Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 137 - 21. juli 2004 Nr. 137 - 21. juli 2004 5 Heimsstjørnur eru ikki at spæla við LISTASTEVNAN Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Dýrasta atgongumerki á ársins Listastevnu kostar 950 kr. Men tað eigur at vera eitt hóskandi lutfall millum prís og góðsku. Tí Kiri Te Kanawa er ikki hvør sum helst. Ert tú ikki ein av teimum mongu stuðlunum, skalt tú rinda hesar góðu 950 krónur fyri at hoyra hennara rødd. Og tað hava longu nógv gjørt. Men hon er ikki heimsstjørna fyri einki. Krøvini til fyrireikarar- nar eru nevniliga sera stór. Upprunaliga skuldi Kiri Te Kanawa steðga í eina viku, men steðgurin er styttur nakað. Henn- ara umboðsmaður hevur verið í Føroyum og góð- kent umstøðurnar. Heimsstjørnan Kiri Te Kanawa er ómetaliga ansin, og krevur tær all- arbestu umstøðurnar Frá tí hon kemur til landið, skal hon hava góðar bilar eftir sær - Mercedez ella líknandi. Og hon skal hava alt at vita um frástøður og ferðing og annað. Ikki ber til at skipa fyri út- ferðum við henni - tað er nakað, hon avgerð, tá hon kemur til landið. Allar avtalur skulu vera gjørdar, áðrenn hon kemur. Alt skal byrja rættstundis, og hon skal allatíðina hava atgongd til mat og tær bestu umstøðurnar at hvíla seg. Ein vøddamýkjari skal vera tøkur, um henni tørvar tað. Alt hetta ger hon fyri, at einki skal koma í vegin fyri, at røddin megnar konsertina. Oddvá Nattestad, samskipari, sigur, at tað ikki er nakar trupulleiki hjá Listastevnuni at eftirlíka krøvnini, men tað er sjálvandi ein av- bjóðing. - Vit hava somikið góð fólk og góðar umstøður í Norðurlandahúsinum, at tað ber til, sigur Oddvá, sum væntar eina rimmar konsert. Heimsnavn À konsertini 7. august fer Kiri Te Kanawa at syngja millum annað Mozart. Men Kiri Te Kanawa hevur heilt nógv at bjóða - eisini meira modernaðan sang. Fyrireikarnir siga, at hon er helst kendasta listafólk, ið nakrantíð hevur verið vitjað í Før- oyum. Hon er millum tey allarbestu í heim-in- um, og hon hevur fram- ført á øllum teimum heimsgitnu pallunum kring heimin. Ikki fyri einki Kundi tú kanska hugsað tær, at fingið Kiri Te Kanawa at sungið fyri tær. Ella situr tú kanska og ivast í, um hon veru- liga er so góð, sum tey klóku siga. Tað verður í øllum førum ein rætti- liga kostnaðarmikil roynd. Tí Kiri Te Kanawa fær 700.000 krónur fyri ómakin í Føroyum. Enn ein stað- festing av, at hon er ein heimsstjørna. Listastevnan stílar enn hægri í ár enn undanfarin ár. Fyri- reikararnir eru ikki eina løtu í iva um, at gongdin seinastu árini hevur verið so jalig, at tað kann ikki annað enn hepnast væl í ár LISTASTEVNAN Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Við eini fíggjarætlan, sum javnvigar einastaðni mill- um 2,5 og 3 milliónir krón- ur, er Listastevnan nógv tað størsta mentanartiltaki í Føroyum. Stevnan verður í ár hildin 6. til 15. august. Mánadagin bjóðaðu fyri- reikararnir miðlum og stuðlum til eina samkomu, har fyrireikarnir kundu siga frá, hvat stevnan fer at innihalda í ár. Og fyrireikararnir eru ikki eina løtu í iva um, at stevnan hevur bestu útlit at gerast frálík. Tær seinastu tríggjar, sum eisini eru tríggjar tær fyrstu, lista- stevnurnar hava víst ein greiðan positivan tendens, og fyrireikarnir halda seg hava fingið so mikið nógv gott í beinið, at forsøgnin fyri august ber boð um ein mentanarhákonjuktur. Einki tema Undanfarin ár hevur Lista- stevnan havt eitt ávíst tema, eitt nú sjónleikur var eitt árið tema. Men í ár er einki tema sum so. Lyklaorðið hjá fyrireikarunum er góðsku. Ikki kend nøvn, ikki uppruni, men góðska, leggja fyrireikarnir eina við. Heiðursforsetin Sunleif Rasmussen er borganin fyri, at góðskan er í lagi. Hann skal minna fyrireik- arnar á listarliga stevnu- miðið. Oddvá Nattestad, sam- skipari, sigur, at arbeiðið at fáa fatur á góðum lista- fólkum til stevnuna er vorðið munandi lættari við árunum. - Nú koma nógv fleiri fólk til okkara. Vit hava fingið eina rúgvu av ómeta- liga góðum og týðandi kontaktum úti í heimi. Samstundis hava onnur fingið eyguni upp fyri okkum, og vit merkja, at áhugin gevur bæði okkum og føroyskum listafólkum góðar møguleikar, sigur Oddvá Nattestad. Gloypibitar Skráin er sum vera man rættiliga drúgv og umfat- andi. Skulu vit kaga eitt sindur eftir, hvørjir listar- ligirgloypibitar eru at fáa eyga á. Høvuðsnøvnin eru Kiri Te Kanawa og Jethro Tull. Kiri Te Kanawa verður um- rødd aðrastaðni, og Jethro Tull konsertin er væl og virðiliga útseld. Allarhelst fremstu før- oysku sangararnir í løtuni, Teitur Lassen, og Eivør Pállsdóttir hava eisini trokað seg millum fremstu síðurnar í lýsingartilfarin- um fyri Listastevnuna. Teit- ur fer at spæla fyri fólki fríggjadagin 13. august saman við tveimum tón- leikarum. Eivør Pállsdóttir fer at framføra í einari írsk/íslendskari/føroyskari konsert. Hendan konsertin verður sunnudagin 15. august. Ìrskt er aftur á skránni við Celtic Tenors 6. august. Í fjør vitjaði kendi bretski rithøvundurin, Fay Weldon, og í ár verður tað Jostein Gaarder, sum kanska er best kendur fyri bók sína Sofies Verden. Umframt hesi tiltøk vera eisini hópin av øðrum tiltøkum, sum vit fara at skriva meira um í næstum. Sjálvironi Tá tankin um Listastevnuni í sínari tíð kom alment fram, var tað millum annað við teirri grundgeving, at ein stór stevna skuldi av- loysa millum annað Jazz- og gospelfestivalin. Hugsað varð, at við peninginum savnaðum á einum staði, so vildi tankin um veruliga stór heimsnøvn gerast alsamt meira realistiskur. Til æru fyri hendan dreym og tíðindafólkum bjóðaði Oddvá Nattestad Pavarotti vælkomnum. Men Pava- rotti er ikki komin enn, og tað var heldur ongantíð meiningin, at hann skuldi koma. Men leysasøgurnar um Pavarotti hava ikki lagt seg fyri tí, og Oddvá Natte- stad hevur eftir drúgva leitan fingið fatur á tí so- kallaða manageranum hjá Pavarotti, og á samkomuni mánadagin kundi hon við einum breiðum smíli greiða frá. Tíanverri fyri Listastevn- una og øll onnur ætlar Pavarotti sær ikki at koma til Føroya. Men fært tú ikki tann tú elskar, so kunnu føroyingar møguliga kom- andi ár elska ein annan nógv meira. Tí José Carrer- as sigst at vera áhugaður at leggja leiðina til Føroya. Eins og Pavarotti er hann partur av teimum trimum tenorunum. Tað er ein annar manager - tann hjá Kiri Te Kanawa, sum er komin við hugskotinum, og eftir øllum at døma er tað ikki bert ein fjarskotin tanki. Kartni Ravnsfjall, formaður fyri Listastevnuni, saman við Jan Christiansen, borgarstjóra í Havn, og Oddvu Nattestad, samskipara. Listastevnan lovar listaligarliga góðsku og fjøllbroytni á ársins stevnu. Mynd: Jens Kristian Vang. Stór, størri, enn størri, nógv størri Kiri krøv Sunnudagin verður skipað fyri einum heilt serligum tiltaki umborð á sluppini Johonnu FERÐAVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað skerst ikki burtur, at gamla vágssluppin, Jo- hanna, er góður fongur hjá ferðavinnuni í Suðuroy. Og sunnudagin verður hon aftur miðdepilin fyri einum heiltserligum tiltaki. Tá skipar ferðavinnan í Suðuroy fyri teilendskum grill-degi umborð á Johonnu. Hetta tiltakið er lagt soleiðis, at tað skal bera til hjá fólki norðanfjørðs at vera við. Johanna siglir av gomlu kaj á Tvøroyri sunnudagin kl. 13.00 og tá setir hon kós ímóti Tjaldavík, sum er inni á Trongisvágsfirði, so ong- um nýtist at stúra fyri sjó- verki. Sluppin fer at leggja seg innast í víkini, ímillum Tjaldavíkshólm og mølina. Tjaldavík er fornur stað- ur, tí her settu menn tjald upp, tá teir skuldu á suður- oyarting »Uppi millum stovur« í Øravík. Umborð á Johonnu verð- ur borðreitt við teilendsk- um mati og eitt nú verður kynt uppundir grilluna. Ferðin kostar 200 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn. Fyri hendan peningin kunnu fólk eta so nógv tey orka. Enn er tað eitt dulsmál, hvat er á matarseðlinum men maturin skal verða lagaður til tann føroyska góman. Saft verður at drekka afturvið, so tey, sum vilja hava okkurt annað afturvið, eru vælkomin at hava tað við sjálvi. Johanna verður aftur á Tvøroyri kl. 17.00, so tey sum skulu norður við Smyrli kl. 17.30, sleppa við. Tað er eitt avmarkað tal av fólki, sum sleppur við hendan túrin. Ganga úr Fámjin til Hovs Leygardagin verður eisini skipað fyri gongutúri úr Fámjin til Hovs. Bussur koyrir av Kunn- ingarstovuni í Vági kl. 10.00 og av Kunningarstov- uni á Tvøroyri kl. 10.30 til Fámjins. Gingið verður eftir varðagøtuni allan vegin til Hovs. Fyrst um Fámjins- skarð og síðani Manna- skarð. Farið verður eystan- fyri Laganfelli og heimeftir Brekkum og at enda um Mýrugilið og oman til Hovs. Staðkend frásøgufólk eru við á túrinum. Eftir loknan gongutúr verður koyrt við bussi úr Hovi til Kunningarstovurn- ar á Tvøroyri og í Vági. Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri vaksin men fyri børn er tað ókeypis. Bindandi tilmelding til bæði tiltøkini skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvør- oyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00 Teilendskur dagur umborð á Johonnu Seks ára gamli Róar Túná Rúnarsson av Tvøroyri var við Johonnu undir Sumbiarbjørgunum um vikuskiftið. Sunnudagin verður Johanna aftur karmurin um eitt forvitnisligt tiltak C M Y K 5 4 GSM telefonir Tráðleysar Til skip og bátar Nokia - Siemens - Motorola Ericsson - Panasonic Siemens Dect. Kunnu ikki avlurtast NMT 450 - VHF telefonir v.m. SØLA & TÆNASTA www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo