hósdagur 11. juni 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
27
Pavillonbygningur til sølu
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum pavillon-
bygning til sølu.
Bygningurin, sum stendur á leigaðum øki á
matr. nr. 763, Tórshavn, er til víddar 9,7x15,90
metrar og er innrættaður í tveimum hæddum.
Bygningurin hevur verið brúktur til fyribils
skúlastovur, og verður hann seldur við treyt um,
at keyparin tekur bygningin niður og flytur hann
av økinum í síðsta lagi tríggjar mánaðar eftir at
sølusáttmálin er undirskrivaður.
Tað kann viðmerkjast at sølan eisini umfatar
uttandura stáltrappuna, meðan WC-bingjan ikki
er partur av søluni.
Kostnaður
Prísuppskot. kr. 750.000,00. Bygningurin verður
seldur til hægstbjóðandi, men tilskilar kommu-
nan sær rætt til at havna øllum boðum.
torshavn.fo
Freist
Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi frá í
seinasta lagi mánadagin 6. juli 2015 kl. 12.00
við at senda eini skrivlig boð í afturlætnum
brævbjálva, umframt eina váttan frá peninga-
stovni um tøka fígging til:
Tórshavnar kommunu
Postsmoga 32 • Tórshavn
Teldupostur torshavn@torshavn.fo
Brævbjálvin skal verða merktur uttaná: Boð
uppá keyp av pavillonbygningi, umframt navn
á boðgevara.
Fleiri upplýsingar um bygningin fáast við at
venda sær til løgdeildina.
Søguligir bygningar í hugnaligum umhvørvi
til leigu til spennandi verkætlan
Hevur tú ein dreym um at skipa fyri onkrum spennandi tiltaki av mentanarligum
ella trivnaðarligum slag?
So hevur tú nú høvi at leiga faktorhúsini, pakkhúsini og hjallin hjá Kongaliga
handlinum í Vestmanna.
Útboðið verður skipað við tilboðum.
Tey, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við tíðarætlan, og hvat ætlanin
ítøkiliga er at brúka bygningarnar til. Loyvt verður ikki at brúka bygningarnar til
fastan bústað, men kømur kunna leigast gestum í styttri tíðarskeið.
Nærri lýsing av treytum og øðrum viðurskiftum sæst á vestmanna.fo
Áhugað, ið ynskja at síggja bygningarnar, kunnu venda sær til
kommunuskrivstovuna á tlf. 770 100.
Skrivligt tilboð skal latast Vestmanna Kommunu í seinasta lagi tann 15.
september 2015, kl. 12.00.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 8
350 Vestmanna
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FOz110 Tórshavn
Tel. +298 340 800
Faks +298 340 801
lv@lv.fo
www.landsverk.fo
Goymsluhúsið, sum stendur Uppi á Grind,
verður við hesum lýst alment til sølu.
Ætlanin er, at húsið skal takast burtur og
verða ogn hjá tí, sum fær hetta arbeiðið
at gera. Burturtøkan skal verður framd innan
fyri 3 mánaðir, eftir at sølan er farin fram.
Møguleiki er fyri at síggja húsini
mikudagin 24. juni, kl. 14.00.
Burturbeining av betongi og rudding av
økinum annars er ikki við í tilboðnum.
Tilboð skulu sendast í afturlatnum
brævbjálva til:
Landsverk
Postboks 78
110 Tórshavn
merktur ”tilboð upp á niðurtøku
av goymsluhúsi á Eiði”.
Valt verður ímillum øll tey innkomnu tilboðini
ella verða tey øll havnað.
Tilboðini skulu verða okkum í hendi í
seinasta lagi 20. august 2015, kl. 15.00
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Landsverk á tlf. 290 887.
Goymsluhús
á Eiði
SØLULÝSING