Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 16 FÓLKATINGSVAL GERA OKKUM MINNI KNÝTT AT DANMARK DANJAL AV RANA S jálvstýrisflokkurin legði í morgun fram valskrá sína til fólkatingsvalið, og eingin ivi var um, at talan er um ein fullveldisflokk. Gjøgnumgangandi boðskapurin var, at Føroyar skulu gerast minni tengdar at danska búskapinum. – Vit fara ikki at nýta fólka­ tingssessin til at fíggja málsøki, sum vit hava yvirtikið og hava áburgd av. Vit skulu ikki liva av donskum olmussum, men samstarva á jøvnum føti við hinar partarnar í ríkinum, segði Jógvan Skorheim, nýggi formaðurin í flokkinum. Aftur og aftur varð nevnt, at føroyingar ikki skulu liva av donskum gávum og olmussu, men gerast minni og minni knýttar at danska búskapinum. – Ja, vit fara á Fólkating fyri at gera Føroyar minni knýttar at Danmark, og lata danir gjalda minni enn í dag, segði Jógvan Skorheim, tá beinleiðis spurdur um hetta. Tó so, flokkurin ætlar sær at troyta teir møguleikar, vit hava í ríkisfelagsskapinum, serliga tá tað kemur til gransking. – Vit fara tó at gera hetta í samstarvi við Danmark, sum ein javnbjóðis samstarvsfelagi í ríkinum, og nevndi møguleikan fyri samstarvi innan orku, vinnu, gransking og heilsuøkið. – Vit fara tó ongantíð at krevja, at danir skulu fíggja hetta fyri okkum ella gera íløgur fyri okkum á hesum økjum. Vit vilja bjóða teimum at byrja samstarv innan hesi øki í Føroyum, segði Jógvan Skorherim, og útilokaði heldur ikki møguleikanum at bjóða øðrum londum ella útlendskum fyritøkum upp í eitt samstarv, millum annað innan orkukervi. Sjálvstýrisflokkurin er, eins og allir hini føroysku flokkarnir, ímóti føroyskum ES-limaskapi, men vil kortini varðveita eitt tætt handils­ samstarv við ES. – Vit fara ikki at nýta fólka­ tingssessin til at arbeiða fyri føroyskum ES-limaskapi. Limaskapur er ein avgerð, sum vit skulu taka í Føroyum. Vit síggja, hvat limaskapur í ES ger við danskan politikk. Í veruleikanum hevur Danmark minni sjálvræði en Føroyar hava í dag. Tí mugu vit leggja frástøðu millum okkum og ES, segði Jógvan Skorheim í framløgu síni. Annars boðar flokkurin frá, at teirra fólkatingsumboð ikki fer at blanda seg í viðurskifti, sum ikki viðvíkja Føroyum. – Vit fara at nýta fólkatingssessin til at verja føroysk áhugamál. Vit skulu upplýsa danir um føroysk viðurskifti og annars umboða føroyingar í politisku skipanini í Danmark, segði Jógvan Skorheim. Hann vísti á, at føroyska heilsuverkið sendir nógvar føroyingar til Danmarkar til viðgerð og heldur, at fólkatingssessurin er ein góður møguleiki hjá føroyskum myndugleikum at tryggja, at hesir fáa tað viðgerð, teir hava krav um. Samstundis heldur hann, at ov nógvir føroyingar verða sendir til Danmarkar og at nakað av hesi viðgerð burdi verið flutt til Føroya. – Aftur her er eitt øki, har Føroyar kunnu gera seg minni tengd at danska búskapinum, við at minka um talið á føroyingum, sum verða sendir til Danmarkar til viðgerð, segði Jógvan Skorheim. Flokkurin ætlar sær ikki at leggja seg út í danskan politikk í so stóran mun, at flokkurin heldur ikki vil hava ávirkan á, hvør skal skipa stjórn í Danmark. – Vit vilja helst ikki gerast avgerandi atkvøðan undir eini danskari stjórn, tí vit vilja ikki blanda okkum upp í danskan politikk, segði Jógvan Skorheim. Sjálvstýrisflokkurin skilir seg tó frá hinum flokkunum á einum øki. Jógvan Skorheim bjóðaði frá, at Sjálvstýrisflokkurin fer ikki at taka ímóti donskum fíggjarligum stuðuli, um tað stendur flokkinum í boði. Flokkar, ið fáa fleiri enn túsund atkvøður til fólkatingsvalið, fáa 30,50 krónur um árið fyri valskeiðið, til politiska upplýsing. – Vit halda ikki, at tað er rætt at taka ímóti donskum fíggjarligum stuðuli til politiska upplýsing, og tí fara vit at taka av hesum tilboðnum, segði Jógvan Skorheim. Upprunaliga hevði Sjálv­stýris­ flokkurin avgjørt ikki at stilla upp til Fólkatingsvalið, men formansskifti herfyri, tá Kári P. Højgaard legði frá sær og Jógvan Skorheim tók við sum formaður, gjørdi, at hendan avgerðin varð tikin upp til nýggja viðgerð – Í samráð við baklandið í flokkinum, var so avgjørt at stilla upp til Fólkatingsvalið kortini, segði Jógvan Skorheim. Føroyar skulu sjálvar taka fíggjarliga ábyrgd og ikki liva av danskari olmussu, er høvuðsboðskapurin í valskrá Sjálvstýrisfloksins til fólkatingsvalið. SU og boligstøtte eru olmussa Vit eiga sjálvi at taka ábyrgd fyri, at okkara ungu kunnu taka eina útbúgving og tá helst í Føroyum, er boðskapurin hjá Sjálvstýrisflokkinum. DANJAL AV RANA Eitt av aðalmálunum hjá Sjálvstýrisflokkurin er at geva fleiri føroyingum møguleikan at taka útbúgvingar í Føroyum. Hetta skal millum annað gerast, við at betra um møguleikarnar fyri fjarlestri. ­– Vit ætla okkum at tala fyri øktum samstarvi innan útbúgvingar, um vit verða valdir á Fólkating, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrisflokkinum. – Heldur enn at útflyta næmingar, skulu vit innflyta lærarar ella í øllum førum útbúgvingar. Støðan nú er hon, at tað er gott at vera barn í Føroyum, og tað eru góðir møguleikar at vera vaksin, gerast gamal og doyggja í Føroyum. Men at vera lesandi og taka úbúgving í Føroyum er nærum ógjørligt, sigur Jógvan Skorheim. Tí vil Sjálvstýrisflokkurin seta sjóneykuna á útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum. Jógvan Skorheim vil vera við, at hetta eisini er góður loysinga­ rpolitikkur. – Føroysk lesandi í Danmark fáa danskan stuðul av alskyns slag. Tey fáa SU, tey fáa SU-ískoyti, um tey hava børn, tey fáa boligstøtte og ymiskt annað. Hetta er eitt slag av blokki, men sum ikki sæst aftur í almennu tølunum um danskar veitingar til føroyingar. Hetta er enn eitt slag av olmussu, sigur Jógvan Skorheim, sum tí vil flyta flest møgulig av hesum til Føroya, soleiðis at føroyska samfelagið gerst minni tengt at danska búskapinum. – Vit eiga sjálvi at taka ábyrgd av at rinda fyri okkara lesandi, sigur Jógvan Skorheim. Hann hevur tó enn einki boð um, hvussu føroyska samfelagið skal fíggja øktu útreiðslurnar av teimum føroyingun, sum lesa í Danmark. – Um vit fyrst vísa, at tað ber til at taka útbúgvingarnar í Føroyum, so fara onnur ting, so sum fígging til SU, lestraríbúðir og annað, at koma eisini, sigur Jógvan Skorheim, og vísti á, at fjarlestrardeplar eru settir á stovn bæði í Vági og í Klaksvík, umframt at tað longu er gjørligt at taka millum annað H.D. útbúgving á Handilsskúlanum í Tórshavn, í samstarvi við Århus Universitet. – Eg haldi, at vit kunnu skipa ein stóran part av tí hægra lestrinum í Føroyum sum fjarlestur í samstarv við lærdar háskúlar aðrastaðni. Tað eru sjálvandi vansar við at taka eina útbúgving sum fjarlesandi, men eru eisini ávísir fyrimunir við tí. Vit vita, at tey eru mong, sum gjarna vilja taka útbúgving sína í Føroyum, og tað er okkara skylda at veita teimum hendan møguleikan, sigur Jógvan Skorheim. Valevnini hjá Sjálvstýrisflokkinum eru: • Jógvan Skorheim Klaksvík • Poul Jákup Poulsen, Strendur