Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 26 T að kostar ikki einki at vera eitt ríki. Tað kostar eisini nógv, um ikki so nógv, men tó lut­falsliga líka nógv, at vera við í ein­ um ríki, vera partur av einum ríki. Vera í felagsskapi um eitt ríki aftur at rík­in­ um í Faðiri Várum. Millum annað kostar tað val, í ótíð hvørja ferð, til tingið hjá einum øðrum landi í sama ríki. Føroyingar sleppa ikki at velja í lands­tingið í Grønlandi. Grønlendingar sleppa ikki at velja í løgtingið. Og danir sleppa hvørki at velja í landsting ella løgting. Føroysku flokkarnir hava, sum skilst, ongan egnan poli­ tikk at taka við sær í fólka­ ting­ið. Tí er valstríðið um, ant­in fólka­tingslimirnir eru reyðir ella bláir, um hvør blokk­ur tryggj­ar blokkin og aðra neyð­hjálp úr Danmark sum frægast. Fólk, sum annars rópa seg demo­ kratisk, ivast í, um fólk, sum eru vald í eitt parlament, eiga at brúka síni rætt­ indi har. Sín røtt at atkvøða fyri tí, tey halda er skilagott, og móti hinum. Kunnu føroysku fólka­ tings­limirnir veruliga loyva sær at gera tað, sum tey verða vald at gera í fólka­ting­inum, taka støðu og atkvøða? Annars er alt tað, sum fólkatingið fæst við, smá­lutir samanbornir við teir ovurhonds trupulleikar, vit hava at berjast við í Føroyum. Millum annað tí, at her eru so nógvir kulturar, hóast eingi flóttafólk eru og fá fremmand yvirhøvur. Hvør barnaskúli hevur sín kultur. Tí ber ikki til at leggja, nei tvinga, skúlar saman. Tað er ein vanlukka hjá børnum og ikki minst foreldrum. Og kostar nógv í bensini ella dieselolju, tí langt er millum skúlarnar í Havn. Vit hava tað ikki lætt í Føroyum. Men tíbetur eru vit ikki bara við í ein­um vanligum ríki. Vit eru í einum kongs­ríki, í løtuni drotningarríki. Tað kostar eisini ikki einki, tí drotningin og drotningar­maðurin bjóða sær sjálvum til Føroya okkurt um fimta hvørt ár. Og føroyingar eru gestablíðir. Tora heldur ikki at siga nei takk, hóast tað kostar nógv asfalt og døgurðar í ótíð við knívi og gafli úr skínandi silvri. Vónandi fær flaggskiparin á Danne­ brog at vita, at hann skal boða havn­ ar­myndugleikanum á Tvøroyri frá í minsta lagi 24 tímar, áðrenn hann ætlar sær inn á Trongisvágsfjørð. Avgerðin hjá býráðnum har er galdandi fyri øll skip og allar bát­ar, eisini teir royalu bátarnar við gardin­ stongum úr blonkum messingi. Veljast skal til ríkistingið ein hós­ dag. So var enn ein av hasum døg­ un­um, sum órógva arbeiðsdagin. Eitt eitur nú eisini pápadagur. Aftur ein ósiður, sum handlar í Danmark hava innflutt, ivaleyst úr USA, fyri at tjena pengar. Og vit innflyta við sannari gleði allar danskar ósiðir. Pápadagurin var ein pseudofrídag, hálvur hjá nøkrum. Mammudagurin er sunnudag. Javn­ støða? Nei. Tað ræður um at verja virðini, fólka­ tingsval, fínar vitjanir og foreldradagar. Og ikki minst minnisvarðarnar um danska kúgan í Føroyum. Skansin í Havn er nú vorðin kanónføði, hóast eing­in kanón á honum riggar. Skansin, tað grøna friðskjól í stór­ býnum, haðani Nólsoyggin sæst. Hon sæst eisini flestu aðra staðni úr Havn. Í Nólsoy leggur eingin nakað í, um Skansin sæst haðani. Einasta nytta, Skansin hevur gjørt føroyingum, er, at hann skeyt niður eitt týskt bumbuflogfar undir krígnum. Men tað gjørdu bretar, ikki danir. Brillumaðurin tók sum einki Skans­ an, hóast hann gloymdi brillurnar eftir umborð. Nú ganga fólk alla aðra staðni í Tórshavnar kommunu og stúra: bara hand­an lorta havnin ikki endar her hjá okkum. Kunnu tey ikki byggja hana á mán­ anum? Har er eingin at mótmæla. Utt­an so, at amerikanarar gloymdu onkran har uppi. Ella byggja hana í ríki Tínum? Komi ríki okkara (ikki Títt) Jústinus Leivsson Eidesgaard Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin: Mær dámdi væl at skriva sum barn. Á sumri 1972 var eg 14 ára gamal og tá hendi ein skakandi hending í heiminum. Undir olympisku leikunum í Munchen í táverandi Vesturtýsklandi myrdu palistinentiskir yvirgangsmenn 11 ítróttarfólk. Føroyska útvarpið, við Jógvan Arge sum frásøgumanni, segði frá. Tá avgjørdi eg, at eg vildi vera journalistur og siga frá hendingum. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn: Hesin var torførur, tí eg kenni valla meg sjálvan. Kanska, at eg er munandi meira sartur, enn eg sum maður vísi i dagligdegnum. Her eru fleiri tár sum fella, meðan eg eri einsamallur, bæði av gleði og av sorg enn tit gruna. Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin: Kanska at vit øvunda børnunum, og ynskja okkum aftur sum børn, nú lívsins álvari er ein partur av hvørjum degi. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika: Eg eri ein av teimum, sum livi út rættuliga nógv av mínum dreymum. Seinasti er, at eg tók fimm vikur úr kalendaranum í januar og februar í ár og fór á eina andaliga ferð í India, har serligt fokus var á meditatión, sum eg so fegin vil, skal vera ein fastur partur av mínum gerandisdegi, til eyguni bresta. Tordi eg, so hevði eg: verið nógv meira opin um mítt lív. Eg haldi, at vit í Føroyum eru alt ov upptikin av tekna eina mynd av okkum sjálvum, sum næstanum dámar, heldur enn at tekna sonnu myndina. Og geva vit okkum út fyri ein annan, enn vit eru, tá eru vit fullkomiliga ófræls, tá eru tað onnur, sum siga okkum hvussu vit skulu vera. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað Um vit vóru tilvitaði um, hvussu stutt okkara lív í likaminum er, og hvussu vit oyðileggja hesa stuttu løtu av negativiteti og stúran. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin: Eg gerist ovfarin hvønn einasta dag, um eg eri í samband við mitt hjarta, tá ið eg møti fólki og eg síggi, hvussu tey broytast og gerast vøkur, um eg ikki havi ringar tankar um tey. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú: At eg altíð seti mær størri mál, enn eg havi nakran livandi tjans fyri at røkka og at eg havi ov nógv hugskot í høvdinum í senn, í staðin fyri at savna meg um tað eina. Tað seinasta, tú hevur lært, er at: At eg hjálpi ikki upp á nakra støðu, eg geri einki betri við at stúra nakrantíð. Enda setningin: Føroyingar eru protestantar … … Men vit protestera ikki hvørki andaliga ella tímiliga. Vit eiga ikki at vera so upptikin av at bera fedranna arv víðari. Vit skulu skapa sjálvi og helst nakað betri enn okkara forfedrar gjørdu. Eg vil ikki doyggja sum eitt kopi, tí tá havi eg slett ikki livað. Eg haldi, at fleiri føroyingar áttu at hugsa á sama hátt. Eitt lívsstarv og eina feita pensión, Vorherre bevares og keðiligt! tað kann ikki vera einasta endamálið við hesum lívinum. BAKSÍÐAN Yrki: Ovarugøtu 1 í Hoyvík og á Rættarvegi á Hellunum Bústaður: Rithøvundur og journalistur