Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 12 Útlendingar og val TEMA g g BERT FØROY- INGAR Á TING Ongir útlendingar hava fingið sæti á tingi, hóast føroyska fólkasamansetingin talar fyri útlendskari umboðan á tingi MORTAN ØSTERØ S ambært Hagstovuni vóru 48.704 fólk skrásett at búgva í Føroyum 28. apríl í ár, og av hesum, eru ikki færri enn 5.517 fødd uttanfyri føroysku land oddarnar, sum seinni eru flutt higar. Av hesum eru 3.557 fødd í Dan- mark, harav fleiri helst eru børn av før oyskum foreldrum, ið vera fødd uttan fyri Føroyar undir arbeiðs- ella lestrar ørindum. Størsti parturin av tilfluttu før- oysku íbúgvunum – fyriuttan danir – eru eisini norðurlendingar. 242 av teimum búsitandi í Føroyum eru fødd í Íslandi, 178 í Noregi og 152 í Grøn landi. Verður hugt út um norður lond, er størsti bólkurin av fólki filips búgvar, sum eru fluttir til Føroya. Tey eru 130 í tali, og teimum á baki eru teilendingar við 114 fólkum. Stirvið Tað eru einans danskir ríkisborgarar – føroyingar, grønlendingar og danir – ið hava valrætt til løgtingið, uttan mun til hvussu leingi ein hevur búð ella rindað skatt í Føroyum. Veruleikin er sostatt, at ógvuliga fáir av føroysku tilflytarunum – ið ikki eru ríkisborgarar frammanundan – yvir høvur hava valrætt ella valbæri. Verandi lóggáva á økinum fyriskrivar nevniliga, at tilflytarar skulu gjøgnum serstakliga drúgvar mannagongdir til tess at gerast danskir ríkisborgarar og harvið fáa rættin at stilla upp og greiða atkvøðu til løgtingsvalið. Skal ein útlendingur søkja um var andi uppihaldsloyvi í Føroyum, skal hann fyrst hava uppihildið seg í Føroyum í minst trý ár, um hann er familjusamanførdur, og í sjey ár, um hann er í arbeiðsørindum. Hesi árini skal hansara fyribils uppihaldsloyvi endur nýggjast á hvørjum ári. Fær við kom andi játtað eitt varandi uppi- haldsloyvi, kann hann fast uppihalda seg í Føroyum, tó uttan rættin at greiða atkvøðu ella stilla upp til løg- tingsval. Ynskir hann at fáa valrætt og valbæri, skal hann hava uppihildið seg í minst 7-9 ár tilsamans í Føroy- um, til tess at hava grundarlag at senda danska statinum eina um- sókn um at gerast danskur ríkis borg- ari. Viðgerðartíðin av einari slíkari um sókn er vanliga 1,5-2 ár – væl at merkja, um øll viðurskiftini í um sókn- ini eru upp á pláss. Verður umsóknin gingin á møti, skal hon til beinleiðis samtyktar í danska fólkatinginum, har umsøkjarin hevur møtiskyldu. Ríkisborgarar betri útlit Hyggja vit at ríkisrættarstøðuni hjá einstøku borgarunum, eru ikki færri enn 47.422 av teimum 48.704 íbúgv- unum í Føroyum, skrásettir at vera danskir ríkisborgarar – altso borgarar í danska ríkisfelagsskapinum. Tey eru sostatt 1.282 í tali, sum hava Sendistova Føroya til Russ- lands, sum varð sett á stovn undir miklum rumbli nú í apríl, var eftir øllum at døma eitt barn av Visjón 2015« 47.422 Danmark 171 Ísland 125 Filipsoyggjar 110 Tailand 101 Noreg 68 Pólland 65 Rumenia 64 Serbia og Montenegro 53 Bretland 52 Ókent 1.282 íbúgvar uttan ríkisborgararætt 577 mannfólk 705 kvinnur 43.187 Føroyar 3.557 Danmark 242 Ísland 178 Noreg 130 Filipsoyggjum 114 Tailand 100 Bretland 68 Pólland 64 India 61 Rumenia 53 Suðurkorea 52 Serbia og Montenegro 48.704 fólk skrásett at búgva í Føroyum Kelda: Hagstova Føroya, 28. apríl 2015 Hagtøl Ríkisborgararættur Føðiland