hósdagur 11. juni 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
46
ÍTRÓTTUR
FØROYAR VS
GRIKKALAND
FÓTBÓLTUR Tølini siga, at tað ofta endar við trivaligum tapi, tá ið
Føroyar hava staðið seg væl ímóti størri fótbóltstjóðum
BRENT BARN
RÆÐIST ELD
JÓANNES HANSEN
U
m eitt fjórðingsár verð
ur ein fjórðingsøld síð
ani, at Føroyar fyri
fyrstu ferð royndu seg
í dysti í undankapping í fótbólti. 12.
september 1990 stendur negldur í
minnið hjá ikki bara fótbóltshugaðum
føroyingum og føroyingum sum
heild. Allur fótbóltsheimurin yvir
høvur minnist aftur á ella í hvussu
so er veit um tað kvøldið, tá ið Før
oyar vunnu 1-0 á Eysturríki í Lands
krona, og fagnaðarmyndin var
einastandandi. Á youtube.com ber
til at síggja, hvussu stórur føroyski
fagnaðurin var, og hvussu snópisligt
tað var hjá Eysturríki at tapa 1-0
ímóti pinkutjóð sum Føroyum.
Torkil Nielsen varð skrivaður inn í
altjóða fótbóltssøgubøkurnar sum
avrættarin av favorittunum úr
Eysturríki.
Einasta føroyska avrikið, sum
kann javnmetast við triumfin í
Landskrona fyri skjótt 25 árum síðani,
er, tá ið Føroyar 14. november í fjør
vunnu 1-0 á útivølli ímóti fyrrverandi
EM vinnarunum í Grikkalandi. Úr
slitið fer altíð at standa meitlað í
føroysku fótbóltssøguni, og í altjóða
fótbóltssøguni verður tað heldur ikki
gloymt, at Jóan Símun Edmundsson
í 61. minutti skoraði sigursmálið, sum
tók grikskan fótbólt av fótum, og sum
skelkaði altjóða fótbóltsheimin.
Hevndin
Tað hevur ofta verið langt millum
glæsiligu føroysku úrslitini. Men
tað eru nakrir toppar, sum ikki fara
í gloymibókina: 1-1 á útivølli ímóti
Norðurírlandi í 1991, 1-1 á heimavølli
ímóti Skotlandi í 1998, 1-1 ímóti Bosnia
á heimavølli í 1999, 2-2 ímóti Slovenia í
2000, 2-2 á heimavølli ímóti Skotlandi
í 2002 og 1-1 ímóti Norðurírlandi í 2010
eru góð dømi um hetta.
Í summum av hesum førunum
hava Føroyar rokkið góða og óvænt
aða úrslitið í fyrra dystinum. Tá hev
ur tað í returdystinum sæst, at tapið
ímóti undirtippaðu Føroyum hevur
sviðið, og mótstøðuliðið hevur verið
sera uppsett at vinna.
Fyrsta dømið um hetta var Eystur
ríki í 1991. Eftir svíðandi 1-0 tapið 12.
september 1990 spældu Føroyar í
Salzburg 22. mai í 1991. Føroysku
spælararnir mundu vera troyttir.
Eina viku frammanundan høvdu teir
tapt 7-0 á útivølli ímóti gamla Jugo
slavia, og síðani høvdu teir verið í
venjingarlegu í eina heila viku.
Eysturríkararnir vóru ógvuliga
uppsettir, og teir vunnu 3-0. Eitt lítið
korter var farið, tá ið teir skoraðu
fyrsta málið, og síðani skoraðu teir
tríggjar minuttir eftir steðgin og
aftur, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Tað var púra óvæntað, tá ið Páll
Guðlaugsson og hansara menn 1.
mai 1991 megnaðu 1-1 í Norðurírlandi.
Kári Reynheim stútaði hegnisliga
føroyska málið í 63. minutti og javnaði
til endaliga úrslitið. Heimaliðið hevði
lagt seg framum longu í 8. minutti.
Norðurírar kendu seg eyðmýktar,
og teir vóru hundrað prosent
tendraðir, tá ið teir 11. september
1991 vitjaðu føroyska liðið, sum átti
heimavøll í Landskrona. Tá ið eitt
korter var farið, var spurningurin
bara, hvussu stórur norðurírski
sigurin fór at verða. Norðurírland
skoraði í 8., 12. og 14. minutti. Eftir
steðgin skoraðu teir tvær ferðir, og
harvið spældi Norðurírland Føroyar
sundur og saman, og máltalvan vísti
0-5, tá ið finski dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð.
3 .september í 2000 bendi alt leingi
á, at Slovenia fór at vinna væntaða
sigurin á Svangaskarði. Tað restaðu
bara fýra minuttir, tá ið gestirnir
øktu um leiðsluna til 2-0, men so
svaraðu Føroyar aftur. Uni Arge
minkaði um munin í 90. minutti, og
við síðsta sparkinum í góðveðrinum
á Svangaskarði henda dagin javnaði
Øssur Hansen til 2-2. Hetta man vera
minnisríkasta frísparkið í føroyskum
fótbólti yvirhøvur.
Slovenar vóru skelkaðir, og 6.
oktober 2001 søgdu teir takk fyri
seinast, tá ið teir á heimavøllinum í
Ljublijana vunnu 3-0.
7. september 2002 var alt á gosi, tá
ið Føroyar eftir trettan minuttir vóru
frammanfyri 2-0 ímóti Skotlandi
í góðveðrinum á Svangaskarði.
Jákup á Borg átti uppleggini, og
John Petersen var í essinum, tá ið
hann skoraði málini. Sjey minuttir
undan leikloki javnaði Skotland til
2-2, og føroyingarnir iðraðu seg, tí
møguleikin var stórur at økja um
leiðsluna til 3-0, áðrenn Skotland í
62. minutti minkaði um munin.
Leygardagin 6. september 2003
hittust liðini aftur. Hesaferð var tað
á Hampden Park í Glasgow. Skotland
vann 3-1, men hóast skotarnir vóru
uppsettir at siga takk fyri seinast, so
gekk tað striltið, tí Julian Johnsson
javnaði í 35. minutti til 1-1. Nøkur
sekund undan steðginum legði Skot
land seg framum aftur, og seytjan
minuttir undan leikloki varð heima
sigurin staðfestur.
12. oktober 2010 spældu Føroyar
aftur Norðurírlandi eitt puss. Tað
endaði 1-1 á Tórvølli. Christian Lam
hauge Holst legði Føroyar á sigurskós,
tá ið ein tími var farin, men norðurírar
javnaðu, tá ið tað restaði eitt korter.
10. august í 2011 vóru Føroyar aftur
á Windsor Park, og enn einaferð vóru
norðurírar púra villir eftir at vaska
føroysku eyðmýkingina burtur. Tað
eydnaðist, tí Norðurírland vann 4-0.
Fyrsta málið skoraðu teir longu í
fimta minutti, men tað var spennandi
í meiri enn ein tíma, tí tað var ikki
fyrrenn í 66., 71. og 88. minutti, at hini
málini vórðu skorað.
14. november í fjør vunnu Føroyar
1-0 á útivølli ímóti Grikkalandi. Tað
úrslitið fær eingin tikið frá føroy
ingum. Spurningurin er nú, hvussu
tað fer at síggjast aftur leygarkvøldið,
tá ið grikkar á Tórsvølli skulu siga
takk fyri seinast. Brent barn ræðist
eld, plagar at verða tikið til!