hósdagur 11. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
8
PERSÓNSSØGA
ið stendur aftan fyri mylnuna og
sópar túnið.
Trý ár seinni kom djevulin á gátt at
heinta sítt. Dóttirin, ið hevði livað
reint og tilbiðið Gud seinastu trý
árini, hevði baðað sær, latið seg í
hvít klæði, og stillað seg inn í ein
hvítan ring. Hennara reinleiki gjørdi,
at djevulin ikki kundi fáa fatur á
henni.
Óður vendi hann sær til mylnaran
og gav honum boð um, at gentan
skuldi haldast burtur frá vatni,
so hon ikki fekk vaskað sær,
inntil hann kom eftir henni aftur,
morgunin eftir.
Morgunin eftir kom djevulin eftir
gentuni, men tá hevði hon grátið
so nógv, at tárini høvdu vaskað
hendur hennara reinar. Djevulin
kundi tí ikki taka hana, men gav
mylnaranum greið boð.
– Sker hendur hennara av, annars
fái eg ikki fatur á henni. Um ikki, so
taki eg teg í staðin, segði djevulin.
Hann so gjørdi og skar hendurnar
av dóttur síni. Djevilin kom tá á
triðja sinni, men aftur hesa ferð
hevði gentan grátið so mikið, at
tárini høvdu reinsað stubbarnar.
Djevulin mátti tá geva upp og fara
tómhentur avstað.
Dóttirin valdi at fara frá mylnuni
og út í skógina at búgva. Hon
møtti einum kongi, tey giftust og
gentan gjørdist við barn. Djevulin
ynskti tó enn at særa hana, og
meðan kongurin einaferð er í kríggi,
fekk hann tað at tykjast, sum at
kongurin vildi gera enda á gentuni
og barninum. Hon varð tó bjargað
av móðir kongsins, sum sendi hana
út aftur í skógina. Og har, undir
verju eins eingils, byrjaðu hendur
hennara at veksa út aftur. At enda
varð misskiljingin tó staðfest, og
kongurin, sum elskaði gentuna yvir
alt, fann hana úti í skóginum og
førdi hana heim aftur til slottið.
– Heilt ítøkiliga, tá eg fekk gø í hend
urnar, og ikki kundi spæla longur,
ikki kundi skapa longur, og tá røddin
fór, og eg ikki kundi syngja longur,
upplivdi eg tað sum, at Djevulin skar
hendurnar av mær, sigur Búi Egason
Dam.
Við tíðini endaði hann í Keyp
mannahavn, við sambúgva, barni og
lovandi yrkisleið innan leikstjórnan.
– Tað eru nú fýra ár síðani, at eg
skilti, at alt var ikki, sum tað átti at
vera. Eg var ónøgdur. Eg fann onga
nøktan í nøkrum, eg tókst við. Yvir
eitt ár, tvey, kanska, byrjaði eg at
broytast. Eg fekk ilt við at hugsa.
Eg fekk forstoppilsi. Eg hevði onga
seksualdrift longur. Alt tað, sum eg
virðismetti, alt tað, sum gjørdi meg
til eitt menniskja – at eta góðan mat,
var óbehagiligt, eg kundi ikki skapa,
tí eg fekk ikki hugsa, gleðin frá
seksualdriftiin var burtur – alt hetta
hvarv, alt bleiv tómt, greiðir hann frá.
Leitaði til yoga
Búi Egason Dam greiðir frá, at hetta
setti eina andaliga tilgongd í gongd,
eina leitan eftir meiningini við
lívið. Eins og gentan, ið hevði mist
hendurnar leitaði inn í skógin, leitaði
hann inn í seg sjálvan.
– Stutt framman undan at eg
gjørdist sjúkur, varð eg byrjaður at
gera yoga, og tað var hagar, eg leitaði
nú. Í yoga fann eg aftur tað, sum
eg alla tíðina hevði leitað eftir. Eitt
samband, inni í mær og uttan fyri
meg, við eina megi. Onkur vil kalla tað
Gud, onkur Tilvitan, onnur Sjálvi. Tað
er ein megi, sum eg ikki heilt kann
greiða frá, sigur Búi Egason Dam.
Hann greiðir frá, at í yogaini finn
ur hann ein tryggleika, eina styrki,
sum ger, at hann megnar upp- og
niðurtúrarnar.
– Yogiska tilgongdin er ikki lutter
idyll, sum man sigur. Alt verður ikki
gleði og gaman beinanvegin. Yogan er
ein reinsan av kropp og sinni, og tá tú
fert undir at reinsa títt sinn, kemur
nógv upp til yvirflatuna. Kenslur
frá barndóminum, sum tú hevur
skúgvað til viks, koma fram aftur. Tað
botnleysa dýpið, sum tunglyndi er, er
eisini til staðar, men gjøgnum yoga
læri eg at koma víðari. Tað er torført,
men hetta sambandið, eg havi funnið,
ger, at eg vil hesa tilgongdina, sigur
Búi Egason Dam.
– Nú tá eg hyggi aftur haldi eg, at
tunglyndi er sum eitt fræ, sum liggur
í tær, sum tú mást ígjøgnum fyri at
menna teg sum eitt menniskja, at
læra hvør tú ert. Í ævintýrunum mást
tú vinna á trøllinum. Hjá mær er tað
tunglyndi, greiðir hann frá.
Í síni leitan, hevur Búi Egason
Dam nú fleiri ferðir verið í India.
Hann sigur, at honum dámar ómeta
liga væl India, og kanska serliga, at
hugsunarhátturin har er so nógv
minni tengdur at tí rationella.
– Í India eru tey nógv meiri
opin fyri tí, sum ikki kann greiðast
frá, sigur hann og heldur, at hesin
hugsunarhátturin líkist meiri tí, sum
vit høvdu í Føroyum áður.
Mugu ikki avmarka
hugflogið
– Í føroyskum søgum og søgnum
spæla huldufólk ein stóran leiklut, og
vit lesa nógv um til dømis hamferð.
Áður trúðu fólk, at slíkt kundi henda
og kanska hendi tað veruliga, sigur
hann.
Hann vísir á stuttsøguna
Mirakelet eftir William Heinesen. Í
hesi søguni dettur ein eldri, klænur
maður út gjøgnum eitt vindeyga, og
av tí at hann er vorðin so klænur,
tekur vindurin hann, og blæsir
hann til himmals. Ella soleiðis sær
deknurin, sum sær mannin detta, tað.
Sonur eldra mannin sær ikki mannin
detta, men finnur hann liggjandi
undir vindeyganum, og kemur til ta
niðurstøðu, at pápin er dottin niður.
– Tað veldst um sjónarmiðið, ein
hevur. Vit eru givin at undrast um
ting, ið henda, og tí eru vit eisini givin
at uppliva undrunarverd ting. Vit liva
nú í eini ein-dimensionellari verð, har
vit einans trúgva tí, vit síggja, sigur
Búi Egason Dam og heldur, at vit eru
fátækari av hesum.
– Við at avmarka, hvussu tú
upplivir heimin, avmarkar tú eisini
títt hugflog. Og við at avmarka títt
hugflog, avmarkar tú eisini, hvussu
tú upplivir heimin.
Búi Egason Dam er í hesum
døgum á veg av landinum. Alskurin
til tónleik gjørdi, at hann ongantíð
fekk sær eina miðnámsútbúgving og
tí leitar hann sær nú til Danmarkar
at taka HF.
– Síðani ætli eg mær at lesa før
oyskt á Setrinum. Føroyski søgu
arvurin er fullur av irrasjonellum,
gandakendum søgum, sum nema
við tað andaliga, og eg gleði meg til
at granska í hesum, sigur Búi Egason
Dam.
Í hesum døgum ferðast hann aftur
saman við Dánjali á Neystabø, við
nýggjari útgávu av Ævintýraferðini,
umframt at Budam fer aftur á pall í
summar.
– Eg skal spæla tríggjar konsertir
í summar, sum eg gleði meg til, men
eri ógvuliga spentur um. Hetta er eitt
greitt tekin um, at eg eri við at koma
fyri meg aftur, tí eg finni aftur gleði í
at skapa tónleik, sigur hann.
Tó at myrka dýpið enn fylgir
honum, so er eyðsæð, at Búi Egason
Dam hevur fingið vónina aftur og er
á veg út úr sínum persónliga helviti.
– Nú tá eg hyggi aftur haldi eg, at tunglyndi er sum eitt fræ, sum liggur í tær, sum tú mást ígjøgnum fyri at menna teg sum eitt menniskja, sigur Búi Egason Dam
Við at avmarka
títt hugflog,
avmarkar tú
eisini, hvussu tú
upplivir heimin«
Alt tað, sum eg
virðismetti, alt
tað, sum gjørdi
meg til eitt
menniskja hvarv,
alt bleiv tómt«