hósdagur 11. juni 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juni 2015
sosialurin 66
42
ítróttur
føroyar vs
Grikkaland
Fótbóltur Nýggi metmaðurin er fegin um, at hann slapp
at vera partur av nýggja landsliðnum, men í heyst fer hann
at takka fyri seg – bæði á landsliðnum og í landskappingini
Lars Olsen og Fróði Benjaminsen hava
samstarvað á landsliðnum síðani 2012, tá ið
undankappingin til HM í Brasilia byrjaði
Neli Heldarskarð
Lars var skemtingarsamur, tá
ið Sosialurin fekk orðið á hann
undan venjingini hósmorgunin.
Spurdur, um Fróði byrjar inni og
spælir sín landdyst nummar 84 og
yvirtekur dystarmetið, helt Lars
soleiðis fyri:
– Eg havi lovað at hildið tað
loyniligt fyri Tróndi (Tróndur
Arge, ítróttarredaktørur í Miðla
húsinum). Skemt til síðis, sum
støðan er beint nú, so byrjar Fróði
inni leygardagin, segði Lars Olsen,
tá ið Tróndur Arge var hjástaddur.
Undangongumaður
Lars spardi seg ikki við lovprís
ingum, tá ið hann varð spurdur
um, hví Fróði er rætti liðskiparin
á føroyska landsliðnum.
– Fyrst og fremst er tað tað hans
ara leikháttur, ið er sum stoyptur
til føroyska landsliðið. Hann er ein
framúr góður kempari, og hann
rennur, til hann er um at detta um.
Samstundis skulu vit ikki gloyma,
at afturat hesum er Fróði eisini
ein góður fótbóltsleikari. Fróði
er undangongumaður og gev
ur ongantíð upp. Tískil er Fróði
ímyndin av einum føroyskum
landsliðsleikara, sigur Lars Olsen.
Liðskiparar hava sum oftast
hægri tign enn vanligi leikarin á
liðnum. Samstarvið ímillum Lars
og Fróða riggar væl.
– Vit tosa sjálvandi saman
av og á um ymisk viðurskifti.
Sum venjari taki eg sjálvandi
tær týdningarmiklu avgerðirnar
viðvíkjandi liðnum, men eg lurti
eisini eftir, hvat leikararnir hava
upp á hjarta. Serliga lurti eg eftir
teimum meira royndu á liðnum,
sum hava spælt nógvar dystir,
og har er Fróði ein teirra, sigur
føroyski landsliðsvenjarin.
Tað er ikki ofta, at landslið
hava 37 ára gamlar útileikarar, ið
framvegis megna at halda støðið.
Lars heldur, at Fróði framvegis
megnar at vera við, tí at hann
hevur ansað so væl eftir sær
sjálvum.
– Fróði hevur ansað væl
eftir sær sjálvum. Hann hevur
livað sunt og hildið sær í góðum
kropsligum standi. Fróði er eisini
sloppin undan teimum allar verstu
skaðunum, sum er týdningar
mikið fyri, at ein leikari kann
spæla so leingi. Eg veit um onnur
dømi, har leikarar hava spælt heilt
til teir blíva 40 ár. Men vit fáa at
síggja, um Fróði spælir so leingi, tí
at tað veit hann helst best sjálvur,
segði Lars Olsen at enda um 37 ára
gamla landsliðsliðskiparan, Fróða
Benjaminsen.
Neli@sosialurin.fo
Ein, sum hevur spælt við Fróða
Benjaminsen á landsliðnum í nógv
ár er føroyski danin, Christian
Lamhauge Holst. Christian dylur
ikki fyri, at Fróði hevur havt sera
stóran týdning fyri Føroyar øll
hesi árini.
– Fróði hevur havt sera stóran
týdning fyri føroyska landsliðið.
Føroyar skulu hava eitt landslið,
sum arbeiðir gróthart og ikki
leggur petti í, hvørjum spælt verð
ur ímóti. Her er Fróði ein sonn fyri
mynd, tí at hann leggur onki ikki
í, hvørjum hann spælir ímóti, og
hann kempar og tekur lut í øllum
nærdystum. Hann bakkar ikki fyri
nøkrum, sigur Christian Holst, tá
ið vit fingu orðið á hann undan
landsliðsvenjingini hósmorgunin.
Christian Holst vísir eisini á,
at Fróði ikki er liðskiparin, sum
tosar alla tíðina. Heldur er tað á
vøllinum, at hann gongur á odda.
– Fyrst og fremst er Fróði ein,
sum gongur á odda á vøllinum.
Hann er ikki ein, sum tosar alla
tíðina og sigur hvussu alt skal ger
ast. Heldur roynir hann at eggja
viðleikararnar og syrgja fyri, at
allir eru klárir til dyst. Fróði um
boðar sín liðskiparaleiklut við sín
um avrikum á vøllinum. Summir
liðskiparar hava kanska lyndi til
at tosa ov nógv, men tað ger Fróði
so als ikki, sigur Christian Holst.
Hann heldur somuleiðis, at
leikhátturin hjá Fróða hevur nógv
at siga fyri hinar á liðnum.
– Til dømis eri eg sjálvur ikki
tann leikarin, sum vinnur serliga
nógvar nærdystir og takklingar,
og tí hevur tað verið sera týdn
ingarmikið fyri meg at hava ein
sum Fróða á liðnum. So kann eg
taka mær meira av tí offensiva og
gera um meg har, sigur Christian
Lamhauge Holst at enda.
Ímyndin av føroyskum
landsliðsleikara
Lars Olsen um Fróða:
Christian L. Holst:
Fróði gongur á
odda á vøllinum
hevur verið
600 ferðir í
fremstu røð
Jóannes Hansen
T
á ið fótbóltslandsliðið
leygarkvøldið fer at spæla
ímóti Grikkalandi, verður
tað enn einaferð Fróði
Benjaminsen, sum fer at ganga á odda
fyri føroyska liðið inn á vøllin, og tað
er nakar ivi um, at tað verður Fróði
Benjaminsen, sum fer at ganga undan
í stríðnum fyri at røkka góðum úrsliti.
Soleiðis plagar tað at vera, og Fróði er
uppsettur at gera sítt til, at tað enn
einaferð skal eydnast at røkka góðum
úrsliti ímóti Grikkalandi:
– Vit vístu niðri í Grikkalandi, at
tað ber til, hóast vit eru undirtippaðir.
Í mars taptu Føroyar tepurt í
Rumenia. Tá var eg ikki við, men at
Rumenia vann so tepurt sum 1-0 er
staðfesting av, at vit hava møguleika
ímóti øllum, sigur Fróði Benjaminsen.
Liðformaðurin setir dystarmet
ímóti Grikkalandi, og hann er púra
avgjørdur, tá ið tosað verður um
framtíðina sum fótbóltsspælari á
hægsta støði:
– Eg spæli hetta kappingarárið
aftrat. So fari eg at takka fyri meg –
bæði í HB og á landsliðnum. Eg verði
38 ár í desember, og eg eri avkláraður
um hesi viðurskiftini. At tað hevur
borið til at vera við á hægsta støði
so leingi eigur familjan sín stóra lut
í. Konan og børnini hava funnið seg
í, at maðurin og pápin hevur verið so
nógv upptikin av fótbóltinum. Nú er
tíð uppá, at eg verði meiri saman við
teimum og minni á fótbóltsvøllinum.
Tað vil við øðrum orðum siga,
at síðsti dysturin hjá Fróða í lands
kappingini verður í 27. og seinasta
leikumfari, sum er ásett at vera
leygardagin 3. oktober. Tá eigur HB
heimavøll ímóti FC Suðuroy. Síðsti
landsdysturin í ár verður á Tórsvølli
sunnudagin 11. oktober. Rumenia
verður gestur. Um heilsan verður
til tað, so verður hetta síðsti fót
bóltsdysturin av øllum hjá Fróða
Benjaminsen á hægsta støði.
– Eg rokni ikki við, at tað nakrantíð
verður soleiðis, at eg sleppi fótbólt
inum heilt. Kanska verður møguleiki
at vera venjari. B skeiðið er liðugt, og
ætlanin er at taka A prógvið eisini.
Stóru tølini
Liðformaðurin fer leygarkvøldið at
umboða føðilandið fyri 84. ferð. So
ofta hevur eingin annar føroyingur
spælt á landsliðnum.
Fróði er eisini tann føroyski spæl
arin, sum tilsaman hevur spælt flest
dystir á hægsta støði. Samlaða talið er
nett 600. Tá ið HB og NSÍ sunnudagin
spældu 1-1 í Gundadali var tað dystur
nummar 400 hjá Fróða í landskapp
ingini í bestu deildini. Og so eru tað
hinir dystirnir:
81 í steypakappingini, 12 í euro
peisku meistarakappingini, 10 í Inter
toto kappingini, 5 í UEFA Cup, 3 í
europeisku liguni, 5 stórsteypadystir,
1 í Atlantic Cup og so eru tað 83 lands
dystir.
Umframt hesar 600 dystirnar
hevur Fróði spælt 16 landskapp
ingardystir í fremstu røð í Íslandi.
Tað var í 2004, tá ið hann umboðaði
Fram í Reykjavík. Tá fevndi íslendska
kappingin um átjan umfør. Í einum
dysti var hann ikki við, og einaferð
var hann leikbannaður.
Tølini eru stór, og í knappari
vend hevur tað ikki eydnast at
funnið nakran føroyskan spælara,
sum hevur verið so ofta í fremstu
røð sum Fróði Benjaminsen. Millum
teir, sum eru eitt sindur niðanfyri lið
formannin, eru Egil á Bø (554), Heðin
á Lakjuni (552) og Jákup á Borg (547).
– Eg havi ikki gáað um, at eg nú
havi spælt 600 dystir, fyrrenn nú tú
sigur mær tað. Eg visti heldur ikki, at
tað var landskappingardystur numm
ar 400 hjá mær, tá ið vit spældu ímóti
NSÍ sunnudagin.
Tað hevur fleiri ferðir ljóðað, at tú
hevur havt ætlanir um at gevast?
– Tað er satt, at eg havi havt
ætlanir um at gevast á landsliðnum.
Onnur hava ivaleyst hugsað meiri
um møguleikan hjá mær at seta
met í landsdystum, enn eg havi gjørt
sjálvur. Í fyrraárið ætlaði eg at siga
landsliðnum farvæl, men nú eri eg
fegin um, at eg ikki gjørdi tað. Teir
heittu á meg um at taka eitt tørn
aftrat, tí tað eru so nógvir ungir spæl
arar á liðnum, sum av nátúrligum
orsøkum ikki hava so nógvar royndir.
Eg játtaði, og tað eri eg sera fegin um.
Tí tað nú ber við sær, at tú eigur
metið í landsdystum?
– Tað er ein veruleiki, og sjálvandi
er tað hugaligt. Í hesum førinum hugs
aði eg fyrst og fremst um, at eg hesi
bæði seinastu árini havi verið partur
av liði, har leikliga framgongdin hevur
verið ógvuliga stór. Førleikarnir hjá
ungu monnunum eru væl betri, enn
teir vóru, tá ið eg spældi fyrstu ferð á
landsliðnum í 1999. Nú megnar liðið
meiri at spæla fótbólt, og harvið
sparka vit nógv minni. Spælararnir
verða betri skúlaðir í feløgunum, og
teir súgva altjóða royndir til sín longu
á U15 landsliðnum.
Hvør er høvuðsorsøkin til, at úrs
litini seinastu ferðirnar hava verið so
markant betri?
– Vit liva alla tíðina við tí møgu
leikanum, at stóru mótøðuliðini skulu
vinna stórt á okkum. Hvør dysturin
livir í so máta sítt egna lív. Tað valdast
eitt nú, um vit beinanvegin fáa eitt
mál ímóti okkum, um vit orsaka av
reyðum korti verða undirmannaðir
beinanvegin og so víðari. Tølini siga,
at tað gongur rætta vegin, og tað
eru tað fleiri orsøkir til, sigur Fróði
Benjaminsen, og hann heldur fram:
– Orkan er grundarlagið, og hon er
meiri, nú vit venja mest sum alt árið,
og tað verður farið undir landskapp
ingina so tíðliga á várinum. Bóltfør
leikin og evnini at hugsa skjótt eru av
stórum týdningi. Vit eru oftast undir
stórum trýsti. Lars Olsen hevur lagt
stóran dent á, at vit skulu verða betri
at spæla okkum úr fyrsta trýstinum.
Tað vil siga, at vit skulu bjóða okkum
til og hjálpa hvørjum øðrum, og at
vit skulu duga við einari snaring ella
kropsfintu at sneiða okkum burturúr
tronganum. Um tað eydnast í fyrstu
atløgu, so verður tað beinanvegin
opnari og lættari. Inntil fyri ikki so
Fróði Benjaminsen