Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juni 2015 sosialurin 66 48 Neli Heldarskarð S amanborið við undan­farin ár er sølan av atgongu­ merkjum broytt. Nú verða øll atgongumerki keypt á net­ inum við tí fyri eyga, at tað skal vera lættari bæði hjá brúk­aranum og FSF at halda skil á atgongumerkjasøluni. Keyparin hevur sjálvur ábyrgd av at printa atgongumerkið undan dyst­ inum. Minnist til at prenta atgongumerkið – Fólk fáa ein teldupost sendandi við atgongumerkjunum. Tað er sera týdn­ingarmikið, at brúkarin minnist til at prenta hvørt atgongumerki fyri seg. Tað vil siga, at um til dømis fimm atgongumerki skulu prentast, so skal prentast fimm ferðir.  Atgongumerkið hevur eina strikukotu, ið verður skann­að inn, tá ið áskoðarin kemur á stadion til dystin. Tú kanst prenta títt atgongumerki út í 50 eintøkum, men tú sleppur bara inn eina ferð. Okkara skipan er trygg og álítandi, og vit ivast ikki í, at hon fer at rigga væl. Hendan skipanin er sera løtt at nýta, og vit sleppa undan ymsum trupulleikum, ið eru komnir fyri fyrr,  sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF. Skipanin er føroysk og er gjørd soleiðis, at hon skal vera so løtt sum møguligt. Hon er øðrvísi í mun til skipanina, sum var áðrenn. – Fyrr gjørdu vit tað soleiðis, at vit høvdu eina forsølu á netinum, og so høvdu vit ábyrgd av at printa atgongumerkini út og senda hana við postinum til keyparan. Tann skipanin var ikki líka trygg sum tann, ið vit hava nú, tí at tað er altíð ein ávís óvissa um atgongumerkini koma fram rættstundis, tá ið tey skulu sendast við posti, sigur Virgar Hvidbro. Vil tryggja føroyskar áskoðarar Við nýggju atgongumerkjasøluni vil FSF eisini tryggja sær, at tað eru føroyingar, sum fáa tey plássini, ið eru ætlað til teirra. – Tú skalt hava ein brúkara, har tú gevur okkum persónligar upp­ lýsingar, um tú skalt keypa atgongu­ merkið frá okkum. Endamálið er, at vit síggja, hvør tað er, sum keypir, og sostatt kunnu vit vissa okkum, at tað eru føroyskir áskoðarar og ikki útlendingar, sum fáa atgongumerkini, sigur Virgar Hvidbro at enda um nýggju skipanina viðvíkjandi at­ gongu­merkjasølu. ítróttur føroyar vs Grikkaland Fótbóltur FSF hevur lagt stóra orku í, at áskoðaraupplivingin til landsdystir skal vera betri og longri enn teir 90 minuttirnar, sum dysturin verður leiktur í. »Tað skal vera ein altjóða uppliving«, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF Fótbóltur FSF tekur eina nýggja atgongu­ merkja­skipan í nýtslu í samband við landsdystin ímóti Grikka­landi leygardagin Vilja skapa eina altjóða uppliving Tryggari og betri á Tórsvølli Krøvini frá UEFA til evropeiskar leikvallir verða strangari og strangari. Tískil hevur verið neyðugt við útbyggingini og teimum nógvu pengunum, ið eru nýttir upp á Tórsvøll seinastu árini. Pengarnir eru tó eisini nýttir við tí endamáli at geva føroyska áskoðaranum eina altjóða uppliving. Nú er tak eisini komið á ein part av leikvøllinum, so at tey, ið sita á eystursíðsuni og og í sunnara endanum sita bæði trygt og fjálgt. »,Tað skal vera ein góð heildar­ uppliving at koma til landsdyst, og vit ynskja gjarna, at fólk til dømis vera her í ein tíma bæði undan og aftaná dystin og hugna sær. So­ leiðis sum Tórsvøllur er blivin hava vit eisini fleiri møguleikar at bjóða fólki. Millum annað er tæn­ astu­støðið hækkað munandi til hendan landsdystin. Fyri tey, ið sita á eystursíðuni er galdandi, at skulu tey keypa sær okkurt, so fara tey ikki at standa í langari bíðirøð, og tey kunnu framvegis síggja dystin, meðan tey standa og bíða. Sølu­búð­ ir­nar eru bygdar inn í sjálva eystur­ síðuna í mun til fyrr, tá ið tjøld og pylsu­vognar vórðu sett upp uttan­ fyri áskoðaraplássini, sigur Virgar Hvidbro. Virgar Hvidbro vísir eisini á, at sjálvt tiltakið rundanum landsdystin er nakað, sum er fyri øll. »,Fólk fara ikki at keða seg, tí at vit hava eisini ymisk tiltøk uttan­fyri Tórsvøll áðrenn dystin, ið eru ætlað fyri øll. Prísurin fyri eitt at­gongu­ merki, 100 krónur, er eisini nakað, sum øll megna at gjalda. Vit halda, at keyparin fær sera nógv fyri hesar pengarnar við teimum nýggju, altjóða umstøðunum, ið eru á Tórsvølli«, leggur Virgar Hvidbro afturat. Eitt stórt arbeiði er blivið lagt í at skapa hesar góðu karmar. »Tað vera eini 250 fólk til arbeiðis í samband við landsdystin afturat teimum 4800 áskoðarunum. Tískil er hetta eitt ófatiliga stórt tiltak, har vit í FSF hava lagt sera nógva orku í, at tiltakið skal blíva so gott sum gjørligt.« Økið rundanum Tórsvøll er broytt sera nógv seinastu árini. Virgar Hvidbro dylur ikki fyri, at hetta er ein leikvøllur, ið føroyingar kunnu vera ernir av. »Tað er ein heilt annar Tórsvøllur, ið vit hava nú, í mun til tann leikvøllin, ið vit høvdu, áðrenn tær stóru útbyggingarnar byrjaðu. Fólk geva sær kanska ikki far um tað, men í samband við landsdystin leygardagin bjóða vit eina altjóða uppliving, sum tú ikki fær aðrastaðni í landinum. Tað er bara hugflogið, sum setir mørk fyri, hvat Tórsvøllur kann blíva til, og hvat hann kann brúkast til. Útbyggingarnar hava millum ann­að eisini gjørt umstøðurnar til stórar konsertir nógv betri. Hetta er av sonnum ein leikvøllur, sum føroy­ingar kunnu vera ernir av”, sigur Virgar Hvidbro at enda.« Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, er sannførdur um, at nýggja atgongumerkjaskipanin er trygg og álítandi, og at man nú fer at sleppa undan ymiskum trupulleikum, ið man áður hevur rent seg í Mynd: Neli Heldarskarð