Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 565 FRIGGJADAGUR 12. JUNI 2015 1 Torsvøllur: Byggistig 1 og 2 liðugt og kostnaðaræt - Vit hava havt eitt sera vælvirkandi samstarv millum FSF og Tórshavn- ar Kommunu. Umframt tað hava tað verið nógvir veitarar, sum hava samstarvað so væl, at vit í dag kunnu siga, at prosjektið er hepnast og at kostnaðarætlanin er hildin, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreassen, forseti í FSE. Seinastu vikurnar hevur verið nógv fólk til arbeiðis á Torsvølli. Serliga veðrið hevur verið ein stór avbjóðing. Men nú grikkar koma á vitjan stendur Térsvøllur klárur til nærum fimmtúsund fólk - og tað er útselt til dystin! Okkurt smáarbeiði er eftir at gera, men tað er ikki nakað, sum áskoðararnir koma at merkja nakað til. FSF gjørdi í samstarvi við kommununa eina heildarætlan fyri alt økid, og i 2010 varð samtykt at fara undir byggistigini 1 og 2, sum umfataðu millum annað ljóssteyrar, graslikisvøll við møguleika til hita, suðursíðuna við FSF-hgvuðssæti, café og nú eisini fótbóltsskúla og framhaldsdeild, umframt eystursíðuna, sum nú er undir taki við rennibreyt framvið sýlubúðunum ovast, sum eisini verður tikið í nýtslu leygardagin. Nýggju polstraðu sitiplássini á eystursíðuni eru ikki færri enn 2531 í tali. Haraftrat eru 900 sitipláss á suðursíðuni, so tilsamans eru nú ikki færri enn 4.800 sitipláss. Og umstødurnar hjá áskoðarunum er nú vorðnar heilt einastandandi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreassen, FSF-forseti, hava báðir staðið á odda fyri bygginevndini, saman við Róini lanin helt! Schrøter og Virgari Hvidbro frå FSF, og Sjúrði Olsen og Jógvani Arge, umboðandi Tórshavnar kommunu. Og teir eru væl nøgdir. — Tað hevur gingið einastandandi væl, og ymsu veitararnir og serliga arbeiðsfólkið eiga stórt rós uppiborið fyri, at arbeiðið hevur hepnast so væl. Vit fegnast samstundis um góða samstarvið millum FSF og kommununa. Og tað fløvar, at bæði byggiætlan og kostnaðarætlan hildu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Teir báðir gleða seg samstundis til at vinna dystin leygardagin - og at síggja okkara tjóðarstadion kóka av fegnum áskoðarum í einastandandi umstødum. Torshavnar kommuna