hósdagur 11. juni 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juni 2015
sosialurin 66
15
Jørgen Niclasen
Hava tit virknar nýføroyingar
kring flokkin?
– Ikki sum so, men vit vilja ikki gera
mun á fólkið. Fyri okkum eru øll líka,
so øll eru vælkomin bæði at arbeiða
fyri flokkin og at stilla upp.
Hvør er tykkara støða til at
fáa nýføroyingar á vallistan?
– Tey eru hjartaliga vælkomin at
bjóða seg fram. Tað einasta, sum er
týdningarmikið fyri okkum, er, at
tey sum koma á listan hava sama
boðskap, og somu grundsjónarmið
sum flokkurin.
Verða nýføroyingar
á listanum komandi
løgtingsval?
– Eg dugi ikki at siga enn, hvussu
okkara uppstilling kemur at síggja út,
tí sum nú er, er Fólkatingsvali okkara
fokus. Tað týdningarmesta er, at
valevnini hava felags grundhugsjónir.
Kyn, aldur og alt annað verða líka
miki.
Aksel V. Johannesen
Hava tit virknar nýføroyingar
kring flokkin?
– Tað eru onkrir nýføroyingar við
donskum uppruna, sum eru aktivir í
flokkinum í løtuni, men mær vitandi
er tað eingin nýføroyingur við øðrum
uppruna enn donskum, ið eru virknir
í flokkinum.
Hvør er tykkara støða til at
fáa nýføroyingar á vallistan?
– Til seinasta val høvdu vit ein
nýføroying við donskum uppruna
sum valevni á listanum hjá Javn
aðarflokkinum, ið bæði er giftur og
búsitandi í Føroyum, so tað hava vit
ongan trupulleika við.
Verða nýføroyingar
á listanum komandi
løgtingsval?
– Man skal bæði vera limur í flokk
inum og verða aktivur, fyri at
sleppa at stilla upp. Sum er, eru tað
bert føroyingar við føroyskum ella
donskum uppruna, ið eru tað. Tá tað
er sagt, eru øll, ið hava hug, sera væl
komin í flokkin.
Poul Michelsen
Hava tit virknar nýføroyingar
kring flokkin?
– Ja tað hava vit. Vit hava millum
annað samstarv við tvey folk í løtuni,
sum hava hug at arbeiða fyri flokkin,
og vit hava gjørt avtalur við tey, so tað
kann væl verða at vit koma at síggja
nakað til tey til komandi løgtingsval.
Hvør er tykkara støða til at
fáa nýføroyingar á vallistan?
– Vit hava uppliva áhuga frá ný
føroyingum, bæði til at verða aktiv
í flokkinum og til at stilla upp, og
vit hava sum flokkur eisini áhuga í,
at nýføroyingar verða ein partur av
flokkinum. Vit arbeiða í løtuni ímóti
at fáa nýføroyingar á vallistan, tí vit
halda tað er umráðandi at flokkurin
umboðan allar Føroyar og allar
føroyingar. Tað er sera umráðandi
fyri okkum at útlendingar verða
integreraðir upp á rættan máta, og
verða ein aktivur partur av okkara
samfelag. Vit sum samfelag verða
bara ríkari av, at føroyingar við øðrum
enn føroyskum uppruna verða inte
greraðir ordiligt í Føroyum, so at tey
fáa verið framleiðandi borgarar, og
kunnu luttaka í samfelagnum, tí tey
hava nógv at bjóða.
Verða nýføroyingar
á listanum komandi
løgtingsval?
– Eg kann siga somiki at vit hava verið
í práti við folk, og hava eisini fingið
folk ið hava víst áhuga. Sum, er hava
vit 14 valevni til Løgtingsvali, og vit
skulu hava 20. Um onkur av teimum,
ið vit eru í práti við stillar upp, so
verða nýføroyingar umboðaðir á
listanum. Eydnast tað ikki hesiferð,
verður tað heilt avgjørt næstu fer.
Høgni Hoydal
Hava tit virknar nýføroyingar
kring flokkin?
– Eg nokti at brúka orðið nýføroy
ingur. Eg meti ein og hvønn, sum
er fluttur til Føroyar fyri at liva og
virka her, at verða ein føroying. Eg
haldi ikki at vit skulu deila tað upp,
tí vit eru øll føroyingar. Tá ið vit
tosa um føroyingar, sum eru flutt til
Føroyar, við ymiskum bakgrundum,
so hava vit fleiri í flokkinum, ið taka
virknan lut. Trupulleikin hjá fleiri av
teimum er, at tey fáa ikki atkvøtt av tí
at tey ikki eru danskir statsborgarir.
Tey eru sera virkin í flokkinum og
í lokalfeløgnum, hóast tey ikki fáa
atkvøtt ella stilla upp til Løgtingsvali.
Hvør er tykkara støða til at
fáa nýføroyingar á vallistan?
– Hon er ógvuliga positiv, men tíverri
kunna tey ikki tað, um tey ikki hava
danskan statsborgaraskap. Vit hava
tó, til undanfarna løgtingsval, haft
eitt umboð, við øðrum uppruna enn
føroyskan, og vit hava onnur umboð
ið eru aktiv í okkara valfeløgnum.
Til komandi val, fara tit at
biðja nýføroyingar um at
koma á listan?
– Vit arbeiða ímóti at allir føroyingar
fáa somu rættindi til at velja. Tað er
eydnast til kommunuvali, men enn
er tað ikki eydnast til løgtingsvali. Vit
vilja hava at tað verður broytt soleiðis
at tí atkvøðurættur ikki er tengdur
at um tú ert danskur statsborgari,
men heldur skal man hava valrætt
og møguleika at stilla upp, um
man hevur búð eitt ávíst tíðarskeið
Føroyum. Feløgini biða folk um at
stilla upp runt umkring í Føroyum, so
tað er væl hugsandi at tað verða fólk
við ørðum uppruna enn føroyskum,
ið koma at stilla upp.
Jógvan Skorheim
Hava tit virknar nýføroyingar
kring flokkin?
– Í løtuni er onkur við og hjálpir
flokkinum, ið hevur tilknýti til
onnur lond. Eitt nú er onkur við eitt
nú teilendskum uppruna, ið partvíst
eru aktiv í flokkinum og velja flokkin.
Hvør er tykkara støða til at
fáa nýføroyingar á vallistan?
– Tað hevði verið orduliga deiligt at
fingið onkran nýføroying, ið hevur
føroyskan ríkisborgaraskap, at um
boða flokkin. Føroyingar við øðrum
uppruna hava eins stóran rætt til at
verða ein aktivur partur av føroyska
samfelagnum og politikkinum sum
øll onnur, men tíanverri eru tað so
nógv, sum enn ikki hava fingið før
oyskan ríkisborgaraskap.
Verða nýføroyingar
á listanum komandi
løgtingsval?
– Tað hevði verið ynskiligt at ný
føroyingar stillaðu upp fyri flokkin.
Vit hava ikki nakrar ætlanir enn
viðvíkjandi hvussu listin verður, men
vit ynskja ein breiðan lista, bæði tá
tað kemur til kyn og uppruna.
Jenis av Rana
Hava tit virknar nýføroyingar
kring flokkin?
– Eg haldi ikki.
Hvør er tykkara støða til at
fáa nýføroyingar á vallistan?
– Um tað er nakar við ørðum uppruna
enn føroyskum, ið hevur áhuga fyri
at stilla upp fyri Miðflokkin, so er tað
eingin trupulleiki. Í Miðflokkinum
eru øll eru vælkomin.
Verða nýføroyingar
á listanum komandi
løgtingsval?
– Vit hava ikki hugsa á handan hátt,
tí at vit hyggja als ikki eftir um tey,
ið ynskja at bjóða seg fram á listan
hjá okkum, hava ein annan uppruna
enn føroyskan. So leingi sum at tey
ið eru aktiv í flokkinum stendur inn
fyri tí, sum flokkurin ger, so eru øll
hjartaliga vælkomin. Tað einasta
kravi, ið miðflokkurin hevur til tey,
sum stilla upp á listanum er, at tey
standa inn fyri grundsjónarmiðunum
hjá flokkinum.
Kaj Leo Holm
Johannesen
Hava tit virknar nýføroyingar
kring flokkin?
– Í Sambandsflokkinum skilja vit
ikki ímillum hvønn upprunda før
oyingar hava. Eg havi tó ikki sæð
nógv av føroyingunum við øðrum
uppruna í politiska landslagnum, og
tað er harmiligt. Sambandsflokkurin
hevur um 6-7000 veljarir, og eg ivist
ikki í at nøkur av teimum hava annan
uppruna enn føroyskan.
Hvør er tykkara støða til at
fáa nýføroyingar á vallistan?
– Vit síggja ikki mun á føroyingum,
og vilja tí ikki gera mun á føroyingum
og nýføroyingar. Øll ið virka og liva í
Føroyum eru føroyingar, og tað kann
gera tað saman hvønn uppruna folk
hava.
Verða nýføroyingar
á listanum komandi
løgtingsval?
– Vónandi verður tað eitt breitt úrval
av fólkið á listanum hjá Sambands
flokkinum, bæði tá tað kemur til kyn,
hvar í Føroyum valevnini búsitast, og
hvønn uppruna tey hava. Vit síggja
tó ikki mun á Føroyingum, og øll eru
hjartaliga vælkomin í Sambands
flokkin.
Útlendingar og løgtingsval