Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Gilli Sørensen hevur fingið fótin fyri seg í danska Superligafelagnum, AaB. Nú er hann til reiðar at fáa sítt gjøgnumbrot á landsliðnum Gilli fingið sítt Tróndur Arge Í fleiri ár hevur Gilli Sørensen ar­beitt hart aftanfyri leik­ tjøldini. Bæði í Aberdeen og AaB. Umvegis ein túr aftur til TB og B36, tykist skjóti vong­urin endiliga hava fingið sítt gjøgnumbrot. Hann spældi fullan dyst móti FCK í Parkini og hevur ver­ið innskiftur nógvar teir seinnu dystirnar. Hóast AaB og Gilli eru fyri venjaraskifti í felagnum, so er Gilli bjartskygdur um fram­tíðuna, sum nú sær nógv ljósari út. Nú vónar hann eisini at fáa sítt gjøgnum­brot á landsliðnum. Langur vegur á mál Gilli ásannar beinanvegin, at hann ikki er komin á mál. Hann er bara komin eitt stig víðari á leiðini, men hetta er eitt stórt stig. Eitt er at koma til eitt felag sum AaB, men at sleppa upp í part og vinna álitið frá venjaranum er nakað heilt annað. – Tað er nógv stuttligari at venja nú. Alt er lættari og venjarin tosar eisini nógv meiri við meg, tí nú eri eg ein partur av liðnum, greiðir Gilli Sørensen frá. Hann er eitt sindur iva­ samur um hann skal kalla sein­astu mánaðirnir eitt gjøgnum­brot, men ásannar at tað er eitt stórt stig á leið­ ini. Kent Nielsen hevur júst takkað fyri seg sum venjara. Nýggjur venjari verður Lars Søndergaard. Tað er ikki nakað, ið ræðir Gilla. – Tað er fínt, at tað kemur ein nýggjur venjari. So má eg bara eisini prógva fyri hon­um, at eg eri góður nokk, sigur Gilli. Bakkur, vongur og áleypari Umframt at Gilli hevur havt eina skiftandi yrkisleið, har hann í tveimum førum var í Aberdeen og síðani í tveim­ um feløgum í Føroyum, áðr­enn hann fór til AaB, so hev­ur hann eisini roynt eitt sind­ur av hvørjum á vøll­ inum. Stóra einstaka gjøgnum­ brotið kom í Superliga­dyst­ inum móti FCK í Parkini. Tá fekk Gilli sín fyrsta dyst frá byrjan. Kent Nielsen, venjari hjá AaB, setti tvøramannin á vinstra bakk. – Tað er ein avbjóðing at spæla á fleiri plássum. Eg havi fyri tað mesta spælt á vinstra vongi, men havi eis­ ini spælt áleypari og nú eri eg á vinstra bakki, sigur Gilli Sørensen og leggur afturat; – Eg trívist best á vinstra vonginum, men verið eg biðin at spæla á vinstra bakki, so geri eg tað. Tað er eitt avbjóðandi pláss og sum tú kanska sást móti FCK, so er mín stryki ikki í verju­ spæl­inum, men í fram­rætt­ aða spælinum, sigur Gilli. Landsliðið er uttan Viljorm Davidsen til lands­ dyst­in móti Grikka­landi. Viljormur hevur verið fastur mað­ur á bakkinum seinnu ár­ini og tí skal nýggjur mað­ ur spæla á vinstra bakki. – Eg eri til reiðar at spæla har, sum Lars Olsen vil hava meg at spæla, sigur Gilli Sørensen. Í samráðinum við AaB Gilli skifti um ársskiftið 2013- 2014 til danska felagið frá B36. Tá var mett, at prísurin lá um 150.000 krónur. Nú er sátt­málin við AaB um at ganga út, men partarnir eru í sam­ráðingum um leingja sam­starvið. – Status er í løtuni, at vit tosa saman um hvat skal henda, sigur Gilli, sum ikki tykist fjala, at hann ynskir at halda fram. Tað er eitt stórt framstig fyri Gilla um samstarvið verð­ur longt. Tað er torført at fáa ein sáttmála við eitt so stórt felag, men at leingja sátt­málan er uppaftur verri. Tað mekrir, at AaB sær ein super­liga spælara í Gilla. Vón­andi er hetta byrjanin til eitt landsliðsgjøgnumbrot hjá Gilla. trondur@sosialurin.fo landsliðið fótbóltur Leygardagin 13. juni 2015 Undankappingardystur - Tórsvøllur, Tórshavn føroyar vs Grikkaland Gilli longt við AaB Gilli Sørensen og AaB hava longt sáttmálan fram til 2018 AaB kunngjørdi, júst sum blaðið fór til prentingar, at felagið hevur longt sátt­ málan við føroyska lands­ liðs­spælaran Gilla Søren­ sen. Sáttmálin gongur nú fram til juni ultimo 2018. – Gilli hevði fleiri skað­ar at dragast við í byrjan­ini, tá hann skifti til Aab. Nú hevur hann verið skaða­ fríur í eina tíð og tað sæst aftur á avrikunum. Vit hava eina vón um, at Gilli kann halda fram við at menna seg. Serliga er tað nógva ferðin, sum ger tað torført hjá mótstøðuliðnum, at hann fáa bilbugt við, sigur Allan Gaarde, ítróttarstjóri í AaB. 22 ára gamli Gilli Sørensen hevur spælt 10 dystir AaB. Rólantsson á ryggin Gilli Rólantsson Sørensen fer ikki longur at spæla við »Sørensen« á rygginum Heimasíðan hjá AaB boðar frá, at Gilli heldur fram at vera nummar 15, men tað kemur ikki longur at standa »Sørensen« á rygg­inum. Heldur kemur at standa »Rólantsson«, sum er millum­navnið hjá Gilla. Sjálvur er Gilli fegin um nýggja sáttmálan. – Eg veit, at AaB trýr upp á meg. Eg eri sera fegin um nýggja sáttmálan við hetta felagið, sum hevur so fan­tast­iskt samanhald, sigur Gilli við heimasíðuna hjá Aab. Gilli hevði ávísar trupul­ leikar í byrjanini orsaka av skaðum. – Byrjanin í felagnum var eitt sindur óheppin, men so hvørt eg fekk sjálvs­álit eri eg sannførdur um at mín tíð nokk skal koma. Málið er sjálvandi at fáa meiri spælitíð og eg eri svangur eftir at vísa mítt virðið fyri nýggja venjara­ num, Lars Søndergaard, sigur Gilli Sørensen við heima­síðuna hjá AaB. Gilli skifti um ársskiftið 2013-2014 til AaB frá B36. trondur@sosialurin.fo