Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 24 Herferðin hjá Sea Shepherd í summar er tann sætta hjá felagsskapinum í Føroyum GRIND NÚ KEMUR SEA SHEPH Friðurin er úti. Í næstu viku byrjar nýggja herferðin hjá Sea Shepherd í Føroyum, og eftir grindadrápið í Vágum er áhugin hjá teimum sjálvbodnu at luttaka eksploderaður EYÐUN KLAKSTEIN N ú er skái, áðrenn hann brestir á aftur. Um fáar dagar fer umhvørvis­fe­lags­ skap­urin Sea Shepherd undir nýggja herferð ímóti grindadrápi í Føroyum. Herferðin verður rópt »Sleppið grindini«, og hesaferð verður stríð­ ið munandi styrkt við stórum skip­um, sum skulu sigla kring oyggjarnar, samstundis sum fólk á landi verða á varðhaldi. – Alt gongur, sum tað skal. Vit eru á veg og byrja okkara herferð í næstu viku. Tað eru boðini frá Rosie Kunneke, sum er leiðari fyri Sea Shepherd fólk­ini á landi. Hon vil ikki avdúka, hvussu nógv fólk Sea Shepherd fer at hava á landi, men áður hevur verið nevnt, at tey verða ikki eins nógv í ár, sum tey vóru í fjør, tí Sea Shepherd styrkir seg á sjónum ístaðin. – Vit vilja ikki út við nøkrum ávísum tali enn, tí vit eru fram­ vegis í holt við rekrutera fólk. Eftir grinda­drápið í Vágum í farnu viku, trí­fald­aðist talið á umsóknum frá sjálv­bod­num, sum vilja koma við okkum til Føroya, sigur Rosie Kunneke. – Vit rekrutera fólk til at byrja her­ferðina í næstu viku, og vit skulu eisini hava nýggj fólk inn, sum summ­arið gongur, sigur hon. Sterkari á sjónum Sea Shepherd, sum varð stovnað í 1977, kemur sunnudagin fyri sættu ferð til Føroya at stríðast ímóti grinda­drápinum. Felagsskapurin var sera sjónligur í føroyska lands­ lagnum í fjørsummar, tí svart­ klødd fólk stóðu á varðhaldi kring landið. Tað gjørdist bert til tann eina samanbrestin millum Sea Shep­herd og myndugleikarnar í sambandi við grindadráp. Tað var í Sandoynni, og tá vóru fólk frá Sea Shepherd hand­tikin, og smáir skjóttgangandi bátar tiknir frá felagsskapinum. Sea Shepherd raðfestir nú sítt virksemi í norðureuropa enn hægri, enn felagsskapurin hevur gjørt, og tað merkir eisini, at grinda­stríð­ið verður hert. Nú kemur felags­skapurin við trimum størri skipum til Føroya, og harvið verður stríðið á sjónum tað harðasta, sum tað nakrantíð hevur verið. – Aftur í ár fara okkara fólk at gera alt, sum tey lógliga kunnu, fyri at tryggja, at grindahvalirnir kring Føroyar ikki verða dripnir. Vit ætla okkum ikki at kroysta okkara virði niður yvir føroyingar, men vit umboða eitt altjóða rák, sum vil verja grindahvalir og dýrabara lívið í høvunum, sigur Alex Cornelissen, sum verður leiðari fyri herferðini í Føroyum í summar.