hósdagur 11. juni 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juni 2015
sosialurin 66
40
ítróttur
føroyar vs
Grikkaland
Brandur H. Olsen
Støðumeting í felagnum: Hevur
fingið sligið sítt navn fast við av
gerandi málinum í donsku steypa
kappingini. Umframt, at hann hev
ur skotið fleiri onnur mál. Hevur
enn ikki vunnið sær fast pláss enn,
men sleppur oftani inn. Spennandi
verður hvussu FCK keypir inn í
summarsteðginum og hvat tað ger
við møgleikarnar hjá Brandi, sum
tykist hava vunnið sær álit frá Ståle
Solbakken.
...á landsliðnum: Hevur sum 19 ára
gamal vunnið sær fast pláss á lands
liðnum. Tykist eisini hava funnið seg
til rættis á føroyska miðvøllinum, har
hann hevur stóran leiklut í álops
spælinum, men er so sanniliga ikki
bangin fyri at stríðast. Byrjar heilt víst
leygarkvøldið. Spurningurin er bara
um tað verður sum framrættaður
miðvallari, ella eitt longur afturi um
Hallur Hansson ikki verður tøkur frá
byrjan.
Aldur: 19
Pláss: Miðvallari
Felag: FC Keypmannahavn (Danmark)
Landsdystir: 4
Mál: 0
Sølvi Vatnhamar
Støðumeting í felagnum: Hevur fast
pláss á miðvøllinum hjá Víkingi, har
hann er ein av leiðandi spælarunum.
Hevur tó ikki spælt óvanliga væl í ár,
men avrikini hava verið javnt góð. Tó
uttan at vera ordiliga góð.
...á landsliðnum: Kom burturúr
ongum og hevur vunnið sær fast
pláss á høgra vongi, har hann órædd
ur og ósmæðin bjóðar av við bólt
inum. Torir at bæði dribbla og venda
sær við bóltinum. Tykist ikki nakar
ivi vera um, at hann byrjar á høgra
vonginum leygarkvøldið.
Aldur: 29
Pláss: Miðvallari og vongur
Felag: Víkingur
Landsdytir: 4
Mál: 0
Róaldur Jakobsen
Støðumeting í felagnum: Hevur aftur
í ár verið sannførandi á miðvøllinum
hjá B36, har hann er snúningspunktið
við bóltinum. Hevur tó havt onkrar
vánaliga dyst inn í millum, men ikki
nakað, ið fær teg at hugsa at Róaldur
ikki er tann sami í ár, sum í fjør.
...á landsliðnum: Hevur havt tað
torført tveir teir fyrstu dystirnar á
landsliðnum, men vísti í Rumenia, at
hann er førur fyri at spæla á lands
liðnum. Verður Hallur Hansson ikki
tøkur til dystin leygarkvøldið, so er
mest sannlíkt, at tað verður Róaldur
Jakobsen, sum tekur plássið hjá
honum.
Aldur: 24
Pláss: Miðvallari
Felag: B36
Landsdystir: 2
Mál: 0
Árni Frederiksberg
Støðumeting í felagnum: Árni hevur
í nøkur ár verið millum drúgvastu
spælararnar hjá NSÍ. Evnini eru ikki
at taka feil av, men tvey tey seinnu
árini hevur hann veruliga umsett
tað til mál og avgerandi avleveringar,
ið vinna dystir. Eigur sín stóra lut í
oddasessinum hjá NSÍ í ár.
...á landsliðnum: Bleiv skaddur móti
HB og hevur tí ikki vant nakað serligt
við higartil. Hann er úttikin fyri fyrstu
ferð, so tað er ósannlíkt at hann yvir
hálar nakran annan. Ivasamt um
hann er á dómaraseðlinum.
Aldur: 22
Pláss: vongur
Felag: NSÍ
Landsdystir: 0
Mál: 0
Gilli r. Sørensen
Støðumeting í felagnum: Hevur
júst gjørt nýggjan trý ára sáttmála
við AaB. Hevur fingið partvís sítt
gjøgnumbrot í ár, har hann hevur
spælt onkrar dyst frá byrjan, men
annars sum innskiftari. Stendur í
menning.
...á landsliðnum: Hevur ikki vunnið
sær pláss á landsliðnum enn, hóast
hann við síni nógvu ferð hevur nakað,
sum vit hava nógv brúk fyri. Tað er
ein møguleiki fyri, at hann spælir
á vinstra bakkinum nú Viljormur
Davidsen er skaddur. Tað er eisini ein
møguleiki, at hann byrjar á vinstra
vongi. Hin møguleikin er, at hann
verður innskiftur, sum hann hevur
roynt onkrar dystir fyrr.
Aldur: 22
Pláss: Vongur og bakkur
Felag: AaB (Danmark)
Landsdystir: 5
Mál: 0
Álopið:
Jóan Símun
Edmundsson
Støðumeting í felagnum: Jóan
Símun hevur umsíður fingið sítt
gjøgnumbrot sum yrkisspælari.
Spæir fast í álopinum hjá Vejle, har
hann javnt er millum málskjúttarnar.
Somuleiðis verður hann róstur fyri
avrikini.
...á landsliðnum: Hevur fast sum
áleypari. Hevði ein lítlan niðurtúr
tíðliga í fjør, men hevur síðani vunnið
sær plássið aftur. Skoraði avgerandi
málið móti Grikkalandi seinast og
byrjar heilt víst aftur í álopinum
leygarkvøldið. Er í einum flokki fyri
seg í framrættaða spælinum.
Aldur: 23
Pláss: Framherji
Felag: Vejle (Danmark)
Landsdystir: 32
Mál: 3
Klæmint A. Olsen
Støðumeting í felagnum: Er topp
skjútti í føroyskum fótbólti. Tað
hevur hann verið í hálvt triðja ár nú.
Hann er høvðusorsøkin til, at NSÍ er
oddalið í Effo-deildini. Hóast hann
skorar nógv mál, so er hann ikki
bangin fyri at arbeiða hart og stríðast
fyri liðnum.
...á landsliðnum: Hóast hann skorar
nógv mál í føroyskum fótbólti, so er
tað nakað heilt annað at skjóta mál
á landsliðnum. Her hevur Klæmint
ikki sannført, at hann kann gera tað
á landsliðnum, men hann lýkur flestu
krøvini. Stríðsviljin og málnøsina
hevur hann. Byrjar á bonkinum, men
kundi verið eitt gott boð upp á ein
innskiftara móti dystarenda.
Aldur: 24
Pláss: Framherji
Felag: NSÍ
Landsdystir: 5
Mál: 0
Andreas Lava Olsen
Støðumeting í felagnum: Er í løtum
millum bestu spælararnar í deildini,
meðan hann aðar løtur hevur torført
við at sannføra. Hann skjóta hattrik
ein dag og spæla á vonginum dagin
eftir, fyri síðani at byrja á bonkinum.
Á einum góðum degi millum vanda
miklastu framherjarnir í Effo-deild
ini.
...á landsliðnum: Lars Olsen hevur
tosað um Andreas, sum ein mann,
ið gevur álopinum ein øðrvísi møgu
leika. Hann er krútsterkur í tvídyst
unum og órógvar meiri enn Klæmint
og Jóan Símun. Gjørdi millum annað
mun, tá hann kom inn í Rumenia. Tað
er nokk dystargongdin, ið avger um
tað verður Andreas ella Klæmint, ið
kemur inn í álopið móti endanum.
Aldur: 27
Pláss: Framherji og vongur
Felag: Víkingur
Landsdystir: 7
Mál: 1
trondur@sosialurin.fo
Unga kometin í føroyskum
fótbólti, Brandur H. Olsen,
er í sera góðum formi fyri
Superliga felag sítt, FCK
Málskjúttin frá sigrinum í Grikkalandi, Jóan Símun Edmundsson