hósdagur 11. juni 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juni 2015
sosialurin 66
38
Tróndur Arge
málið:
Gunnar Nielsen
Støðumeting í felagnum: Gunnar
skifti í vár til íslendska meistaraliðið,
Stjarnan. Eftir eina góða byrjan hevur
tað gingið niður á bakka í heimligu
kappingini. Lítið bendir tó á, at tað
eru avrikini hjá føroyska málverj
anum, sum eru orsøkin.
...á landsliðnum: Gunnar verður heilt
víst í málinum, tá Føroyar spæla móti
Grikkalandi. Hann er klárt fyrsta val
og avrikini á landsliðnum hava verið
sannførandi í longri tíð. Hann hevur
nógva dystarvenjing og skuldi tí verið
til reiðar til uppgávuna.
Aldur: 28
Pláss: Málverji
Felag: Stjarnan (Ísland)
Landsdystir: 26
Mál: 0
Teitur M. Gestsson
Støðumeting í felagnum: Eftir tvey
ár sum ársins málverji, har hann
hevur verið ein brandur í málinum
hjá HB, so hevur árið í ár ikki eydnast
eins væl. Teitur hevur latið ivasom
mál inn og hevur drigist við sjúku
upp til onkrar av dystunum. Var áveg
is til Vendsyssel í vetur, men tað bleiv
av ongum.
...á landsliðnum: Hevur í tvey ár verið
klárt nummar tvey til landsliðið, men
hevur verið sjúkur upp til landsdystin
nú leygardagin. Somuleiðis sá hann
ikki for gott út í málinum, sum NSÍ
skoraði beint fyri landsliðssteðgin,
men framvegis eitt góður back-up
málverji at hava.
Aldur: 22
Pláss: Málverji
Felag: HB
Landsdystir: 1
Mál 0
Tórður Thomsen
Støðumeting í felagnum: Hevur havt
eitt gott og javnt kappingarár við B36.
Tað er ongin slingur í valsinum og B36
avrikar eisini javnt væl í oddinum.
Tykist framvegis verða triðja val sum
málverji á landsliðnum, men mun
urin tykist minkað.
...á landsliðnum: So leingi Kristian
Joensen spælir í næstbestu deildini í
Føroyum, so er hann á landsliðnum.
Skal gera framstig um hann nakran
tíð skal bjóða av um plássið millum
stengurnar, men tyksit í løtuni veksa
við uppgávuni. Er í góðum málmans
aldri.
Aldur: 28
Pláss: Málverji
Felag: B36
Landsdystir: 2
Mál: 0
VERJAN:
Jóhan Troest Davidsen:
Støðumeting í felagnum: Hevur
havt eitt misjavnt ár í verjuni hjá
HB. Byrjaði á høgra bakki, har hann
ikki trívist so væl. Annars hevur talan
verið um eitt vanliga gott kappingar
ár, tá hann hevur spælt í miðverjuni.
Bleiv tó útvístur móti NSÍ herfyri.
...á landsliðnum: Spældi allan dystin
í Rumenia á høgra bakki. Rekur verju
kendu uppgávuna væl, men tykist
ikki trívast so væl á bóltinum. Tað er
ein rímiligur møguleiki, at hann spæl
ir á antin høgra ella enntá vinstra
bakki móti Grikkalandi. Í miðverjuni
eru Atli Gregersen og Sonni Ragnar
Nattestad helst við frá byrjan. Síðani
eru Jóhan og Odmar Færø í kapping
um at verða triðja val. Um ikki Bárður
J. Hansen sannførur til venjing, so er
ein møguleiki at Lars Olsen velur
Jóhan á høgra bakkin.
Aldur: 27
Pláss: Miðverji og bakkur
Felag: HB
Landsdystir: 30
Mál: 0
Atli Gregersen
Støðumeting í felagnum: Hevur eins
og undanfarnu árini verið liðskipari
og stýrimaður í miðverjuni hjá
Víkingi. Hóast hann er farin um tey
30, so eru avrikini framvegis javnt
góð. Hevur tó fingið tvey reyð kort,
sum telja niður, men hevur hinvegin
eisini skotið trý mál í ár.
...á landsliðnum: Hevur vunnið sær
fast pláss í miðverjuni, eftir fleiri
sannførandi avrik á landsliðnum.
Veksur við uppgávuni, tá talan er um
altjóða uppgávur. Ræðist ikki stóru
nøvnini og gevur av somu skuffu,
tá hinir hada teir kunnu niðurgera
føroyingar, føroyskan fótbólt og Før
oyar. Heldur skil á verjuni og heldur
fast í Sonna Ragnar, tá hann hevur
hug at fara út at reika í samband við
tvídystirnar. Ongin ivi um at hann
spælir leygarkvøldið.
Aldur: 32
Pláss: Miðverji
Felag: Víkingur
Landsdystir: 27
Mál: 0
Odmar Færø
Støðumeting í felagnum: Hevur helst
verið mest sannførandi miðverjin í
føroysku kappingini í ár. Hann hev
ur ótrúlig evnir til at vinna sínar tví
dystir og tykist vera væl fyri. Hann er
grundsteinurin undir verjuni hjá B36.
...á landsliðnum: Byrjaði inni á verju
kenda miðvøllinum móti Rumenia.
Kom illa frá byrjan, men spældi seg
upp. Er yvirhálaður í miðverjuni av
Sonna Ragnar og Atla, men er helst
triðja val. Kann somuleiðis koma inn
á verjukenda miðvøllin. Tað er ikki
óhugsandi, at Odmar kemur á vøllin
leygardagin. Tó helst sum innskiftari
nú Fróði Benjaminsen og Hallur
Hansson eru við aftur.
Aldur: 25
Pláss: Miðverji og miðvallari
Felag: B36
Landsdystir: 8
Mál: 0
Sonni Ragnar
Nattestad
Støðumeting í felagnum: Hevur havt
trupult við at umstilla seg til lívið
sum yrkisspælari í Danmark. Fekk
álit frá FC Midtjylland og ein fimm
ára sáttmála. Hevur síðani verið í AC
Horsens , har alt ikki riggaði sum tað
skuldi. Hevur somuleiðis havt trupul
leikar í Vejle, men hevur nú aftur
vunnið sær fast pláss.
...á landsliðsliðnum: Hóast trupul
leikar í Vejle, so er ongin ivi um at
Sonni Ragnar byrjar móti Grikka
landi. Avrikini á landsliðnum
hava verið sannførandi síðani Atli
Gregersen kom aftur á landsliðið. Teir
arbeiða væl saman. Sonni Ragnar
er framvegis ungur og hevur brúk
royndum spælarunum rundanum
seg.
Aldur: 20
Pláss: Miðverji
Felag: FC Midtjylland (Danmark) Útl. til Vejle
Landsdystir: 7
Mál: 0
René Shaki Joensen
Støðumeting í felagnum: Hevur
verið millum fáu ljóspunktunum á
HB liðnum í ár, har hann er fluttur
fram á miðvøllin. Hevur ætlanir um
at koma víðari út í heim at spæla fót
bólt. Tað sæst á venjingarstøðuni hjá
honum. Er væl fyri, men manglar enn
at finna seg til rættist á einum plássi.
...á landsliðnum: Kom inn móti
Rumenia og var sannførandi løtuna
hann var inni. Tað er tó meiri trongt
á miðvøllinum hesaferð. Hann kann
spæla á bakkinum, men tað tykist
ikki sum Lars Olsen hugsar tann
tankan. Ein møguleiki er eisini at
brúka orkuna og ferðina á vonginum.
Fær kanska nakrar minuttir alt eftir
hvussu alt spælir av leygarkvøldið.
Aldur: 22
Pláss: Bakkur, miðverji og miðvallari
Felag: HB
Landsdystir: 3
Mál: 0
Høgni Eysturoy
Støðumeting í felagnum: Hevur ver
ið sannførandi á høgra bakki hjá B36
í fleiri ár. Hevði eitt framúr ár í fjør
og hevur aftur í ár verið javnt góður
flestu dystirnar. Passar væl inn í
spælistílin hjá B36.
ítróttur
føroyar vs
Grikkaland
Fótbóltur Lars Olsen hevur úttikið 24 spælarar til
landsdystin móti Grikkalandi í annaðkvøld. Vit hava
hugt nærri at hvussu teir hava klárað seg í feløg
unum og hvørji útlit teir hava á landsliðnum
Støðumeting av