Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juni 2015 sosialurin 66 43 Ein av teimum, sum hevur spælt nógvar landsdystir saman við Fróða Benjaminsen, er B36-liðskiparin, Jákup á Borg Terji Nielsen Hann dylur ikki fyri, at Fróði Benja­min­sen hevur havt ovur­ stóran týdning fyri føroyska lands­liðið. – Tað er eingin loyna, at hann hevur ovurstóran týdning. Bara tað at hann er til staðar á vøllinum. Hann er typan, sum ikki bakkar fyri nøkrum, hann vinnur allar nær­dystir, og so hevur hann eitt sera høgt botnstøði, sigur Jákup á Borg. Hann heldur somuleiðis, at hug­burðurin hjá føroyska lið­skip­ ara­num hevur sera stóran týdning fyri hinar leikararnar á liðnum. – Fróði hevur ikki respekt fyri nøkrum líka mikið, hvørjum landi spælt verður ímóti. Tú hevur eisini ofta sæð, at hann kemur í nærdystir við stórar stjørnur, sum kanska ikki tola, at hann er so respektleysur yvir fyri teimum. Tað er so ótrúliga týdningarmikið við eini slíkari typu á liðnum, og tað smittar av. Fróði er tí ein náttúr­ligur liðskipari, tí hann gongur altíð á odda, sigur Jákup á Borg. Hann leggur afturat, at av tí at Fróði er so mikið kontantur leik­ ari, sum hann nú einaferð er, so eru tað fleiri leikarar, ið halda seg aftur við at fara í nærdystir við hann. – Ert tú nær við Fróða á vøll­ inum, so kanst tú risikera at fáa ilt, og tað skapar respekt. Tað er enn ein orsøk til, at hann er so týdn­ ingar­mikil fyri liðið. Hinvegin er hann ógvúliga avslappaður uttan fyri vøllin. Hann vísir sítt ar­beiði á vøllinum, og uttan fyri vøll­in er hann ógvuliga róligur og friðar­ ligur, sigur Jákup á Borg. Ein av teimum, sum kennir Fróða Benjaminsen allarbest bæði frá fótbóltsvøllinum men eisini uttan fyri vøllin, er AB-venjarin, Sámal Erik Hentze. Hann hevur verið venjari hjá Fróða, men harafturat hevur hann í nógv ár verið stjóri hjá før­oyska lið­skip­aranum í byggi­fyri­tøk­uni Húsa­varða­tæn­ astan. Tekur ábyrgd – Fyri tað fyrsta, so er Fróði ein stabilur og góður leikari. Hann er róligur av lyndi, og so torir hann at taka ábyrgd. Tað er ógvuliga týdn­ ingarmikið. Men Fróði torir eis­ini at tala sína søk, og tá hann ger tað, so verður lurtað, tí hansara veri­ máti skapar respekt, sigur Sámal Erik Hentze. Hann heldur, at føroyski lið­ skip­arin, sum í fleiri ár var ar­beiðs­ formaður hjá Húsavarðatæn­ast­ uni, er ein typiskur leiðari bæði á vøll­inum og til arbeiðis. – Hann er góður at samskifta við, og gevur tú honum eina upp­ gávu, so kanst tú vera vísur í, at hon verður loyst, sigur Sámal Erik Hentze. Hann sigur, at Fróði Benjamin­ sen eisini er ein typa, sum krevur nógv av sær sjálvum á øllum økj­ um, og av tí sama krevur hann eis­ini nógv av teimum, sum hann spælir saman við ella arbeiðir sam­ an við. – Fróði hugsar nógv fótbólt, men eg haldi, at man sær nú, at fótbólturin fyllir minni og minni hjá honum. Tað er einki at ivast í, at familjan kemur í fyrstu røð hjá honum. Harafturat er Fróði ein typa, sum ikki ger nógv vart við seg sjálvan, og hann hatar at vera í fokus, sigur Sámal Erik Hentze at enda. terji@sosialurin.fo Fróði gongur altíð á odda Jákup á Borg: Sámal Erik Hentze: Fróði er ein typiskur leiðari langari tíð síðani var tað sjáldan, at tað eydnaðist okkum at fáa tyngd og brodd í álopspartin. Nú er tað væl betri, og tað ber aftur við sær, at tað verður lættari í verjupartinum. Átta ár fram ímóti metinum Nú Fróði Benjaminsen setir met í dystartali á landsliðnum, tekur hann metið frá Óla Johannesen. Gamla TB kempan var fyri síðstu ferð á landsliðnum 6. juni í 2007, tá ið Skotland vitjaði og fór avstað við 2-0 sigri. Óli var á vøllinum í 36 min­ uttir, so noyddist hann skaddur av vøll­inum. Marni Djurhuus loysti hann av, og merkisvert var tað, at eitt lítið korter undan leikloki fór Marni av vøllinum, og í hansara stað kom Símun Samuelsen, sum nú er hjálpar­venjari og liðfelagi hjá Fróða Benjaminsen í HB. Tá ið Óli Johannesen var síðstu ferð á landsliðnum, var Fróði Benja­ min­sen, sum tá umboðaði B36, millum liðfelagarnar hjá Óla. Tað var 43. ferðin, at Fróði var á landsliðnum. Síð­ani hevur landsliðið spælt 50 altjóða skrásettar dystir, og Fróði Benjamin­sen hevur verið fastur maður á liðnum. Onkra einstaka ferð­ina hevur hann givið avboð til vinar­dystir, og onkra ferðina hevur hann verið leikbannaður. Tá ið landsliðið sunnudagin 29. mars í ár tapti 1-0 í EM undan­kapp­ ingar­dysti á útivølli í Rumenia var Fróði ikki við. Hann gav avboð, tí hann um somu tíð fór í nýtt starv sum fanga­vørður. Lítið man tað vera at ivast í, at tað í avgerðini hjá Fróða eisini taldi við, at hann tá ikki var heilt so væl fyri, sum hann annars plagar at vera. Meðan liðfelagarnir í HB í vetur stríddust fyri at røkka røttu venj­ingar­støðuni, var Fróði í skiftum á flatlondum í útbúgvingarørindum. Avrikini seinastu vikurnar hava bent á, at Fróði nú er komin fyri seg. Langa leiðin og málini Fróði Benjaminsen er føddur 17. desember 1977 og uppvaksin á Toftum og í B68. Í heimstaðnum varð hann altíð roknaður at vera millum bestu spæl­ararnar. Hann hevði góðan bólt­ før­leika, likamliga var hann væl fyri – skjótur og stinnur í nærdystunum og høvuðspælinum – taktiska fatanin var góð, og hann var málsøkin. Í pressuni varð hann fyrru árini sagdur meiri at vera stríðsmaður enn góður fótbóltsspælari, men tá hann fór at spæla í høvuðsstaðnum, mundi henda fatanin so við og við broytast. – Eg varð ikki úttikin til yngstu lands­liðini. Tá kendist tað at vera stórt vónbrot. Venjararnir vóru úr Havnini, og teir mettu eftir øllum at døma ikki, at toftadrongurin var nóg góður at sleppa upp í part. Men í 1994 slapp eg upp í part á U19 landsliðnum, og tað var spennandi og mennandi at vera við í EM undankappingini fyri U19 landslið í 1995. Fyrsta umboðanin á besta lands­ liðnum var í altjóða skrásetta lands­ dysti nummar 60 hjá Føroyum. Ísland vitjaði, og íslendingar skor­ aðu einsamalla málið longu í 3. min­utti. Føroysku fyritreytirnar versn­aðu, tá ið John Petersen í 42. min­utti varð vístur av vøllinum. Fróði Benjaminsen var ikki millum teir fyrstu ellivu, men hann varð skiftur inn fyri Sámal Joensen í 74. min­utti. Síðani hevur Fróði verið á lands­liðnum, og nú setur hann met. Hvussu verður leygarkvøldið? – Tað er størri trýst á okkum, eftir at vit vunnu niðri í Grikkalandi, men tað haldi eg, at vit megna væl at liva við. Eg síggi onga orsøk til, at tað ikki skal eydnast okkum at fremja gott avrik og at spæla okkum til málmøguleikar. Ofta eru tað smáir lutir, sum gera av, um tað eydnast at halda tætt í verjuni og at skora mál í hinum endanum. Vit hava gott mót. Og hvør verður tín leiklutur á miðvøllinum? – Tað hava ikki verið so nógvar skiftingar tær seinastu ferðirnar. Brandur Olsen hevur í FCK ment seg ógvuliga nógv. Í Grikkalandi hevði hann í útgangsstøðuni mest fram­rættaða sentrala leiklutin á mið­ vøll­inum, meðan Hallur Hansson og eg skuldu vera meiri verjukendir. Men tað lagaði seg soleiðis, at eg ofta var heilt frammarlaga. Tað er útselt, og vit eiga at fáa nyttu burturúr, at áskoð­ararnir eru í parti við okkum. Fróði hevur skorað seks mál á lands­liðnum: 21. august í 2002 á Tórs­vølli ímóti Liktinstein (3-1), 18. august í 2004 á Svangaskarði ímóti Malta (3-2), 22. mars í 2009 ímóti Íslandi í Kópavogi (2-1), 7. juni 2011 á Svanga­skarði ímóti Estlandi (2-0), 6. september 2011 í Beograd ímóti Serbia (1-3) og 6. september í 2013 í Astana ímóti Kazakhstan (1-2). Feløgini og skaðarnir Fram til 2003 umboðaði Fróði Benjamin­sen barndómsfelagið B68. Fyrstu ferð hann spældi í bestu deildini var 6. august 1994, tá ið B68 á heimavølli tapti 7-0! ímóti GÍ. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir, og støðan var 4-0. Í 2004 umboðaði hann Fram í Reykjavík. 2005-2007 spældi Fróði við B36, og síðani hevur hann spælt við HB. – At tað hevur borið til at vera við so leingi kemst eisini av, at eg havi verið heppin á tann hátt, at skaðar ikki hava darvað so nógv. Tvær ferðir havi eg verið skaddur. Fyrra ferðin var 14. mai í 2006, tá ið vit taptu vinardyst 4-0 í Polen. Tá noydd­ist eg út við brotnum beini í 62. min­utti. Tað kostaði skaðasteðg í fimm vikur, men tað tíðarskeiðið var eingin landsdystur. Seinna ferðin var í 2008, tá ið skaðasteðgur kostaði tveir landsdystir. Í 2009 var Fróði fyrstu ferð lið­for­ maður á landsliðnum. Síðani Jákup Mikkelsen gavst á landsliðnum hevur Fróði gingið fremstur, og tað fer hann eisini at gera leygarkvøldið, tá ið Grikka­land er mótstøðuliðið, og tá ið Fróði verður á landsliðnum fyri 84. ferð. Tað er nýtt met! joannes@sosialurin.fo Savnsmynd: Álvur Haraldsen