærmastu fyri alla hjálpina.
Hildigarð Nattestad, Hvalba
80 ára føðingardagur
Mánadagin 15. juni verður
Hans Olaf Andersen í Lopra
80 ár. Dagurin verður hildin
í Frelsunarherinum í Vági
leygardagin 13. juni frá kl
14 til 20. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 25. juni verður
Gudmund Niclasen 80 ár.
Dagurin
verður
hildin
í
heiminum sama dag frá kl.
18 til 22. Øll eru hjartaliga
vælkomin at heilsa uppá og
til ein bita.
Brúdleyp
Leygardagin 1. august gift
ast
Ingrid
Mellemgaard,
Argir, og Bergur Andreasen,
Hoyvík. Vígslan verður í
Hoyvíkar kirkju kl. 16.00.
Opið hús verður í Viðargøtu
2, Argir, frá kl. 18.00. Tey, ið
ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum, verða vin
arliga biðin um at siga frá
innan 18. juli á tlf. 215609
(Ingrid),
235609
(Bergur)
ella
senda
teldupost
til
imellemgaard80@gmail.com
Brúdleyp
Leygardagin 13.06.15 verða
vígd í Vesturkirkjuni kl.
13.00 Jessica Escala Deliso,
Batangas City og Christoffur
Dam,
Kollafirði.
Veitslan
verður fyri innbodnum.
70 ára
føðingardagur
Mikudagin 10. juni verður
Guttorm Zachariasen,
Tórshavn, 70 ár. Dagurin
verður hildin í KFUK frá
kl. 18.30. Vælkomin.