hósdagur 11. juni 2015síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juni 2015
sosialurin 66
47
Fótbóltur Í gjár vandi liðið fyri næst seinastu ferð
undan landsdystinum móti Grikkalandi. Lars Olsen hevur
sett meginpartin av liðnum, men ivamálini eru høgri
bakk og vinstri bakk. Eitt triðja ivamál er um Hallur
Hansson verður klárur. Hann hevur skaða í fótinum
Ivamálini
á bakkunum
Fótbóltsføroyar er aftur á gosi. Vónirnar eru
óvanliga góðar og tað er langtsíðani útselt á
Tórsvølli
Hóast mótstøðuliðið hvørki er spekkað við heimsstjørnum,
ella ein smátjóð vit halda vit kunnu vinna á, so áhugin størri
enn kanska nakrantíð fyri einum dysti á Tórsvølli við slíkari
mótstøðu.
Vit hava fyrr verið í líknandi støðum. Tað gongur væl og nú
tykist sum, at vit nærmast eru favorittar móti Grikalandi. Ja,
Grikkalandi, sum millum annað vann EM í 2004 og stóð seg væl í
HM endaspælinum í Brasil í 2014. Grikkaland, sum hevur spælarar
úr týsku Bundesliguni og italsku Seriu A.
Orsøkin er sjálvandi 1-0 sigurin í Pireus í novembur mánaði í
fjør. Sigurin var ein staðfesting av framgongdini, sum føroyskur
fótbóltur hevur verið fyri síðani sigurin í Landskrona.
Nú mugu vit bara minnast til hví vit vunnu tann dystin.
Leygarkvøldið mugu vit minnast til, at tað er ikki nakað
sjálvfylgiligt krav, at vit vinna á Grikkalandi. Hetta er ein dystur
millum tvey lið, har gestirnir eru stórfavorittar at vinna.
Tað merkir ikki, at vit ikki skulu hava góðar vónir. Tað merkir
bara, at vit mugu ikki vænta, at Føroyar í besta Barcelona stíli
vinnur greitt. Vit vunnu í Grikkalandi, tí vit avrikaðu alt tað vit
kundu. Umframt tað, so spældu vit móti einum demotiveraðum
grikskum liði, sum hevði fleiri avboð. Tað eru fortreytirnar fyri, at
vit kunnu vinna ein slíkan dyst. Nógv skal ganga okkara veg.
Upptaktin til dystin móti Grikkalandi hevur skapt ein
fantastiskan stemning. Hesin kemur heilt víst hjálpa okkara
dreingjum, men vit mugu undir ongum umstøðum missa mótið
um alt ikki gongur okkara veg leygarkvøldið.
Skuldi tað hent, at okkara ikki koma væl frá byrjan, so mugu
vit framvegis stuðla okkara spælarum alt tað vit kunnu. Vit mugu
fortelja teimum, sum ikki skilja tað, at hetta er ikki ein dystur
millum tvey javnt góð lið við javnt góðum fortreytum.
Landsliðið hevur gjørt ótrúliga stór framsig seinnu árini. Tí
hava vit rætt til at hava góðar vónir til dystin móti Grikkalandi
– men samstundis mugu vit hava realistiskar vónir. Vit kunnu
forlanga at allir geva tað teir eiga á vøllinum, men vit kunnu ikki
krevja eitt úrslit. Tí tað er ikki bara upp til okkum.
Einasta staðið, har vit sjálvi avgera um vit vinna, er á
áskoðaraplássunum. Tað er okkara uppgáva sum viðhaldsfólk at
geva liðnum hasi eyka prosentini, sum kann verða munurin. Tað
er okkara uppgáva sum viðhaldsfólk at stuðla landsliðunum. Líka
mikið um tað gongur væl ella illa.
Koyr á Føroyar!
Góðar – men
realistiskar
vónir
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Tróndur Arge
T
að tykist ongin ivi vera um,
at Gunnar Nielsen stendur
í mál. Frammanfyri hann
verða Atli Gregersen og
Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni.
Á miðjuni verða Fróði Benjaminsen,
Hallur Hansson og Brandur H. Olsen.
Vinstri vongur verður Christian
L. Holst, meðan Sølvi Vatnhamar
verður á høgra vongi. Jóan Símun
Edmunsson á topp.
Ivamálini eru á høgra bakki og
vinstra bakki. Jónas Tór Næs er
framvegis skaddur, meðan Viljormur
Davidsen hevur givið avboð
somuleiðis vegna skaða.
Í Rumenia spældi Jóhan Troest
Davidsen á høgra bakki, men tá var
Bárður J. Hansen ikki við. Á vinstra
bakki tykist Gilli Sørensen verða
besta boðið, eftir hann at í Suerliguni
móti FCK spældi á vinstra bakki.
Venjingin hósdagin gav ábend
ingar um, at tað verða Bárður J.
Hansen og Gilli Sørensen, sum byrja
inni. Lars Olsen hevur tó ikki tikið
endaligu avgerðina.
– Vit mugu hava javnvág á liðnum
og tað spælir eisini inn. Grikkar eru
sterkir á teirra høgru síðu. Tí mugu
vit finna útav, um vit tetta síðuna ella
velja at leypa á júst har, sigur Lars
Olsen og leggur afturat;
– Eg helli til, at vit leygarkvøldið
skulu tora at skapa fleiri møgu
leikar og leypa meiri á, sigur lands
liðsvenjarin og leggur upp til, at tað
møguliga verða Bárður J. Hansen og
Gilli Sørensen á bakkunum.
Hin møguleikin er, at Jóhan
Troest Davidsen fær afturval á
øðrum bakkinum, meðan annar av
Bárði og Gilla spæla. Á miðvøllinum
er ivamál um Hallur Hansson verður
tøkur. Her leggur Lars Olsen upptil,
at tað verður antin Róaldur Jakobsen
ella Odmar Færø, sum komin í staðin.
– Nú mugu vit so síggja hvussu tað
verður við Halli. Um hann ikki spælir,
so verður tað nokk annar av teimum,
sum byrjaðu inni móti Rumenia, ið
koma inn, sigur Lars Olsen og vísir
til Róald og Odmar.
Sostatt er liðið ikki endaliga sett til
dystin móti Grikkalandi. Landsliðið
kemur at líkjast sær sjálvum og
uppleggið kemur somuleiðis at
minna nógv um tað , ið vit hava sæð
seinastu dystirnar. Spurningurin er
hvussu framrættaðir bakkarnir skulu
verða, og um Hallur Hansson verður
klárur.
Mynd: Álvur Haraldsen