Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juni 2015 sosialurin 66 17 Mugu økja inntøkurnar Danjal av Rana R íkis­felags­skapurin skapar støðufesti, tryggleika og vælferð, er boðskapurin hjá Sambands­flokkinum, nú fólkatingsvalið stundar til, og man ikki onkur tanki eisini vera skonktur løg­tingsvalinum seinni í ár? Sam­bands­flokk­urin hevði týs­ morg­unin tíðinda­fund, har flokk­urin legði fram valskrá sína til fólka­tings­ valið, og eitt stendur heilt fast – Sam­ bands­flokk­urin er sam­bands­flokkur við stórum S. – Lat ongan iva vera um hetta: Sambandsflokkurin fer á Fólkating at útvikla ríkisfelagsskapin, ikki fyri at avtaka hann, legði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sam­bands­floksins dent á í framløgu síni. – Vit eru einast flokkur, ið fult gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum og vit fara ikki niður á fólkating fyri at avtaka fólkatingssessirnar, greiddi Kaj Leo Holm Johannesen frá. Hann segði eisini, at eingin ivi mundi vera um, at tað var ríkisfelagsskapurin, sum var grundarlagið undir góðu al­ tjóða kredittmetingini, sum Føroyar hevur fingið. – At útvikla ríkisfeaglsskapin fer at styrkja føroyska búskaparliga hald­føri, geva okkum eina enn hægri kreditt­meting og tí eisini eina lægri rentu á teimum lánum, okkum tørar sum samfelag. Sambandsflokkurin metir, at føroyingar hava best møguleika at menna vælferðarsamfelagið í ríkis­ felags­skapinum. – Komandi árini fara útreiðslurnar hjá landskassanum at økjast nógv. Komandi árini vera sera avbjóðandi hjá føroysku stjórnini, og tað verður tørvur á øllum inntøkum, sum vit kunnu fáa. Líka mikið um vit eru sambandsfólk, loysingarfólk, javn­ aðar­fólk ella tjóðveldisfólk, so fara góðar 750 milliónir krónur at mangla í ár­liga, komandi 50 árini, segði løg­ maður. Tað gjørdist tí greitt á tíðinda­ fund­inum í morgun, at Sambands­ flokkurin ætlar sær á Fólkating at sam­ráðast við danir um at hækka donsku ríkisveitingina til Føroya. – Vit fara ikki at seta tal á, sum vit gjørdu seinast. Ei heldur verður talan um at hækka blokkin beinleiðis. Vit fara tó at samráðast við danir, har vit greiða frá, at útreiðslurnar til til dømis serviðgerð og heilivág økja nógv og at føroyska heilsuverkið viknar orsaka av hesum, greiðir Kaj Leo Holm Johannesen frá, og minnir á, at heimastýrislógin ásetir at væl­ferðar­tænasturnar í ymisku pørtunum í ríkinum skulu vera á sama støði, so leingi økini ikki eru yvir­tikin. – Tey økini, sum enn ikki eru yvir­ tikin, fyrst og fremst heilsuverkið, pen­sjón­irnar og serforsorgin, eru øll øki, sum fara at tyngja føroyska búskapin nógv komandi árini. Tí ætla vit at fáa eina avtalu í lag við danskar myndug­leikar, um at fíggja part av hes­um útreiðslunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. – Tað er við at víðka samstarvið í ríkisfelagsskapinum, at vit kunnu skapa búskapar- og fólkavøkstur í Føroyum, segði hann. Sambandsflokkurin fer eisini at virka fyri at fáa betri handilsavtalur í lag við ES. – Okkara fólkatingslimur hevur víst á, at verandi avtala við ES kost­ar okkum sera nógv hvørt ár. Tí er neyð­ ugt við eini dagføring av handils­av­ tal­uni við ES, segði Kaj Leo Holm Johannesen, sum tó blankt avvísir, at flokk­urin er fyri føroyskum ES- lima­skapi. – Vit fara ongantíð av avhenda okk­ara fiskivinnupolitikk til Bruxelles, segði løgmaður í framløgu síni. – Ein nútímans atgongd til ES-marknaðin fer at skapa nýggj arbeiðs­pláss í føroysku vinnuni og styrkja føroyska búskapin, við tað at marknað­urin hjá føroyskum fiska­ fyri­tøkum serliga, fer at vaksa, segði løg­maður. – Sambandsflokkurin fer á Fólka­ ting fyri at hava maksimala ávirkan. Aðrir flokkar tosa heldur fjákut um, at teir skulu vera føroyska røddin á fólka­tingi. Sjálvandi eru vit allir før­oyska røddin, hvør onnur rødd skuldu vit verið, spurdi løgmaður retoriskt. Føroyska samfelagið stendur fyri álvarsomum avbjóðingum komandi árini og størsti trupulleikin er vaksandi gapið millum inntøkur og útreiðslur, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður fólkatingsval Veljarakanningin, sum Miðlahúsið kunngjørdi fyrr í vikuni, vísir, at Sambandsflokkurin liggur væl fyri at vinna annan fólkatingssessin. Um so verður, er sannlíkt, at Edmund Joensen verður aftur at síggja á fólka­ tingi komandi valskeið. – Sambandflokkurin fer niður at halda áfram á tí samstarvsleið, vit hava víst seinastu fýra árini, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur. Á tíðindafundinum hjá Sam­ bands­flokkinum týsmorgunin, varð víst á fleiri avrik hjá umboðið floksins á fólkatingi hetta valskeiðið, men sjálvur er hann ikki í iva um, hvat er tað størsta teirra. – At avtaka markaforðingarnar í ríkisfelagsskapinum, hevur uttan iva verið fremsta avrikið farna val­ skeið, sigur Edmund Joensen. Hann greiðir frá, at tað eru støður, har tað er sera torført, bæði hjá ein­stak­ ling­um og virkjum, at flyta millum lond­ini í ríkisfelagsskapinum, men at tað eydnaðist honum at samla politiska undirtøku fyri eini fólka­ tings­samtykt, um at avtaka allar hesar markaforðingar. – Nú verður arbeitt við eini loysn, har føroyingar kunnu nýta danskar stovnar í Føroyum, so sum ríkis­um­ boðið ella løgregluna, sum basu og tí fáa eitt danskt cpr-nummar. Hetta fer at gera tað lagaligari hjá føroyingum at flyta millum annað pensjónir við sær, tá teir flyta millum londini, greiðir Edmund Joensen frá. – Tað er eisini hendan avgerðin, sum slóðaði fyri, at føroyingar nú kunnu leita sær eftir starvið í Føroyum, meðan teir fáa arbeiðs­ loysis­stuðul úr Danmark. Eitt annað ítøkiligt dømi um hesar markaforð­ ingar er, at føroyingar hava ikki loyvi at eiga bil í Danmark, uttan so at teir hava eitt danskt cpr-numar, sigur Edmund Joensen. – Hendan fólkatingssamtyktin ger tað munandi lættari hjá føroyingum, bæði einstaklingum og virkjum, at flyta til Danmarkar ella at flyta aftur til Føroya. Avbjóðingin nú, er at fáa galdandi lóggávu og siðvenju at endur­spegla hesa samtyktina, og tað er eitt arbeiði, sum enn er í gongd, sigur Edmund Joensen. At strika markaforðingarnar er størsta avrikið Fleiri suðringar enn kvinnur á listanum Sambandsflokkurin stillar 14 fólk upp til fólkatingsvalið, men ikki kann sigast, at nøkur serlig javnstøða er á listanum. Av teimum fjúrtan, eru 12 mannfólk og tvey konufólk Tó so, teir eru ikki einasti flokkur, ið ikki hevur javnstøðu á listanum hjá sær, men tó er okkurt, sum ger, at ein undrast kortini. Av teimum 14, eru tey 12 kend frá dagliga politiska arbeiðinum. Kaj Leo Holm Johannesen er løgmaður, Edmund Joensen er fólkatingslimur, Bjørn Kalsø og Jóhan Dahl eru landsstýrismenn, meðan Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Bárður S. Nielsen, Reimund Langgaard, Gerhard Lognberg, Eivin Jacobsen, Rósa Samuelsen og Alfred Olsen eru ting­limir. Teir báðir síðstu, Niels Olaf Eyvindsson og Conrad Gaard Joensen, eru einastu valevnini til fólka­tings­valið, sum ikki eru partur av vanligu politisku mann­ ing floksins. Teir báðir hava tó eitt annað til felag, ið kann geva eina ábend­ ing um, hví teir báðir hava fingið pláss á listanum – teir eru báðir suðringar, eitt øki, sum ann­ ars hevði havt vána um­boðan á valevnislistanum. Tó so, nú eru tríggir suðringar á val­evnis­list­ anum, men framvegis einans tvær kvinn­ur, hóast tað búgva 4.647 fólk í Suðuroy og 23.511 konufólk í øllum landinum. danjal@sosialurin.fo Valevni: • Niels Olaf Eyvindsson Sandvík • Helgi Abrahamsen Strendur • Edva Jacobsen Fuglafjørður • Kaj Leo Holm Johannesen Tórshavn • Bárður S. Nielsen Vestmanna • Bjørn Kalsø Kalsoy • Reimund Langgaard Leirvík • Gerhard Lognberg Skopun • Eivin Jacobsen Sørvágur • Rósa Samuelsen Sandavágur • Edmund Joensen Oyrarbakki • Jóhan Dahl Fámjin • Alfred Olsen Saltnes • Conrad Gaard Joensen Vágur Mynd: Álvur Haraldsen