Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 19 Frank Davidsen Tað hevur altíð ver­ ið aðalmálið hjá umboðum Javn­ aðar­flokksins á Fólkatingi at brúka teirra rødd til frama fyri áhugamálum okkara á Fólkatingi. Annars er tað eingin sum helst meining yvurhøvur, at lata seg stilla upp til Fólkatingið. Minnist sum ungur, hvussu ómetaliga lítlan fíggjarligan stuðul pensionistarnir fingu, tá ellisrentan triðja hvønn mánaða varð borðin út til pensionistarnar. Sjálvt um undirritaði ikki var komin til manns, so slapp ein av og á inn til politisku fundirnar, ella ein stóð í gongini, tá gamla dansistovan í Sørvági var stúgv­andi full til politiskar kjak­ fundir. Enn situr tað so rimmarfast í minninum tá politisku reystmenni Javnaðarfloksins Jóhan Nielsen og Petur Mohr Dam, ið nú liggja undir grønu torvu, greiddu frá teirra politisku aðalmálum. Eitt av teimum var, at fáa sett í verk, eina fólkapensión á sama støði, sum hjá donsku pensionistunum. So skjótt sum Javnaðarflokkurin fekk politisku leiðaluna úti í Tinganesi, skuldi hetta gerast veruleiki. Í 1958 fekk føroyski Javnaðarflokkurin av álvara høvi ti, at gera sín politik til veruleika. Aftan á at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu sitið við valdið, gav veljarin Javnaðarflokkinum eina dygga álitisváttan, soleiðis at flokkurin fekk 8 løgtingsumboð vald inn á Føroya Løgting. Og tað gekk ikki long tíð til, at áðurnevndu politiksu reystmenni floksins hildu tað lyfti, sum tey høvdu givið veljarnum undan løgtingsvalinum. Nevnliga at leggja lunnar undir eina nýggja pensiónsskipan, har føroysku pensionistarnir skuldu hava somu fíggjarlig kor, sum danskir pensionistar. Fíggjarligu korini hjá okkara pensionistum tá vóru syndarlig, orsaka av, at flokkarnir, ið høvdu sitið við valdinum, góvu sær ikki fær um korini hjá okkara gomlu og veiku. Heldur ikki gjørdu somu flokkar sær far um, at ellisrentan sum tey gomlu fingu triðja hvønn mánað, var ein háan imóti hesum bólki, sum hevði livað eitt harðbalið lív, uttan nakað veruligt fíggjarligt trygdarnet. Ja, tey gomlu kendu tað ikki sum eitt fíggjarligt ískoyti, men meira sum eina olmussu, sum als ikki var í námd við tað sum pensionistar í Danmark fingu. Hevði Javnaðarflokkurin ikki blandað seg og gjørt sína ávirkan galdandi, er stóri spurningurin nær fólkapensiónin hevði komið okkara pensionistum tilgóðar. Samstundis sum lága ellisrentan við politiskum hegni varð avloyst av eini nógv hægri fólkapensión, vóru eisini aðrar sosialar skipanir settar í verk, ið aðrir bólkar fingu ágóðan av. Afturat hesum varð avtala gjørd við donsku mynduleikar um at seta á stovn ein 60 millióna grunn, til endurnyggjan av føroyska fiski­ flotanum. Eitt risaframbrot, har knapp­liga peningur gjørdist tøkur til fiskivinnuna, soleiðis at tað upp á nøkur fá ár vóru 10 tals modernaðir stállínubátar bygdir. Bátar sum kollveltu føroyska fiskivinnu, tí nú vóru nærum eingi mørk fyri fiskiskapinum, har ikki bert vanligu nærleiðirnar vóru troyttar, men eisini fiskiskapurin tók rættuliga dik á seg við Grønland og New Foundland. Hevði Javnaðarflokkurin ikki gjørt seg galdandi mótvegis donsku stjórnini, varð kanska eingin 60 millióna grunnur settur á stovn, og harav føroyski fiskiflotin var stagneraður, við nøkrum goml­um slupp­um, sum álitið hjá heima­flot­ anum. Sitandi samgonga hevur sum sítt politiska aðalmál, at tær veikastu herðarnar skulu bera tyngstu byrðarnar. Nú nakrir krákumánaðir eru eftir av valskeiðnum, so letur samgongan okkara pensionistum, tað sum í peningi ikki so frætt svarar til ein mjólkapakka um dagin. Kropp á kroppi komu samgonguumboð upp á løgtingsins røðarapall at greiða frá, hvussu glað og takksom tey vóru yvir játtanina upp á 350 krónur um mánaðin til pensionistarnar, meðan tey samstundis játtaðu teimum á ovastu rók 10-20 falda tað í pensionistarnir fingu. Harafturat varð uppskotið súltað soleiðis, at pensionistarnir bert fingu hesa hækkan fyri seinra hálvárið 2015. Ikki nokk við tí, so hevur samgongan forskattað framtíðar pensiónir við eini milliard hetta valskeiðið til at gjalda skattalættan fyri. Samstundis er skatturin á pensiónum hækkaður úr 35% til 40%. Ein hækking har komandi pen­ sionistar koma at missa kr. 1000  um mánaðin, ella kr. 12.000 um árið. Seinasta byrða, ið er løgd á tær veik­astu herðarnar, er ein ósolidarisk pensiónsskipan, har teir veikastu bólkanir skulu gjalda til egna pensión, uttan mun til, um tey hava fíggjarligt rásarúm til at kunna gjalda. Frá at vera eitt solidariskt sam­ felag, er sitandi samgonga í ferð við at flyta okkum yvur til eitt ósolideriskt samfelag sum t. d. tað amerikanska. Har hava tey lægstløntu og miðal­ klassin ikki ráð til at gjalda, bæði húsalán og samstundis tryggja seg sjálvan. Um eg havi skilt tað rætt, so hava tey eina tímaløn uppá 7-8 dollars, ið svarar til nakrar og fjøruti krónur um tíman. Tað gevur so umleið kr. 1.800 um vikuna, ella kr. 7.200 um mánaðan. Við 35% í skatti hava hesir borgarar kr. 3.700 eftir til húsalán, pensión og aðrar fastar útreiðslur. Hetta er idealsamfelagið hjá borgarligu flokkunum, har loys­ unar­orðið er, minni skattur so verður meira peningur eftir til skatta­ borgarin. Hjá teimum múgvandi og feløg millióninga og milliarderana er skatturin 15%. Ein av heimsins ríkastu, milli­ar­ derurin Warren Buffet, hevur alment átalað skattapolitikkin í Amerika, og at tað líkist ongum, at skrivstovufólk hansara gjalda tvær tríggjar ferðir so nógv í skatti sum hann. Munurin ímillum okkara sam­ haldsfasta samfelag, har øll lyfta í felag, mótvegis Amerika har egoisman verður sett í hásætið, er óskiljandi fyri okkum. Og ein hevur ilt við at skilja støðuna hjá lág og miðalstætturin í Amerika er komin í, har tey antin mega selja húsini og gerast  húsvill, ella eru tey noydd brúka pensións­ pen­ingin  her og nú fyri at lívbjarga sær sjálvum. Latið okkum heldur fáa eina pensiónasskipan, har tann peningur, ið verður settur av til okkara pen­ sionistar verður lagdur oman á samhaldsfasta. Soleiðis at tað fram­ yvir verður ein samhaldsføst skipan, har goldið verður inn í mun til tað inntøku ein hevur. Heðin Mortensen borgarstjóri Havnarfólk kenna søg­una. Sein­asta stóra havna­út­ byggingin í Havn var liðug í 1997, tá uttasti partur av Molanum varð breiðkaður. Síðan er bygt út í Kollafirði og á Oyrareingjum. Men ikki so leingi gekk áðrenn tað varð staðfest, at tað ikki var nóg djúpt framvið eystara mola, at innsiglingin var ov lítil, at keiplássið - serliga um summarið - var ov avmarkað, at økið til trailarar og bingjur var ov lítið, at økið til pakkh­ús var ov lítið, og at økið til avgreiðslu av ferðafólki og bilum var ov lítið.   Staðfest varð tí, at einasti møguleiki at betra munandi um umstøðurnar á Eystaru Bryggju, var at leingja Molan og at víðka verandi økið suður og eystureftir. Tilmæli kom frá havnameistaranum um at gera byggiprogramm, gera árins­kanningar og hydrauliskar kann­ingar, útvega loyvi og gera fyri­reikingarnar. Vinnunevndin sam­tykti at taka undir við til­mæl­ inum, og 30. mai 2013 tók fíggj­ar­ nevndin einmælt undir við hesum!  Mundi Jógvan Arge tá atkvøða ímóti hesi ætlan??  Nei! Jógvan Arge atkvøddi fyri tilmælinum frá fíggjarnevndini. Hann atkvøddi eisini saman við meirilutanum fyri at velja limir og seta bygginevndina. Hann atkvøddi enntá ímóti einum uppskoti frá síni egnu partakvinnu um at beina málið í teknisku nevnd. Síðan hevur málið koyrt fullkomiliga eftir bókini við borgarafundi og hoyringum, tveimum byggisamtyktum, al­ mennum býráðsfundum, loyvum o.s.fr. So hetta hevur í veruleikanum verið ein tann mest demokratiska prosessin, sum býráðið hevur gjøgnumført.   Hevur Jógvan Arge so verið ímóti hesi gongdini?  Nei! Jógvan Arge hevur verið við allan vegin, til Tjóðveldi manøvreraði seg sjálvt í andstøðu í býráðnum. So tá nú nøkur mót­mæli komu móti útbygging av Skansa­ bryggjuni, so varð tað sjálvandi opportunt hjá honum at snúgva 180 stig og fyrigykla fólki, at hann og alt Tjóðveldi alla tíðina hevur 9verið ímóti útbyggingini. Jógvan Arge skrivar enntá, at »Vit í Tjóðveldi fegnast um gongdina, tí vit hava, sum tey einastu í Tórshavnar býráð, víst á tey stóru ivamál, sum eru við byggiætlanini.«  Nei! Tann andstøðan er spildur­ nýggj og er bara eitt úrslit av, at Tjóðveldi situr í andstøðu uttan ávirkan. Illgitingar nú um, at møguligar tillagingar hava politiskt sikti og samband við fólkatingsval er reinur heilaspuni. Vit ætla okk­um framvegis at útbyggja Skansa­ bryggj­una. Men vit hava fingið nøk­ur hoyr­ingsskriv, sum vit fara at hyggja kon­stru­ktivt at. Tað er púra nátúrligt og partur av demokratisku prosessuni. Vit snúgva ikki 180 stig, men tað kann sjálvandi føra við sær, at tillagingar verða gjørdar. Treyðugt so. Men staðsetingin verður tann sama við møguligum broytingum. Jógvan Arge fyri og/ella ímóti Jógvan Arge varaborgarstjóri í Havn Nú bóltaði hann aftur rút, borgar­ stjórin. Seinast, eg hitti hann, var hann serliga upp­tikin av, at ein politik­ari eigur at kunna flyta seg, og at umráðandi er, at øll havnarfólk verða nøgd við tað, sum verður gjørt í Tórs­havnar havn. Nú er líkt til, at hann er farin í aftur stálhandskarnar og aftur sum útgangsstøði heldur fast við tær ætlanir, sum fyriliggja. Minnilutin í Tórshavnar býráð hevur ikki tikið undir við ætlanini, síðani byggiskráin varð løgd fram í januar í ár. Byggiskráin er tað fyrsta ítøkiliga, sum er lagt fram í hesi byggiætlanini. Vit hava ikki tikið undir við henni, tí vit ivast í staðsetingini og tí, at kostnaðurin er flogin upp í loft. Tá biðið varð um undirtøku fyri at fyrireika eina bingjuhavn fyri meir enn tveimum árum síðani, vóru bara leysar skitsur tøkar, og kostnaðurin varð mettur til 350 mió kr. Til tess at royna hetta av, tóku vit undir við, at bygginevnd, sum fyriskrivað, varð sett at fyrireika arbeiðið. Fyrsta almenna úrslitið av hesum fyrireikingum var byggiskráin. Hendan byggiskrá elvdi til nógv ivamál. Kostnaðurin var farin upp á 450 mió kr. Sumt var ikki við í kostnaðinum, eitt nú trivnaðarøkið, sum teir rópa ætlaða bátahylin undir Skansanum. Pakkhús og tílíkt var heldur ikki við. Somuleiðis vantaði mvg og mett príshækking í byggitíðini. Tí løgdu vit longu tá fram eina skitsu um góðshavn á Sundi, og skutu upp fyri býráðnum, at eitt nú hesin møguleikin varð kannaður, áðrenn farið varð víðari við Skansabryggjuni. Vit fingu ikki undirtøku fyri hesum. Býráðið samtykti at halda somu kós og játtaði pengar til forprojekt. Forprojektið sigst nú liggja á borðinum, tó at tað ikki er lagt fyri býráðið, og nú ljóðar, at tær 450 mió kr eru hækkaðar til slakar 500 mió kr – ivaleyst við somu óvissum aftrat sum omanfyri. Tann beiski veruleikin um byggi­ ætlanirnar hjá Tórshavnar havn er, at kostnaðurin økist í stórum, og mis­ nøgdin við, at eitt nú Skansin verður innibyrgdur við høgum grótkøstum og lítið prýðiligum bingjum, veksur sum dagarnir ganga. Tí er gott at hava eina vakna andstøðu í býráðnum. Er tað oman á alt soleiðis, at mynd­ irnar, sum bingjuhavnin er sett inn í í framløguskrivum, ikki samsvara við veruligu útsjóndina eftir byggingina, eru vit komin hagar til, at møguligir ábyrgdarar eiga at verða kravdir til svars. Tí minsta fortreytin fyri at borg­ararnir kunna verða nøgdir er, at býráðið spælir við reinum kortum. Spæl við reinum kortum Sjálvandi blanda vit okkum!