hósdagur 11. juni 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
25
ERD
Bóðu Spiel
berg vraka
Føroyar
Fleiri enn 56.000 fólk hava undirskrivað
áheitan á Steven Spielberg um at
droppa Føroyar sum upptøkuland
Mikudagin boðaði Ferðaráðið frá, at ætlaðu upptøkurnar til stórfilmin
The Big Friendly Giant, sum skuldu gerast í Føroyum í summar, vóru
avlýstar.
Ferðaráðið segði, at sparingar vórðu gjørdar í framleiðsluni, og tí
vórðu upptøkur í fleiri londum avlýstur.
Ein av heimsins kendastu leikstjórum, Steven Spielberg, skal
leikstjórna filmin, og tí var tað mett sum eitt óvanligt framtak fyri
føroyska ferðavinnu, at hann skuldi koma til Føroya at gera upptøkur.
Fólk, sum eru ímóti grindadrápi, hava annars heitt á Steven
Spielberg um at vraka Føroyar sum upptøkuland orsaka av
grindadrápinum.
Á heimasíðuni Care2, sum er ein sera væl umtókt umhvørvissíða,
hava fleiri enn 55.000 fólk skrivað undir eina áheitan á Steven
Spielberg um at droppa Føroyar í sambandi við upptøkur til The Big
Friendly Giant.
Sambært Ferðaráðnum hevur avlýsingin av upptøkunum í
Føroyum tó einki at gera við grindastríðið, men kemst av sparingum
í framleiðsluni.
Ólógligt at
boykotta Sea
Shepherd
Føroyskar kommunur kunnu ikki boykotta Sea
Shepherd, bara tí at kommunustýrislimirnir eru
ósamdir við endamálið hjá felagsskapinum
Kommunala Eftirlitið hjá landsstýrinum hevur í skrivi gjørt
kommununum greitt, at tær hava ikki loyvi at boykotta felagsskapin
Sea Shepherd.
Tvøroyrar Býráð hevur samtykt at nokta Sea Shepherd at brúka
nakrar av hentleikunum hjá kommununi, hvørki parkeringspláss,
svimjihøll, fótbóltsvøll, havnir og bryggjur. Sostatt sleppa skip frá
Sea Shepherd hvørki at bunkra olju, ella at taka vatn á Tvøroyri.
Eisini borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur róð fram undir,
at felagsskapurin er ikki vælkomin allastaðni í kommununi.
Tað hevur ljóðað, at aðrar kommunur hava havt sama slag ætlanir,
og tí avgjørdi Kommunala Eftirlitið at taka málið upp.
Og niðurstøðan hjá Eftirlitinum, er greið.
- Persónar, sum lógliga koma til Føroyar, skulu grundleggjandi
ikki viðgerast øðrvísi enn landsins egnu borgarar, staðfestir Hilmar
Høgenni, deildarstjóri í Kommunala Eftirlitinum.
Hann sigur, at tá ið avgerð verður tikin um at nokta limum í einum
ávísum felagsskapi atgongd til kommunalar hentleikar, er talan um
at gera mismun á fólki, tí at tey hava tilknýti til ein ávísan felagsskap.
Tað er eitt grundleggjandi krav, at kommunustýri viðgera øll mál
sakligt.
- Tað er tí ikki ein saklig grundgeving at nokta limum í einum
lógligum felagsskapi atgongd til kommunalar hentleikar, tí at
meirilutin í kommunustýrinum er ósamdur við endamálinum hjá
felagsskapinum, sigur Hilmar Høgenni.
Sostatt ber ikki til at nokta limum í Sea Shepherd at brúka almenn
wc, parkeringspláss, ella aðrar almennar hentleikar hjá kommununi.
Eftir grindadrápið í Vágum í farnu viku,
trífaldaðist talið á umsóknum frá sjálvbodnum,
sum vilja koma við Sea Shepherd til Føroya
MYND: SIMON AGER/SEA SHEPHERD
■ Herferðin »Sleppið grindini« byrjar 14. juni og heldur fram til
oktober mánað.
■ Sea Shepherd fer at hava fólk á landi í Føroyum, sum skulu verða
á varðhaldi.
■ Trý skip koma til Føroya at verða við í herferðini – tey eru Bob
Barker, Sam Simon og Brigitte Bardot.
■ Leiðari fyri »Sleppið grindini« verður hollendingurin Alex
Cornelissen.
FAKTA