Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 18 KJAK KLUMMAN Eru vit um­ síðir errin av okkara egna? Í skrivandi stund eru tað júst fýra mánaðir síðani eg flutti heim aftur á klettarnar eftir loknan lestur í Danmark. Hóast míni ár í útlegd vóru á tremur við føroyskum viðurskiftum, og áhuga fyri føroyska samfelagnum, so er tað til tíðir trupult at meta um broytingar, rák og annað í Føroyum, um tú ikki ert til staðar. Nú eg eri her, og havi verið her eina tíð, er tað serstakliga eitt rák, sum eg eri so fegin um, hevur fingið kjølfest seg í so at siga allar endar og kantar í okkara vakra sam­felagið. Tað er stoltleikin av okkara egna, og drívmegin til at skapa tað, sum vit vilja hava. Eg minnist eina tíð, har almenna orðaskifti bar boð um, at vit føroyingar sóu tað sum ein vansa, at Føroyar eru smáar, fá ferðafólk koma hagar og veðrið er heldur ivasamt. Í dag nýta vit júst hetta at marknaðarføra okkum við út í heim. Eg minnist eina tíð, har vit ikki sóu nakran møguleika fyri at lesa ein av teimum mongu útbúgvingunum, sum ikki eru at fáa á Fróðskaparsetrinum. Í dag er ein vælvirkandi Fjarlestrardepil í Vági og í Klaksvík, og fjarlestrartilboð eru eisini aðrastaðni í landinum. Eg minnist eina tíð, har vit ikki trúðu uppá, at nakar fór at velja Føroyar til sum filmsland. Í dag vera standa vit á gáttini til at fáa Disney til Føroya. Eg minnist eina tíð, har vit hildu, at fiskur, tari og annar føroyskur matur var heldur óáhugaverdur í mun til tað útlendska. Í dag eru vit errin av okkara rávørum, og eru tær millum tær bestu í heiminum. Og soleiðis kann eg blíva við. Tann størsti fyrimunurin við at búgva uttanlands í nøkur ár er, at tú fært ein øðrvísi sjón uppá tað føroyska samfelagið. Hóast eg eri flutt aftur á klettarnar, so royni eg at tvíhalda um tað sjón, sum eg nú havi. Tann, sum vísur mær hvussu ótrúliga ríkt, spennandi og mennandi tað føroyska samfelagið er, og hvussu jaligt hetta orkugevandi rákið í veruleikanum er. Eg fegnist um at síggja, at vit umsíðir eru errin av okkara egna. Hvør veit - kanska hugburðurin í ali­vinn­ uni, fiskivinnuni, matvøruvinnuni, filmsvinn­uni, tón­ leikavinnuni, lestrarumhvørvinum, íverksetanar­um­ hvørvinum og aðrastaðni við kann leggja lunnar undir enn fleiri hugburðsbroytingar í hesum samfelagið. Jóan Petur Hentze, formaður Fyri Tórshavnar valstýri Sosialinum 5. juni 2015 hevur Heri Mohr í opn­um brævi til for­mannin í Tórshavnar valstýri sett spurning fram, um tað ikki er álvarsligt brot upp á galdandi reglur um avgreiðu av atkvøðum til alment val ella fólkaatkvøðu, tá hann í Snar­ skivuni í Havn ikki kundi koyra brævatkvøðuna í stongdan ella plomberaðan kassa til tess at tryggja loyniligt val. Í lógunum um val til løg­ tingið, val til kommunustýri og val til fólkatingið eru ásett neyv krøv og mannagongdir fyri atkvøðugreiðslu við brævi. Í lógini um val til fólkatingið er hetta ásett í kap. 8. Eitt nú er ásett, at sjálvur at­kvøðuseðilin verður lagd­ ur í brævbjálva fyri seg, síð­ ani verður undirskrivað og góð­kent eitt oyðublað, ið sam­an við brævbjálvanum við atkvøðuseðlinum verður lagt í ein størri brævbjálva, sum eisini skal útfyllast. At­ kvøðuseðil, brævbjálvar og oyðublað er alt tilfar, sum myndugleikarnir útvega komm­ununi, og tað er bert hetta tilfar, sum kann nýtast til at brævatkvøða við. Eisini er ásett eftirlit og hand­faring annars við bræv­ at­kvøðum. Kommunan let­ur alt tilfarið óupplatið til valstýrið. Valstýrið gjøg­ num­gongur innkomnu bræv­bjálvarnar og skal taka støðu til, um brævatkvøðan kann góðkennast ella ikki sam­bært krøvunum í lóg­ ini. Hetta verður gjørt við at eftirkanna størra bræv­ bjálv­an og oyðublaðið. Góð­ kendar brævatkvøður verða skrásettar út fyri navn velj­ arans í vallistanum. Harvið er staðfest, at viðkomandi veljari hevur valt. Tá valið á sjálvum val­stað­ num er liðugt, verð­ur á fyrsta sinni óupplatni brævbjálvin við atkvøðuseðlinum skild­ ur sundur frá oyðu­blað­ num, og tann enn óupp­latni brævbjálvin við at­kvøðu­ seðlinum verður koyrdur í atkvøðukassarnar, har vanligu atkvøðuseðlarnir eisini eru í. Øll hava tá valt loyniligt, og nú byrjar uppteljingin. Tá verður eisini á fyrsta sinni brævbjálvin við atkvøðu­ seðlinum latin upp. Leggjast kann aftrat, at Snarskivan tekur eisini ímóti brævatkvøðum, sum skulu til aðrar kommunur, har veljarin er á vallista, og í førinum við fólkatingsvali eisini til danskar kommunur, tí veljarar, sum velja skulu til fólkatingsvalið í Danmark, kunnu brævatkvøða úr Føroyum, t.d. í Snarskivuni. Nógvar av brævatkvøðunum, sum Tórshavnar kommuna fær, verða bornar kommununi av Posta. Eisini eru reglur um at velja við brævatkvøðu á skip­um. Samanumtikið, tá um bræv­ atkvøður ræður, so er tað ikki ein innsiglaður atkvøðukassi í Snarskivuni, sum tryggjar loyniligt val, men út í æsir lógar­ásettar mannagongdir. Ein atkvøðukassi í Snarskivuni til brævatkvøður vildi tí bert havt seremoniella meining. Meiningar og kjak Atkvøðugreiðsla við brævi KJAK Barbara Holm Bjarni Hansen blikksmiður Runavík H á t t v i r d u p o l i t i k ­a r a r , bæði tit, sum eru nú, og tit, sum koma aftan á løg­tings­valið! Eg fari at heita á tykkum at hugsa um eina lóg, sum var fyri nøkrum árum síðani, ið segði, at ein pensjónistur kundi fáa eitt lán til umvælingar av sín­um gomlu húsum – tað veri seg til tak, vindeygu og bjálving ella annað – men ikki kundu gjalda tað sjálvi. Tey kundu fáa eitt avdráttarfrítt lán, sum hvørki renta ella avdráttur skuldi gjaldast av. Tað skuldi bíða, til viðkomandi avhendaði húsini. Eg hugsi ikki um tey, sum hava ráð at gera tað sjálvi, men tey, sum ikki hava ráð. Til dømis ein einkja ella einkjumaður, sum hevur eitt tak, ið lekur, ella tað kann vera okkurt annað. Ein slíkur pensjónistur kann vera illa staddur, um hann ikki hevur ráð at fáa tað gjørt. Sjálvur havi eg eingi hús, men tað eru tey, sum hava henda trupulleika. Áheitan á politikarar Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo SAVNSMYND