hósdagur 11. juni 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juni 2015
sosialurin 66
39
landsliðnum
...á landsliðnum: Er við fyrtsu fyrstu
ferð. Helst við Lars Olsen sleppa at
síggja og arbeiða saman við høgra
bakkinum fyri at vita, um hann hevur
tað, sum skal til fyri at spæla á lands
liðnum. Útlit eru ikki fyri spælitíð
leygarkvøldið.
Aldur: 24
Pláss: Høgri bakkur
Felag: B36
Landsdystir: 0
Mál: 0
Einar Tróndargjógv
Støðumeting í felagnum: Hevur bara
verið við í tíggju av teimum 15 dyst
unum hjá NSÍ í ár. Hevur tó verið
sannførandi á vinstra bakkinum.
Verjan hjá NSÍ hevur ikki verið teirra
styrki, men royndirnar hjá Einari
tykjast telja fyri nógv.
...á landsliðnum: Hevur landsliðs
royndir og tí ein upplagdur eykamað
ur at taka inn fyri Viljorm Davidsen.
Tó er tað nokk sum eykamaður, at
Einar er við. Hóast tað er eitt pláss
ledigt á vinstra bakki, so tykist tað
ikki sum, at vit koma at síggja Einar
millum teir fyrstu ellivu.
Bárður J. Hansen
Støðumeting í felagnum: Hevur aftur
í ár verið millum bestu spælararnar
hjá Víkingi. Spælir nógv best, tá hann
er á vanliga høgra bakkinum. Kemur
ótrúliga væl framvið og hevur góð
innlegg.
...á landsliðnum: Hetta er triðju ferð,
at hann er úttikin til landsliðið, men
fyrstu ferð, at hann er við í hópinum.
Lars Olsen hevur heilt víst eitt gott
eyga á kvika høgra bakkinum. Hann
er natúrligi avloysarin hjá Jónasi Tór
Næs á høgra
bakki. Prógvar
Bárður seg til
venjing er ikki
óhugsandi, at
hann er ein
spælari, sum
Lars
Olsen
kundi sett mill
um teir fyrstu
ellivu. Ein ann
ar møguleiki er, at hann byrjar á
bonkinum og kemur inn fyri eitt nú
Jóhan Troest Davidsen á høgra bakki,
um Lars Olsen skuldi valt royndu
loysnina á høgra bakki frá byrjan.
Aldur: 23
Pláss: Høgri bakkur
Felag: Víkingur
Landsdystir: 0
Mál: 0
Miðvøllurin:
Fróði Benjaminsen
Støðumeting í felagnum: Hevur havt
sítt slakast ár í eitt mannaminni. Fekk
ikki uppstartin við vegna útbúgving
og arbeiði. Umframt tað, so er legen
dariski miðvallarin eisini blivin 37 ára
gamal. Tað sæst aftur á einum til tíðir
illaspælandi HB liðið, sum tó hevur
skavað fitt av stigum saman.
....á landsliðnum: Er liðskipari og
Lars Olsen tykist ikki hava nakað
sum helst ivamál viðvíkjandi at
Fróði byrjar inni leygarkvøldið. Tó
hava avrikini í ár helst gjørt, at Lars
hevur eitt gott eyga við avrikinum
hjá liðskiparanum, sum ikki longur
tykist hava somu orkuna, sum fyri
tveimum árum síðani. Er liðskipari og
byrjar leygarkvøldið. Tekur metið fyri
flestar landsdystir og plagar at veksa
við landsliðsuppgávuni. Tað ger hann
helst aftur hesaferð.
Aldur: 37
Pláss: Miðvallari
Felag: HB
Landsdystir: 83
Mál: 6
Christian
Lamhauge Holst
Støðumeting í felagnum: Spælir í
triðj bestu deildini í Danmark fyri
Fremad Amager. Tykist hava fast
pláss á liðnum og verða millum
álitini. Triðj besta deildin er eitt stórt
afturstig frá Silkeborg.
...á landsliðnum: Hevur verið ein
drúgvur tænari á landsliðnum. Tykist
enn hava nógv at geva landsliðnum,
men við Brandi H. Olsen á framrætt
aða miðvøllinum, so verður hann
skumpaður á vongin. Her hevur hann
ikki orkuna til meiri enn í mesta lagi
ein tíma, men hevur so mikið góðar
eginleikar á bóltinum, at hann í fram
tíðini eisini kann gera mun sum
innskiftari. Tykist framvegis verða
tryggur startari á vinstra vongi, men
kappingini blívur harðari í hvørjum.
Spælir helst frá byrjan, men verður
útskiftur.
Aldur: 33
Pláss: Miðvallari og vongur
Felag: Fremad Amager (Danmark)
Landsdystir: 47
Mál: 6
Pól Jóhannus
Justinussen
Støðumeting í felagnum: Hevur í ár
avrikað væl á NSÍ liðnum, sum heldur
óvæntað liggur á odda í Effo-deildini.
Hevur bæði spælt á vinstra bakki
og á miðvøllinum. Tykist spæla við
sjálvsáliti og hevur avgerandi leiklut
á liðnum.
...á landsliðnum: Tykist ikki verða
upp á tal til vinstra bakki, har hann
fyrr hevur havt stórar trupulleikar.
Á miðvøllinum er eisini trongt og
manglandi bóltførleikin ger, at Lars
Olsen heldur velur ein mann sum
Róald Jakobsen, um Hallur Hansson
ikki spælir. Tí tykist mest sannlíka
plássið at verða vinstri vongurin,
har Christian L. Holst ikki heldur ein
heilan dyst longur. Spældi ikki væl í
Belfast, tá hann fekk møguleikan frá
byrjan, men møguliga sum innskiftari
á vonginum um vit hava brúk fyri
kropsligari styrki.
Aldur: 26
Pláss: Bakkur, miðvallari, vongur
Felag: NSÍ
Landsdystir: 21
Mál: 0
Hallur Hansson
Støðumeting
í
felagnum:
Hevur fingið
sítt gjøgnum
brot í Vend
syssel,
har
hann spælir
fast á miðvøll
inum. Prógvaði
í fjør, at hann
er ov góður til
føroysku Effo-deildina. Vendsyssel
hevur eitt mál um at røkka Superlig
uni, so Hallur er í einum umhvørvi,
sum hevur ambitiónir.
...á landsliðnum: Hevur ein skaða í
fótinum, eftir hann bleiv taklaður
í dysti fyri Vendsyssel beint undan
landsliðssamlingini. Stríðist fyri at
blíva klárur. Sær ikki so gott út í løt
uni, men læknar plaga at finna upp á
okkurt. Verður Hallur klárur, so kem
ur hann inn á miðvøllin saman við
Fróða og Brandi.
Aldur: 22
Pláss: Miðvallari
Felag: Vendsyssel (Danmark)
Landsdystir: 17
Mál: 3
Kaj Leo í Bartalsstovu
Støðumeting í felagnum: Hevur tað
trupult í Levanger. Var í fjør millum
lyklaspælararnar, tá felagið flutti
upp í næst bestu deildina. Í ár liggur
felagið botninum og venjari metir
ikki, at hann hevur eins nógv brúk
fyri framrættaðu eginleikunum hjá
Kaj Leo, sum mangan er á bonkinum.
...á landsliðnum: Hevur ikki fingið
sítt gjøgnumbrot enn. Má helst
prógvað, at hann kann arbeiða hart í
verjustøðu. Hann er ein framrættaður
vongur við góðum eginleikum á bólt
inum. Tá José Mourinho kann fáa
Eden Hazard at arbeiða hart á vong
inum, so skuldi tað verið møguligt hjá
Lars Olsen at fingið Kaj Leo til tað
saman. Hevur framtíðina framman
fyri sær og renniorkuna til at arbeiða
harðari í verjustøðu. Nú skal tað
bara umsetast til avrik á vøllinum.
Ein møguligur innskiftari til dystin
leygarkvøldið.
Aldur: 23
Pláss: Vongur
Felag: Levanger (Noreg)
Landsdystir: 4
Mál: 0
Framhald á næstu síðu
37 ára gamli lIðskiparin, Fróði Benjaminsen, setur met fyri
flestar dystir á føroyska landsliðnum leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen