hósdagur 11. juni 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
22
NØVN
Okkara intellektuella amazona er farin
Meðan eg var burturstaddur, komu
feigdarboðini um Ebbu Hentze og
sjálvandi hevur ein so skyggjandi
sjónligur individualistur á tí annars
rættiliga káma føroyska Parnassinum
longu fingið nógvan virak og fagnandi
umrøðu í fleiri nekrologum.
Men við tað, at Ebba og eg høvdu
nógv samskifti, serliga í Kjøpinhavn,
men eisini eftir, at hon flytti heimaft
ur til Føroya, fari eg kortini at skoyta
nakrar persónligar og biografiskt
supplerandi reglur uppí tað, sum
higartil er skrivað um hana.
Blaðungur debutantur
í Kjøpinhavn
Umleið 1952, t.e. eini fimm ár fyri,
at vit fingu Tað føroyska Útvarpið,
– hevði Danmarks Radio givið før
oyskum útisetum (studentum) inni
vist hvønn sunnudag seinnapart
við eini beinleiðis sending til Før
oya. Har arbeiddu nógv fólk við
journalistiskum hegni, men tvey av
teimum skaraðu heilt framúr. Tað
vóru Waldemar Dalsgaard og Ebba
Hentze. Bæði høvdu sjáldsama
moduleraða rødd og hartil krystall
klára diktión.
Hvørja ferð tey lósu tíðindi ella
fortaldu, sótu fólk um allar Føroyar
sum undir andakt. Sendingarnar
hjá Ebbu vóru altíð viðkomandi,
relevantar og vælskipaðar. Tað var tó
týðuligt, at hon ikki fekst við petit-
journalistikk, men appelleraði til tann
intellektuelt forvitna lurtaran. Hjá
einum hálvvaksnum óvita var tað tí
røddin, heldur enn innihaldið, sum
hugfangaði mest. Soleiðis lærdi eg
Ebbu at kenna verbalt, uttan at hava
sæð hvør, ið átti hesa føgru mikro
fonrødd..
Men um várið 1958 møttust vit
fyri fyrstu ferð vis-á-vis í Sjónleikar
húsinum í Havn, har ein fylking var
í ferð við at skipa fyri Ólavsvøku
kabarett sama summarið.
Ebba var høg og hábærslig, og hon
tóktist bæði dynamisk og kompetent,
um enn eitt sindur ráðarík. Hon kom
og fór sum ein hvirla og hevði minst
líka so imponerandi sortie sum entré.
–
Hon var virkishugaður luttakari í
einum spennandi arbeiðsbólki saman
við Waldemari, Poul Olsen, Leivi
Johannesen, Steingrími Weihe og
Kára Petersen, sum tá var formaður
fyri Studentafelagnum í Kjøpinhavn.
– Fyri meg var tað eitt satt privilegium
at sleppa at arbeiða saman við hesum
rutineraðu og scenuvandu fólkum,
men retrospektivt er tað heilt ófatu
ligt, at Ebba ikki hevur verið meira enn
27 ára gomul tá.
Tey fylgjandi sjey árini komu
vit at hittast javnliga í alskyns um
hvørvi í Kjøpinhavn, tí Ebba var ein
»institutión« í útisetalívinum. Hon
luttók kalejdoskopiskt í næstan øll
um føroyskum felagsarbeiði, m.a. var
hon í fleiri setur nevndarlimur í Før
oyingafelag, minnist meg rætt.
Men hon hoyrdi ikki til tað stóra
inniskógva-liðið av kultur-heim
føðingum, sum ongantíð fáa smoygt
ta føroysku skræðuna av sær. Hon
panoreraði kontinentalt og integrer
aði seg væl og virðiliga í tí danska
samfelagnum, – lærdi seg eitt elegant
og esoteriskt danskt mál og fekk
soleiðis tíðliga fótafesti á donskum
kulturgigantum, sum GYLDENDAL,
DR og POLITIKEN.
Ebba var kosmopolittturin par
exellence millum føroyskar útisetar.
Hon var emanciperað kvinna langt
áðrenn reyðsokkarnir fóru at rópa á
geilarhornunum.
Hon ferðaðist longu í 50´unum
nógv til européiskar metropolar, fyrst
og fremst til sítt kæra Paris, har hon
eisini hevði lisið eitt skifti á sjálvum
Sorbonne; – hon beinleiðis stórtreivst
í Paris!
Eldhugaður mentor
og formidlari
Annars las hon samanlíknandi litte
raturvitskap bæði við Universitetið í
Kjøpinhavn og ymsastaðni á Konti
nentinum. Hon tók ongantíð nakað
formelt prógv, men hennara klassiska
dannilsi var rættiliga universelt, og
hennara kultursøguligi sjónarringur
fevndi ovurhonds víða. – Hon hevði
enorma faktuella vitan og hartil sera
gott minni.
Longu í 50´unum fekk hon so
nógvar journalistiskar og littererar
free-lance uppgávur fyri ymisk donsk
dagbløð, tíðarrit, forløg og radio, at hon
aldrin fekk tíð til at gera seg lidnan
við tann akademiska lesnaðin. Hon
hevði etablerað seg sum blaðung og
var longu síðst í 50´unum blivin eitt
relativt kent andlit í tí intellektuellu
kulturelituni í Kjøpinhavn.
Men sjálvt um Ebba ferðaðist
stovu-vand í donskum intellektuellum
cirklum, var hon altíð fús til at dugna
føroyskum feløgum í Kjøpinhavn sum
formidlari og kulturellur ígongdsetari.
Hon vitjaði dúgliga í »Krókinum«
á Kannibalinum, har føroyskir
studentar høvdu sítt tilhald. Hon
tók sær tíð til at luttaka í alskyns
orðaskifti við nógv yngri og óroyndari
debattørar um litteratur, filosofi,
feminismu, samfelagsviðurskifti og
ikki minst Tað kalda Kríggið, sum tá
var dagsaktuelt og hóttaði í kuliss
unum hjá teimum allarflestu næstan
hvønn dag.
Hon helt fyrilestrar og prægnantar
veitslurøður, var við til ógvisligar
debattfundir, og hon hevði avlops
megi til eisini at skipa fyri sera undir
haldandi spurnarkappingum millum
útisetar. Síðst, men ikki minst var
hon í áravís ein eldhugaður limur í
kabarettnevndini hjá Studentafelag
num, har hennara partur ongantíð lá
eftir. –
Hon fekk ofta rolluna sum manu
ducerandi mentor millum føroyskar
studentar, og hvørja ferð skaldið
William Heinesen sást í Kjøpinhavn,
var Ebba hansara fasti fylgisneyti
og kanska musa. Tey sóust við nógv
høvi, bæði dionysisk og apollinsk, og
tey klæddu hvørjum øðrum, tí hon
var líka so braneggjað, sum hann var
lítillátin. Longu tá vágaðu øvundar
fólk at kalla hana eina krukku –
gaman í, men Ebba hevði format og
harvið rætt til at vera tað.
Ansur fyri lívskvaliteti
og savoir-vivre
Ebba var avgjørdur epikuræari, og
hon fegnaðist um stórbýarlívið, og tað
var altíð ein fragd at sleppa at ferðast
við henni á onkrum av hennara
mongu odysséum í Kjøpinhavn ella á
Frederiksberg. Mest gekk hon miðbýin
frá Højbro Plads til Rosenborgar-
leiðina ella spákaði framvið vøtnun
um, nærhendis Nørrebro, har hon
búði, men onkuntíð varð farið út
á Frederiksberg, til »de små haver«
ella á Thorvaldsensveg, nærhendis
Landbúnaðarháskúlanum, har hon
hevði lisið á »Statens & hovedstads
kommunernes studenterkursus«
frá 1948 til 1950 saman við tveimum
øðrum føroyingum, Heina Heinesen
úr Miðvági – (Heini og hon sótu nógv
ár saman í stjórnini av Føroyingafelag)
– og Jákup Joensen úr Lopra. Slíkar
ferðir vóru ikki bara nostalgi fyri hana
– hon gleddist og ernaðist av slíkum
promenadum.
Hon kendi jú næstan hvønn
bygning, hvørja café, hvørja restaura
tión, hvørt sjónleikarhús og nógv
vertshús, og man fekk alsamt kultur
søguligan viðskera afturvið á hvørj
um túri og á hvørjari café-vtijan.
Sjálvandi var Ebba forelskað í Paris
og tí bacchantiska café-meldri
num við gøturnar har, men hon
var sanniliga eisini ogvuliga góð við
sín bý, Kjøpinhavn og vildi so fegin
hava, at teir yngru útisetarnir lærdu
tey mongu ýti í býnum at kenna og
ikki minst brúka. Í Paris hevði hon
lært savoir-vivre, so hon var socialur
stórforbrúkari av bæði undirhaldi
og kulturi. Hanus Kamban hevur
eisini greitt frá líknandi Kjøpin
havnar-túrum við Ebbu, har hon var
kulturellur turistførari í tí miðaldar
liga miðbýnum. Hon vildi eitt sym
posion, har hon kundi upplýsa og
fortelja.
Hon vanvirdi teir trongskygdu
skóleista-føroyingarnar, sum komu
niður til Kjøpinhavnar og stórt sæð
bara tvassaðu »andiliga óskalaðir«
millum síni triviellu kollegiums-býli
og sínar lærustovnar!
»Síðani skunda tey sær heimaftur
til Føroya sum provinsiellir material
istar, sum aldrin lærdu at brúka ella
kenna stórbýar-kulturin í Kjøpin
havn«, sum hon plagdi at taka til.
Í socialum og uttan
ríkispolitiskum andgletti:
Men Ebba hevði avgjørt eisini sociala
og samfelags-filosofiska indigna
tión. Sjálvt um hon ikki luttók nógv
í flokkspolitiskum orðaskifti, var
hon trúgvur vinstrasinnaður social
demokratur. Hon solidariseraði seg
við arbeiðarastættina og roknaði
seg sum andsarbeiðara; – hennara
politisku ideal vóru Viggo Kampmann
og Julius Bomholt, og hon fegnaðist
stórliga um vælferðarsamfelagið; men
mest var hon upptikin av globalum
problematikki og tí humanistisku
og moralfilosofisku kreppuni aftaná
Annað Verðinskríggj við kz-legum,
Hiroshima-bumbuni og atomkapp
ingini.
Sjálvt um hon principielt var
ímóti kravgongum og geilar-rópum,
var hon kortini onkuntíð at síggja í
demonstratónum í Kjøpinhavn móti
atomvápnum. –
Hon ógvaðist við orðið terror
balancu, sum hon helt vera ein ræð
andi absurditet. Hon var ótrygg og
stúrin sum milliónir við henni, men
hon gekk oftast stillisliga við tí.
Ein dagin, vit spákaðu úti á Eystaru
brúgv – tað var sjálvan Bastilledagin
1962, gav hon mær heilt spontant eina
bók, sum hon eggjaði mær til at lesa.
– Eg havi forrestin bókina enn! –
Bókin er um tað viðgitna bræva
skiftið millum tann týska journalistin
Günther Anders og Hiroshima-pilotin,
Claude Eatherly, sum gav boð um
niðurkastingina av tí fyrstu atom
bumbuni móti civilum máli. Hon eitur
»Samvittighed forbudt« (Off Limits
fur das Gewissen). Ebba, sum annars
ikki var sentimental, var sjónliga
uppøst av bókini og sewra ávirkað
av tí óhugnaligu konklusiónini, sum
kundi tolkast soleiðis, at man av
militerstrategiskum orsøkum var
fúsur at ofra alla humanismu og alla
sømuligheit fyri at gagna atomvápna-
ídnaðinum. Fanst eitt strævið »vitni«,
mátti beinast fyri tí.
Militermaðurin Eatherly bleiv
eitt offur og føldi slíka skyld aftaná
sína gerð, at hann bleiv tvangs-
innlagdur sum schizofrenur. Eftir
brævaskiftinum at døma var hann
heilt avkláraður og als ikki sinnsjúkur,
men plágaður av skyldarkenslu, sum
gjørdi hann hugtungan og friðleysan.
Anders dokumenterar týduliga, at
Eatherly skal ómynduggerast sum
vitni.
Við sínum følsama og poetiska
lyndi, var Ebba meira upptikin av
slíkum seriøst eksistentiellum spurn
ingum, enn av Gagarin og mána
kappingini, sum meira prosaisk fólk
vóru hugtikin av akkurát um tað
mundið.
Ebba var eitt engagerað og við
kvæmt menniskja og hugsaði alment
menniskjansliga, meðan vit onnur
mest fagnaðu eini røð av tekniskum
brøgdum. Hon var kontemplativ og
spurdi knappliga retoriskt: »Heldur
tú ikki, at tað verður kríggj aftur?«
Hetta kann ljóða naivt í dag, men tað
var bara einar tríggjar mánaðir undan
tí fatalu Cuba-kreppuni; – sjálvandi
visti Ebba, at eingin kundi svara henni,
men intuitivt var hon nær við at fáa
rætt í síni stúran.
Ebba var intellektuelt ógvuliga
selektiv, – t.d. vildi hon ongantíð
lata seg tøla av tí studentikosu
Frama-fylkingini og teimum sekter
isku skribentunum, sum mannaðu
teirra organ. Hon vanvirdi salon
kommunistar og dogmatiskar
fylkingar og stóð tí lættliga ímóti
øllum freistingum, hóast ein partur
av hennara vinaskara helst av
opportunistiskum grundum blivu
framafólk eina tíð. Hon og Atli Dam
kendust frá barnsbeini og vóru ógvu
liga væl, ikki minst politiskt, so hon
fetti sær á og læt Framamenninar
goyggja út í tóman heim. Teir fingu
hana aldrin at melda seg inn, hóast
teir dúgliga royndu. Hon vísti seg
tessvegna næstan aldrin niðri í tí
skirvisliga St. Kongensgade-húsinum,
har teir politiskt frelstu leikaðu í.
Harafturímóti stórfegnaðist hon,
tá ið Atli gjørdist løgmaður. Tað var
helst ein av meginorsøkunum til, at
hon flytti heimaftur til Føroya.
Úr Kjøpinhavn til Havnar
Eftir at Ebba flytti til Føroya síðst
í 70´unum, havi eg tíverri bara hitt
hana fáar ferðir, antin í Havn ella
Kjøpinhavn, men vit telefoneraðu
ikki sørt, og tað frøddi meg at síggja,
hvussu væl hon festi rót í føroyskum
kulturlívi, har hon loftaði sær minst
líka so væl, sum millum útisetar.
Anonymitetur riggaði ikki til hennara
temperament. –
Til Havnar kom hon sum ein
intellektuellur hvirluvindur og bleiv
ógvuliga skjótt eitt vælkent andlit í
býnum. Tað føroyska Parnassið fekk
tiltrongda inspiratión av, at Ebba
fylktist við teimum. Líka so nógv,
sum hon spákaði í Kjøpinhavn, líka
so nógv koyrdi hon um allar Føroyar
í sínum kera Honda-bili, tí hon vildi
síggja og uppliva alla tíðina. Hon vildi
integrera seg av nýggjum og tad skuldi
gerast við lít.
Um tað umfatandi og slóðbrótandi
týðingararbeiði hennara, serliga úr