hósdagur 11. juni 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
21
Komandi partur
Í skomandi part verður greitt
frá 50 ára starvsdegi í eini
fyritøku í Havn.
Hann varð bjargaður og innlagdur á sjúkrahús,
men hann fekk lungnabruna og doyði skjótt
eftir hetta.
Hinir brøðurnir
Tað er ikki nógv sum er vitað um hinar
brøðurnar.
Poul Johannes førdi skip einans 21 ára
gamal. Sonur hansara Albert var eisini skipari.
Palli í Tøðuni, m.a. kendur sum løgtings
maður, greiðir frá, at tá ið hann var 2 ára gamal
fór pápi hansara til Grimsby at fylgja mammu
beiggjanum Jóan Paula til gravar.
Í minningarriti um Palla í Tøðuni er endur
givin ein minnispláta við hesum teksti:
In loving memory of
John Paul
The beloved husband of SARAH LEO
Died December 10, 1910.
Aged 60 years
..................
A light is from our household gone,
A voice we loved is stilled;
A place is vacant at our hearth
Which never can be filled.
Weep not for me, I’m free from pain,
My earthly suffering o’er,
I hope to meet you all again
On a peaceful happy shore.
Leyslig týðing
Eitt kærleiksfult minni um Jóan Paula, tann
elskaði maðurin hjá Sáru Leo. Deyður 10.12
1910, 60 ára gamal.
.........
Eitt ljós er sløknað í okkara húsi, ein rødd vit
elskaðu er tagnað, eitt pláss er tómt í okkara
hjarta, sum ikki kann fyllast aftur.
Grátið ikki um meg, eg eri fríur frá pínu.
Mínar jørðisku kvølir eru farnar. Eg vóni
at hitta tykkum øll aftur á friðarligu
eydnusomu strondini.
Óli ein tann fyrsti á Rockall
Óli var í 1888 skipari á sluppini Great Surprise
við Rockall, har fiskað var viðhvørt. Tá var
hann uppi á Rockall, har hann tók 12 egg. Hann
fór eisini upp við einum snøri, og hann máldi
hæddina til 78 føtur. Seinni mátingar vísa tó,
at hann er nakað lægri.
Óli er tískil millum teir fyrstu, sum hava
verið á Rokkinum.
Pauline: Niclas var ein
rættur víkingur
Her kemur so tað, sum Pauline hevur at leggja
afturat. Okkurt av tí tykist at vera grundað
á misskiljingar. Tað er so rættað. Hennara
frásøgn er soljóðandi:
Hetta er tað, sum eg havi fingið at vita frá
mammu míni, Veronica, fødd í 1906. Hon doyði
í 2002.
Niclas var abbi hennara. Hann var ein rættur
víkingur, sum mamma mín plagdi at siga. Hon
mintist hann sum høgan og ljóshærdan mann.
Tá ið hann kom til hús opnaði hann ikki portrið
í garðinum um húsið, hann gleivaði um garðin!
Hann var ein ógvuliga vinarligur maður.
Hann var eisini dugnaligur á mongum økjum.
Langabbi fór ógvuliga ungur úr Føroyum
saman við trimum beiggjum. Teir blivu fiski
menn og gjørdust førir fyri at senda pening
heim til mammuna, Elisabeth, sum Niclas føldi
seg sera knýttan at.
Hesir brøður arbeiddu hart. Teir fingu nógv
burtur úr og keyptu ein trolara.
Eina ferð Niclas og Alice høvdu brúdleyps
dag gav hann henni eitt »surprice«, sum tað
verður kallað í dag. Hann legði gullmyntir í
fangið á henni. Hetta var roknað fyri at vera
ikki hissini gáva.
Hesir beiggjarnir vóru roknaður fyri at
vera illgrunasamir undir 1. heimsbardaga, tí
teir vóru mettir at vera danir og Danmark var
uttanveltað í hesum kríggið, sum Bretland var
partur av. Sum vit hava skilt varð hald lagt á
trolaran.
Sami trupulleiki var, tá ið Niclas ætlaði at
melda seg til bretska herin. Tá varð hann eisini
avvístur av somu orsøk. Hetta tók honum
dygt. Men tað var kanska líka frægt, tí vanliga
metingin er, at 1. heimsbardagi og serliga
bretska luttøkan í honum var fullkomiligur
ørskapur.
Keldur siga, at undir 1. heimsbardaga kom
armeraður enskur trolari inn á Tvøroyri við
særdum monnum. Ein teirra var skiparin, sum
var so illa farin, at eingin væntaði, at hann kom
at liva. Beinið varð tikið, men hann kom seg
kortini. Skiparin hevði Newton til eftirnavn og
konan skuldi hava itið Leo og var dóttir Niclas.
Hetta passar neyvan út frá tí Pauline greiðir
frá. Men fyri tað kann hon hava verið dóttir
onkran annan av beiggjunum.
Dóttir Niclas giftist katolikki
Niclas og Alice fingu fýra børn. Tey vóru
Elizabeth, Elsie, Alice og Harold. Alice, konan,
gjørdist ikki gomul, hon doyði undan Niclasi,
sum ikki bleiv 70 ár. Øll børnini uttan Elsie
búsettust Grimsby økinum.
Elisabeth var ein ógvuliga dugnalig genta.
Hon fekk frípláss á einum gentuskúla har á
leiðini. 11 ára gomul fór hon í læru sum skradd
ari.
Hon giftist við Martin Finneran, sum kom
úr Írlandi og var katolikkur. Hetta skapti
tvídrátt í familjuni. Niclas var lutheranari og
honum dámdi als ikki, at dóttirin giftist við
einum katolikki, og enn verri, at hon sjálv
gjørdist katolikkur.
Niclasi dámdi tað so illa, at hann als ikki
møtti upp til vígsluna. Men viðurskiftini teirra
millum munnu vera batnað, sum frá er liðið.
Elisabeth fekk 10 børn, 9 av teimum komu til.
Tey vuksu øll upp sum strangir katolikkar.
Tveir synir, Martin og Joseph gjørdust prestar.
Abbi mín og tríggir av synum hansara vóru
politistar.
Mamma mín, Veronica, var elst av hesum
systkjunum. Hon minnist, at hon frá sjey ára
aldri plagdi at vitja ommuna og abban sunnu
dag seinnapart. So hvørt systkini blivu eldri
komu tey eisini við. Men tey sóu ikki abban
nógv, tí hann var ofta til sjós. Men tey vóru sera
góð við abban. Omman Alice var sera strong.
Børnini føldu seg ikki væl saman við henni,
tí hon kundi vera so avgjørd. Men tey vóru
ógvuliga góð við abban.
Pápi mín kallaðist Stanley Dickens. Hann
flutti frá Suðuronglandi fyri at gerast politistur
í Grimsby.
Tað er møguligt, at hann er ættaður frá
kenda rithøvundan Charles Dickens. Tey
fingu trý børn. Umframt meg eru tað Monika
og Peter, fødd í 1942, 1944 og 1949. Vit eru øll
fødd og vaksin upp í Grimsby men búgva ikki
har nú.
Elsie tók frástøðu frá familjuni við at rýma
við einum ríkmanni, sum hon fekk eitt barn
uttan at vera gift. Men hon doyði kortini fátøk.
Mamma og omma vóru kortini við til hennara
jarðarferð.
Alice giftist við einum Rowland, sum doyði
áðrenn hon. Tey fingu ein son, sum eisini æt
Rowland. Hann flutti av landinum. Tað var
ikki nakað serligt samband millum Alice og
Elisabeth, men eg hómi, at mamma plagdi at
vitja hana á hennara gomlu døgum.
Mamma helt, at Harold var tann sum líktist
pápanum, Niclasi, mest. Hann var ógvuliga
dámligur og hevði eitt hjarta av gulli. Hann fór
til sjós, men hann doyði fátækur. Hann giftist
við eini Elizabeth, kallað Lizzie.
Leo navnið er framvegis til í Cleethorpe
beint uttanfyri Grimsby.
Pauline er nú pensjónistur saman við
manninum, men hon hevur verið lærari.
Kanska koma Pauline og Peter onkran dagin til
Føroya at vitja teirra stóru ætt. Tað er neyvan
ivi um, at tey verða væl móttikin.
Pauline og Peter. Hon er langabbadóttir Niclas
Fýra brøður úr Sjúrðhúsi fluttu til Grimsby, har nógv var at forvinna við trolarum
Gravsteinurin hjá Jóan Paula