mikudagur 21. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Ólavsøkan 2004
Ólavsøkan 2004
5
Ólavsøku-
blaðið 2004
Útgevari:
Sosialurin
post@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjórn:
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Høvundar:
Eyðun Klakstein
eyðun@sosialurin.fo
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Anna Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir:
Jens Kristian Vang
jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Lýsingar:
Gudny Langaard
gudny@sosialurin.fo
Umbróting:
Føroya Prent
Prent:
Prentmiðstøðin
Endurgeving úr hesum blaði er
bert loyvd, um greitt verður
víst til kelduna
Tað er ein heiður hjá Tórshavnar
Kommunu av verða vertur fyri okkara
Tjóðarhátíð, og kommunan setur
stóra æru í, at býurin er reinur og vak-
ur, nú fólk í túsundatali koma til høv-
uðsstaðin at halda ólavsøku.
Sjálv ólavsøkan verður sett av Oddvá
Nattestad mikudagin, ólavsøkuaftan,
undir Tinghúsinum, hagar Havnar
Hornorkestur kemur marsjerandi og
blásandi í gjøgnum býin, eins og teir
hava gjørt í skjótt 100 ár, við stórum
hópi av ítróttarfólki og reiðumonnum í
hølunum. Rættuligur hátíðardámur er
á Vaglimum, har fólkamongd er kom-
in saman at hoyra, hvat røðarin hevur
at frambera. Eftir at Oddvá hevur sett
ólavsøkuna verður tjóðarsangurin
spældur, og so byrja øll tiltøkini, ið
eru í býnum.
Skráin fyri tjóðarhátíðina er fjølbroytt.
Gamaní er broytingin ikki tann stóra
ár frá ári, men nógv er at fara til. Vit
kunnu fara á alskins framsýningar,
ítróttarkappingar, kristiligar fundir,
midnáttarsang og føroyskan- eins og
útlendskan dans.
Hósdagin, ólavsøkudag verður Løg-
tingið sett, og altíð er ein hátíðar-
dámur yvir løtuna, tá skrúgongan,
umboðandi tað politiska og tað kirkju-
liga, gongur frá Dómkirkjuni niðan í
Tinghúsið, har gongan verður heilsað
av fólkafjøld og stórum kóri, ið fram-
ber yndisligan sang og nýggja ólav-
søkukantatu.
Tað var ikki av tilvild, at teir gomlu
løgdu Tingstaðin her í Tórshavn.
William Heinesen kallar Havnina fyri
heimsins nalva, og vit, sum búgva
her, geva honum rætt. Havnin er er
miðjan í Føroyum, og er tað óivað av
praktiskum grundum, at vit føroyingar
bert hátíðarhalda okkara tjóðardag í
høvuðsstaðnum.
Ólavsøkan er er okkara tjóðarhátíð, og
hana eiga vit øll. Hjaltaliga vælkomin
til býin, bæði ung og gomul, sam-
bandsfólk eins og tit loysinghugaðu.
Vit mynda øll ólavsøkuna, og tí er um-
ráðandi, at vit gera okkara til, at hýrur-
in er góður. Veðrinum eru vit ikki
harrar yvir, men hásummar er, og
kunnu vit vóna at veðrið verður turt
og gott.
Tórshavnar Ítróttarráð hevur ein virk-
nan leiklut í stevnuhaldinum, og er tað
kanska ikki so løgið, tí ítrótturin
myndar stóran part av ólavsøkuni.
Sum borgarstjóri er at fegnast um, at
ítróttarfeløgini í kommununi klára seg
so væl í kappingum bæði í báti og á
leikvøllum. Og spennandi verður, hvør
fer við Løgmanssteypinum í ár. Veður
tað NSÌ ella verður tað 100 ára gamla
havnarliðið HB, ið fer við sigrinum.
Ikki minni spenningur er við kapp-
róðrinum, har Nólsingurin og Havnar-
báturin berjast um meistaraheitið í
tíggumannaróðrinum. Kann tað hugs-
ast, at Dávid vinnur á Goliat?
At enda fari eg at takka øllum tykkum,
ið leggja eitt stórt arbeiði í at ólav-
søkan kann vera so fjølbroytt, sum
skráin vísir.
Tað er mín vón, at tit fara at njóta
ólavsøkuna, og at tit fara heim aftur
við nógvum góðum minnum.
Góða ólavsøku
Jan Christiansen,
borgarstjóri
Vit mynda øll ólavsøkuna
Heilsanir frá borgarstjóranum í Havn
Allar tjóðir hava ávísar dagar og ávísar
hendingar, sum eru við til at savna og
menna tjóðina. Hjá okkum føroying-
um er tað ólavsøkan, ið er hátíðin
fram um allar aðrar hátíðir. Uttan mun
til, hvørja politiska ella átrúnaðarliga
áskoðan vit enn hava, so eiga allir
føroyingar ein sterkan tjóðskaparligan
samleika. Vit kenna okkum sum før-
oyingar. Vit eru felags um mál, søgu
og mentan. Tað verður so av og á
sagt, at tjóðskaparligur samleiki kann
gerast ein forðing fyri, at vit føroy-
ingar kunnu taka virknan lut í altjóða
samfelagnum. Men veruleikin er
heldur tann, at tjóðskaparliga tilvitið
er gott fyri eina tjóð, ið sum tann før-
oyska er ósamd um t.d. átrúna og
politikk.
Ólavsøkan er fram um alt annað tann
einstaka hending, sum savnar føroy-
ingar. Hon er ein partur av okkara
samleika. Tí eru øll góð við ólavsøk-
una. Henda hátíð fevnir um søgu,
mentan, ítrótt og listarligt virksemi úti
sum inni. Hóast ólavsøkan tykist at
vaksa ár um ár, so tykist ikki sum
fólkið troyttast av henni. Tað má tó
ásannast, at hátíðin kanska er við at
gerast í so kommersiel, og her eiga vit
at ansa eitt sindur eftir. Hinvegin so
hava søgufrøðingar ført fram, at
ólavsøkan er sprottin úr einari
keypstevnu einaferð í víkingaøldini.
Um hetta mundið var vanligt at halda
ting og keypstevnu um somu tíð.
Eisini kappleikir og annað til teitis fór
fram á hesi stevnu. Við hesum í huga
er einki løgið í, at ólavsøkan er vorðin
ein blanding av hátíð, mentan, list,
ítrótti og sølu. Hinvegin eiga vit
sjálvsagt at ansa eftir, at vit ikki fara
ov langt burtur frá tí ektaða og upp-
runaliga, sum eyðkendi ólavsøkuna.
Á ólavsøku verður Føroya løgting sett
eftir gudstænastu og skrúðgongu.
Føroya løgting er elsta lóggávuting í
Europa og eitt hitt elsta parlament í
heiminum. Ting, skrúðgonga og
gudstænasta gevur ein serstakan
hátíðardám og er meira enn nakað
annað við til at markera, at her er tað
ein kristin tjóð við ríkum siðvenjum
og eini langari og hendingaríkari
søgu, sum heldur sín tjóðardag.
Henda dag leggja vit alt annað til viks.
Men ólavsøkan verður sum kunnugt
jú hildin í høvuðstaðnum Tórshavn.
Samstundis, sum ólavsøkuhaldið fer
fram, gongur lívið sum vant úti um alt
Føroyaland. Tað er fyri at markera
hetta, at vit nýta høvið at senda
Sosialin í hvørt hús í Føroyum. Vit
vilja markera, at ólavsøkan, hóast hon
er í Havn, er hátíðin hjá øllum føroy-
ingum, uttan mun til hvar teir eru
staddir. Vit nýta eisini høvið til at vísa
okkara blað, sum vit fegin vilja skal
vera fyri allar føroyingar. Vit leggja
dent á at reka kunningarvirksemi og í
hesum virksemi at vera redaktionelt
óheft við kritiskum tíðindaflutningi,
sum líkur hægstu etisku journalistisku
krøv. Vit ynskja at fremja og stuðla
menningina av samfelagnum á ein
hátt, ið styrkir rættarsamfelag, fólka-
ræði, samhaldsfesti og virðingina
millum menniskju. Við hesum støði
vóna vit framhaldandi at kunna gera
eitt gott og lesivert blað, ið eins og
ólavsøkan, er fyri allar føroyingar.
Góða ólavsøku og gott summar allir
føroyingar!
Jan Müller,
blaðstjóri
Ólavsøkan fyri allar føroyingar
C
M
Y
K
5
4