hósdagur 11. juni 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
13
ríkisborgararætt uttan fyri danska
ríkisfelagsskapin. Størsti ikki-ríkis-
borgarligi bólkurin av fólki í Føroy-
um, eru teir íslendsku, sum eru 171 í
tali. Teimum á baki koma tey 125 úr
Filipsoyggjum og síðani teir 110 tei-
lendsku borgararnir.
Tað eru sostatt tey við donskum
ríkisborgararætti – í hesum førinum
danir og grønlendingar – ið mest
sann líkt kunnu taka sæti á tingi. Skal
tað vera meiri enn bert ein ástøðiligur
møguleiki fyri aðrar tilflytarabólkar
at sleppa inn um tinggáttina, skulu
lóg gávurnar um tilflytarar og valrætt
dagførast – møguliga eins lin og tann
hjá føroysku kommunum. Til tess at
fáa rætt til at stilla upp og greiða til
býráðsval í Føroyum, skal ein bert
hava búð í Føroyum í trý ár – her eru
eisini dømi um, at aðrir ríkisborgarar
hava fingið sæti.
Tinggáttin kann vera lág
Til løgtingsvalið í 2011, var valluttøkan
86,6 prosent – altso vórðu 30.552 at-
kvøðuseðlar greiddir. Størsti flokkur
gjørdist tá Sambandsflokkurin, ið
fekk 7.546 atkvøður – ella 24,7 prosent
av øllum greiddu atkvøðunum. Tey
fingu átta løgtingsumboð, og kravdu
so statt lægsta atkvøðutali fyri hvørt
valevni at sleppa inn um tinggáttina.
Eftir, at tað gjørdist greitt, at Sam-
bandsflokkurin slapp í sam gongu,
skuldu landsstýrissessir býtast út – og
tríggir av hesum fullu til uppstillaðu
valevnini hjá Sambandsflokkinum.
Sostatt slapp nummar 11 á listanum –
Jóna Mortensen – inn í Løgtingið fyri
161 atkvøður. Ímynda vit okkum, at ein
flokkur kemur í somu lyklastøðuna
sum Sambandsflokkurin, kann ein
íbúgvi av øðrvísi uppruna – ástøðiliga
– gerast løgtingsumboð fyri 161
atkvøður.
Framvegis eru tað einans føroy-
ingar, sum hava fingið sæti á løgtingið,
hóast fólkasamansetingin hevði
loyvt einari fjølbroyttari umboðan
á tingi. Tó eru fleiri viðurskifti, sum
skulu ganga upp í eina hægri eind,
fyri at fáa roknistykki at ganga upp.
Fyrst og fremst er tað burturvið at
vænta, at øll av sama uppruna hava
somu politisku áskoðan – altso, at
til dømis allir danar eru samdir við
tí eina dananum, sum stillar upp, og
so statt greiða hesum sína atkvøðu.
Á temasíðunum í Sosialinum í dag seta vit sjóneykuna á vantandi umboðanina av útlendingum í løgtinginum. Útlendingar
eru vaksandi partur av føroysku íbúgvunum, men stirvnar reglur fyri ríkisborgararætti forða teimum bæði at stilla upp og
at greiða atkvøðu til løgtingsvalið, hóast tey rinda skatt í Føroyum í longri áramál.
Framhald á næstu síðu