hósdagur 11. juni 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
14
TEMA Útlendingar og val
OV SJÁLDAN Á LISTUNUM
MORTAN ØSTERØ
E
inans í heilt fáum førum
er tað komið fyri, at
útlendingar hava verið á
vallistunum hjá politisku
flokkunum uppundir Løgtingsval.
Hóast lutfallið av útlendingum í
mun til føroyingar talar fyri eini
tingumboðan, hava teir framvegis
ikki fingið innivist í Løgtinginum.
Orsøkina til tess, heldur Ole Wich
vera ein grundleggjandi tørv hjá
føroyingum at hava eina hilling
av upphavi og tilhoyri hjá sínum
fólkavaldu.
- »Hvaðan ert tú?« og »hvør eigur
teg?« eru vanligastu spurningarnir
at seta hvørjum øðrum í Føroyum
og aðrastaðni. Munurin er, at í
Føroyum verður tann spurdi settur í
bás og ein givnan samanhang, so
skjótt hann hevur givið sítt svar. Í
stóran mun gevur tað fortíðini hjá
viðkomandi alt ov stórt vald fyri
hvat hesin kann avrika í framtíðini.
Við øðrum orðum kemur fortíðin
og familjuviðurskiftini hjá einum
føroyingi at avmarka framtíðina hjá
honum, sigur Ole Wich.
Eftir hansara tykki, kunnu
allar bólkingar av fólki – vegna
uppruna, aldur, tarn ella kyn – flyta
sjóneykuna burtur frá teimum
førleikum, sum hvørt einstakt
menniskja hevur at bjóða. Á tann
hátt, koma einstaklingar ikki til sín
rætt í føroyska samfelagnum vegna
umstøður og viðurskifti, sum tey ikki
sjálvi hava ræði á.
- Eru vit ov upptikin av fortíðini
hjá fólki, og legitimera teirra samleika
hendan vegin, so duga vit heldur ikki
at síggja hvar tey eru ávegis. Teirra
potentiali verður toga niður og læst
fast av fortíðini hjá teimum, og alt ov
nógv talent sleppur ikki til sín rætt í
føroyska samfelagnum, sigur hann.
Útlendingar útihýstir
Ein av bólkunum, ið ikki er bundin av
síni fortíð, eru tilflytarar – tað, sum
Ole Wich rópar »nýføroyingar«. Tey
koma til Føroya uttan lokal-føroyskt
upphav, og uttan at vera úr einari
familju, sum hevur eitt undangjørt
spjaldur um hálsin, ið eftirkomarar
arva. Tó, at tilflytararnir í ávísan
mun kunnu leypa fara undir nýggjar
verkætlanir og gerast mentanarberar
í føroyska samfelagnum, av tí, at
teir ikki verða avmarkaðir í sama
mun sum føroyingar sjálvir vera,
kemur hetta ikki til sjóndar í
tingmannaumboðanini.
- Óansæð hvussu nógv vit eru
og hvussu virkin vit eru í føroyska
samfelagnum, so standa dyrnar inn
í Løgtingið ikki eins opnar fyri okkum
sum fyri øðrum, sigur Ole Wich.
- Vit kunnu kjakast um hvussu
fólksliga umboðandi tann føroyska
politiska skipanin er. Tað tykist
vera ein »klan-skipan«, har hvør tú
ert og hvørjum tú ert í familju við
hevur stóran týdning fyri hvussu tú
verður viðfarin í politisku skipanini.
Á tann hátt verður politiska skipanin
í Føroyum nógv merkt av tjóðskapi,
tí tað ber tað yvirhøvur til hjá ikki-
føroyingum at gerast føroyingar,
sigur hann.
Sambært Ole Wich fella ógvuliga
nógv talent burtur á henda hátt, tí
útlendingarnir verða ikki eingongd
umhugsaðir, tá ið vallistarnir skulu
gerast klárir hjá teimum ymsu
flokkunum.
Vælintegrerað
At útlendingarnir ikki hava
miðsavnað seg um eitt umboð,
og lagt doyðin á vernd av teirra
minnilutarættindum, er als ikki løgi
úr sjónarhorninum hjá Ole Wich.
- Vit hugsa ikki upp á hendan
mátan. Tað er júst tað, sum ger
útlendingarnir í Føroyum somikið
vælintegreraðar – tað, at tey
møguliga eru ein minniluti í føroyska
samfelagnum verður ongantíð eitt
stýrandi element fyri tey. Tað fyllir
ikki nógv í teirra hugaheimi, at gera
krav upp á rættindi vegna teirra
uppruna. Heldur verður orkan
sett inn upp á at virka við teimum
førleikum tey hava í sínum umhvørvi
– hóast teirra uppruna, sigur hann.
Sjálvur ilskast Ole um, at hann
fær skotið í skógvarnar, at hann bara
kundi stilla upp av sínum eintingum.
- Eg eri ikki nakar politikkari. Her
er eitt evni, sum upptekur meg og eg
vil fegin kjakast um tað. Ein lækni,
sum diagnostiserar ein sjúkling við
einari sjúku, skal ikki sjálvur fáa
sjúkuna fyri at kenna sjúkuna og
rættvísgera sína diagnosu. Tí er tað
harmiligt, at mítt íkast til kjaki verður
pilka sundur við eini áheitan um
sjálvur at stilla upp. Tað tænir ongum
øðrum endamáli, enn at drukna kjaki
og flyta fokus frá tí, sum eg royni at
siga, sigur Ole Wich.
Fjølbroytni týdningarmikið
Ole Wich er av tí áskoðan, at eitt gott
samfelag, er eitt samfelag, sum brúkar
førleikarnar hjá sínum borgarum til
fulnar. Sum hann áhaldandi hevur
víst á, so eru bólkingar av fólkum
við til at avmarka einstaklingar og
førleikar teirra. Hann mælir til, at
vit flyta okkum fram um »kassa
hugsan« og læra okkum heldur
at síggja dygdirnar hjá fólki. Eftir
hansara tykki skuldu útlendingar
verið somikið natúrligir í føroyska
huganum, at eitt øðrvísi heiti fyri
hesi – so sum »nýføroyingur«,
»tilflytari« ella »útlendingur« - als
ikki var neyðugt ella til staðar. Hesi
skuldu bert verið »føroyingar« eins og
øll hini, sum liva og virka í føroyska
samfelagnum.
- Eg vóni veruliga, at flokkarnir
fara at stilla fleiri »nýføroyingar«
upp til komandi løgtingsval. Tað
er jú ikki bert valevnini, sum taka
støðu til uppstillingina, men oftani
eru tað flokkarnir, sum finna sær
valevni at stilla upp. Í Føroyum eru
útlendingar í hundraðtali, sum eru
úrmælingar og virknir borgarar,
ið saktans kundu verið dugnaligir
politikkarar, og vónandi fáa hesir
innivist á valevnislistunum, sigur
Ole Wich.
- Substansurin er tíanverri ikki
stýrandi í føroyskum politikki,
men heldur er tað hvør ein er, sum
er stýrandi. Eg plagi at siga, at eg
eri ikki nøgdur, fyrr enn eg síggi
eina teilendska løgtingskvinnu, ið
er stakur uppihaldari við trimum
børnum, sum leggur fram síni
áhugamál á egnum máli, ið verður
tulkað til føroyskt – uttan at nakar
heldur tað vera løgið. Tað er mín
dreymur, og tað haldi eg hevði gagnað
føroyska samfelagnum. Hvør veit,
kanska manglandi sambondini hjá
útlendingum við lokal-samfeløgini
í Føroyum høvdu ført við sær ein
veruligan landspolitikk, sigur Ole
Wich.
»Nýføroyingar« eru millum heimsins best integreraðu tilflytarar,
men alt ov lítið verður gjørt fyri at veita teimum innivist í politisku
skipanini í Føroyum, heldur Ole Wich, samfelagskjakari.
– Ein setursbygningur við tilhoyrandi lestraríbúðum hevði bæði styrkt munandi um lestrar
umhvørvið í Føroyum, og loyst ein stóran part av avbjóðingini við fólkafráflyting,
sigur Turid Christophersen, forkvinna í MFS. Loysnin stóð nevnd í Visjón 2015 og sama
uppskot skuldi staðið í nýggjari visjón, skuldi ein slík verðið gjørd fyri framtíðina
Við øðrum orðum
kemur fortíðin
og familjuviður
skiftini hjá
einum føroyingi
at avmarka
framtíðina hjá
honum«
Ole Wich
Seinasta løgtingsval, klistraði
Ole Wich hesi merkini á
valplakatir hjá valevnunum,
sum í alt ov lítlan mun hevði
útlendsk valevni. Tað tyktist
honum, sum um ein skuldi
vera av »røttum tjóðskapi«
til tess at stilla upp.
ÆTTARTINGIÐ