Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 20 Óli Jacobsen NICLAS Í SJÚRÐHÚSI GJØRDIST KENDUR SKIPARI Í GRIMSBY Tað er nokk so fitt skrivað um teir fýra Leo-brøðurnar í Vági, sum fluttu til Grimsby seinnapartin í 19. øld. Nú er komið á slóðina hjá ættini Á minningarsamkomuni í Newcastle tann 10. mai vóru eisini fólk, sum høvdu ættarbond til Føroyar. Hesi vóru hjúnini Pauline og Peter Baird, sum búgva á Nottingham leiðini mitt í Onglandi. Orsøkin til, at tey bæði vóru við til minn­ ingarhaldið, var at maðurin, Peter Baird, hevði mist pápa sín, Frithiof Helge Christiansen, undir krígnum. Hann gekk burtur við Peter Mærsk tann 7. desember 1942 ikki langt frá Azor­unum. Skipið var lastað við fólki og stríðs­ útgerð til tær sameindu herdeildirnar, sum reinsaðu Norðurafrika fyri týskarar. Skipið varð torpederað av einum týskum kavbáti. Øll manningin sjólátst. Ein føroyingur var eisini við Peter Mærsk. Tað var Johannes Bjørgheim úr Havn. Peter hevur skrivað ein bók um hesa hend­ ing og um pápa sín. Tey bæði eiga trý børn Christopher, Katherine og Elisabeth. Langabbin var Niclas Leo úr Vági Tað er nokkso pussugt, hvussu ein kann renna seg í eina føroyska ætt, sum eingin vist hevur vitað nakað um í nærum 100 ár. Pauline greiddi nevniliga frá, at langabbi hennara var Niclas Leo, f. 1852, sum var ættaður úr Sjúrðhúsi Vági. Hann flutti ungur til Grimsby, har hann gjørdist ein kendur skipari. Fleiri hava skrivað um ta upprunaligu søguna, teir eru Páll Nolsøe, Poul Andreasen, Arnfinnur Thomassen, Arnstein Niclasen og Niels Juel Arge, sum eru keldur til hesa grein. Men nú kann henda søgan dagførast við frásøgn hjá Pauline. Tískil kunnu hon og hennara ætt nú fáa upprunaligi søguna um langabban, sum tey lítið vita um, eins og ættin í Føroyum kann fáa part av søguni hjá ættina førda fram til dagin í dag. Ættin kom av Bø Henda ættarsøgan byrjar við, at Poul Johannes Joen-Erik (1814-1888) fór av Bø við Kirkjubø til Vágs at arbeiða. Í 1840 giftist hann við Lisbeth Sofie Mortensdatter (1816-1882), Lisa í Sjúrðhúsi, ið hevði tænt á Velbastað. Her munnu tey vera komin at kennast. Tey fingu níggju børn: Mortan, f. 1841, Súsanna Katrina, f. 1842, Elisabeth Sofía, f. 1844, Marin Margretha, f. 1846, Johanna f. 1848, Jóan Pauli, f. 1850, Niclas, f. 1852 Óli, f. 1854 og Poul Johannes, f. 1859. Mortan giftist við Anne Sofie Joensdatter (1836-1896) úr Hovi. Tey fingu eina tunga lagnu. Tríggir av teirra synum Poul Johan, 21 ár, Alexander 19 og Niels Pauli 12 ár gingu burtur við báti út fyri Vágsfirði tann 22. desember 1887. Pápin, Mortan, skuldi eisini havt verið við hendan dagin, men hann var sjúkur og fór tí ongan veg. Poul Leo 1888-1973 var sonur eina av systrunum, Margrethu, sum giftist við Ole J. Thoma­sen í Tøðuni í Vági. Sjúrður var upp­ kallaður eftir øllum hesum brøðrunum. Hann kom eftir hesa vanlukku at vera fostraður upp hjá Mortani. Poul fekk sær seinni Leo til eftirnavn. Fýra brøður til Grimsby Fýra av brøðrunum endaðu í Grimsby. Teir vóru Joen Pauli, Niclas, Ole og Poul Johannes. Grimsby var tá í tíðini ein blómandi býur við sínum stóra trolaraflota. Hetta var nakað heilt annað enn útróður og at sigla við slupp í Føroyum. Tí fóru nógvir føroyingar at sigla við enskum og skotskum trolarum. Nógvir teirra búsettust eisini í Bretlandi, og millum hesar vóru hesir brøðurnir. Teir komu at sigla við trolarum, og fleiri teirra fingu eisini egin skip. Niclas hevði enskt skiparaprógv. Hann ætlaði sær vist at flyta aftur til Føroya, og hann var við til at keypa skipið Kittiwake í 1896. Hann søkti eisini um trøð, men er kortini farin aftur til Grimsby, har hann varð giftur við Elisabeth. Niclas átti eisini ein son í Føroyum, Magnus Paula Christian Sumberg (1875-1950). Tey, sum eita Sumberg, eru tískil ættað frá honum. Niclas førdi nógv skip.Í hvussu er fram til 1916 førdi trolara. Hann fiskaði óføra væl og var millum kendastu skiparar. Hann var av prúð­astu og vakrastu monnum og tiltikin fyri styrki. Niclas var ofta inni í Føroyum við skipum sínum. Tá kundi hann greiða frá hendingum, honum hevði verið fyri. Slerdi róðursmannin niður Eina náttina varð hann í kavaroki ásigldur av eini viðabark. Tað eydnaðist honum saman við øðrum monnum at koma umborð á barkina. Niclas leyp upp í stýrhúsið. Hann biður róðursmannin um at venda aftur til skip sítt, men maðurin noktaði. Niclas gjørdist illur, men hin látst ikki um vón. Hann gav tá róðursmannin nevan, so hann small í dúrkið. Niclas bað tá ein av sínum monnum um at stýra aftur til skipið. Tað vísti seg tá, at manningin kláraði at halda skipið lens. Morgunin eftir eydnaðist tað við tógvum stríði Niclasi og hansara monnum at koma umborð aftur í teirra skip. Tá teir koma aftur til Grimsby verður Niclas stevndur fyri rættin. Tá verður hann ákærdur fyri at hava dripið róðursmannin, sum hann hevði sligið. Hetta hevur sjálvsagt ikki verið ætlanin. Niclas verjir seg sum frægast. Hann greiðir rættinum frá, at hann mátti sláa mannin fyri at bjarga sínum egnu skipsfeløgum. Hetta endaði við, at Niclas varð fríkendur, meðan hinir vórðu dømdir. Niclas fekk í sambandi við hesa hending eina medalju. Hann hevði fyrr fingið eina fyri at hava bjargað monnum av einum flaka. Aftaná fyrra heimsbardaga fekst Niclas við at taka minur upp við einum minustrúkara. Men eina ferð sprongdist ein mina, teir vóru í holt við at taka upp, og skipið fór at leka illa. Niclas varð slongdur á sjógv av brestinum. Siðsøga Poul Johannes saman við dóttir og soni Niclas í Sjúrðhúsi og konan, Alice