hósdagur 11. juni 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
23
Føðingar
Tann 27. mai fingu Dávid og Jónatan eina lítla systir, sum eitur Noomi. Hon var 51 cm long og vigaði 3670 gr. Foreldrini
eru Hildigunn og Jákup Hansen, Odense.
31. mai fingu Heidi Hansen og Hanus Holm Stórhamar eina dóttur. Hon vigaði
3060 g og var 50 cm long.
føroyskum til danskt, er longu skrivað
so nógv, at eg bara skal leggja afturat,
at Ebba sum týðari ofta framdi små
filologisk undurverk, tí hon við sínum
intuitivu skaldagávum og lyriska
málhegni aloftast maktaði at lata
eina heldur spinkla føroyska tekst í
nógv snøggari og hábærsligari donsk
klæðir.
Tað var hon sjálv ógvuliga væl
greið yvir, og viðhvørt ironiseraði
hon eisini hvassliga um tað. – Men
hon skuldi jú liva!
Hon læt seg tó ongantíð mein
ingskúga, og sjálvt um tær leiðandi
mentar-klikurnar forargaðust, helt hon
fast við at prika hol á tær tabubløðrur,
sum kultur-elitan hevði blást sær.
Eitt tað grovasta tabu var um
William Heinesen, har Ebba slett ikki
vildi dvína. Hon tók uppaftur ferð
eftir ferð, at tað vóru sonevndir før
oyskir mentapávar – eru teir nevndir,
eru teir kendir, – sum saboteraðu inn
stillingina hjá Grethu Heltberg av
Williami H. til Nobelprísin í 70´unum.
Ebba tordi at siga, sum var og fasthelt,
at William kom undir føroyskt trýst
og var biðin um at frásiga sær eina
innstilling, tí at hansara bøkur vóru
á donskum!
Teir stuttskygdu censur-dólgarnir
eru farnir í dag, men SO smáir vóru
mentarmenn! Ebba bleiv ikki Keis
arans vinur eftir hetta, men tað legði
hon lítið í – hon hevði onnur fólk við
sær!
Tann ansaliga og erna Ebba hevði
sjálvandi eisini sínar lemjandi løtur,
men tá isoleraði hon seg – hon knarr
aði ikki í mannfjøld. Hon var øgiliga
privat um sínar suffandi stundir, og
tey kunnu teljast á tveimum hondum,
sum hava sæð ella hoyrt Ebbu gremja
seg um privatmál, men tað faktuella
erkennilsi av at vera adopterað, og eitt
vist eksistentielt einsemi nívdi hana
viðhvørt, men hon bretti sær á hvørja
ferð, tí hon hevði robusta psyku. Hon
var líka so errin og kná sum tær kett
urnar, hon fóðraði næstan dagliga í
túninum í Pløyensgøtu.
Tann antikka yndismytan hjá
Ebbu var søgnin um Prometheus =
tann framskygdi, sum skuldi stjala
eldin frá teimum olympisku gudunum
og bera mannaættini. Revsingin fyri
hesa gerð var ræðulig: Hann fekk
hvønn dag livrina pikkaða sundur
av eini ørn, men livurin vaks aftur
hvørja nátt, so tað var ein tíðarleys
revsing. Symbolikkurin er naivur og
einfaldur: Hann, sum ger uppreistur
og berjist fyri at koma burtur úr tí
fjøttrandi tjóðrinum, má bøta, men
Prometheus kundi ikki lata vera, tí
vinningurin fyri mennskjuni var so
umráðandi. Kanska føldi Ebba ein
fjaran skyldskap við Prometheus, tí
hon visti, at tann upplýsandi formidl
ingin var neyðug og gagnlig, men ikki
gratis; – tað kostar altíð nógv at vera
boðberin og slóðbrótarin.
Ebba Hentze og vinmaður henn
ara, Hanus Kamban hava í nógvan
mun fingið ein status í føroyskum
mentanarlívi, sum minnir um ta
rolluna, sum M. A. Jacobsen og Ri
kard Long høvdu í sínari tíð. Tey
hava, heilt analogt við teir, verið
sakkønir kritikarar og málkønir
umsetarar, og tey hava ikki minst
verið provokerandi ígongdsetarar,
sum dúgliga hava luttikið í alskyns
intellektuellum felagsarbeiði. Tey
hava endiliga akkurát sum Rikard og
Mass fingið kontinentala kjølfestu, tí
tey hava fingið hollan lærdóm í bæði
týskum og fronskum. Har hava tey
verið ljósár frammanfyri teir allar
flestu føroysku intellektuellu í dag.
Tað er tankavekjandi, at øll hesi
fýra mentarfólk – Mass, Rikard,
Ebba og Hanus – eru uttan formelt
akademiskt prógv, men tey fáa valla
nakrantíð sínar líkar millum teir
nalvaskoðandi høvuðkambarnar,
sum í løtuni manna Tað føroyska
Parnassið.
Tað verður ein gapandi gjógv eftir
Ebbu Hentze í føroyskum andslívi –
friður veri við hennara minni!
Virgar T. Dalsgaard
24. mai blivu Anna og Bogi Simonsen, Klaksvík, enn einaferð foreldur og
Julia bleiv stórasystur hjá einum so fittum beiggja, sum eitur Bastian.
Hann vigaði 4200 gr og var 54 cm langur.
20. mai fingu Olga Højgaard Helmsdal og Jan Klein Olsen eina dóttur.
Hon var 54 cm long og vigaði 3940 gr.