mikudagur 21. juli 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 137 - 21. juli 2004
Nr. 137 - 21. juli 2004
9
Krabbagágga í egnum landi:
Krabbagággan skrivar:
Ból og biti í Æðuvík. Tað
ljóðar útmerkað, men hvar
er Æðuvík?
– Tú koyrir bara eftir veg-
num til Rituvíkar og snarar
av, tá tú sært skeltið til
Æðuvíkar.
Men eg havi jú ikki nakr-
an bil, sigi eg uttan so mik-
ið sum at umhugsa at tora
at viðganga, at eg heldur
ikki veit heilt neyvt hvar
Rituvík er.
– Júmen so er tað so lætt.
So tekur tú bara bussin úr
Runavík, sigur røddin í rør-
inum yvirberandi, og so er
tað uppá pláss.
Í fagrasta veðri gongur
leiðin oman eftir gongugøt-
uni í Havn við væl pakkað-
um ryggsekki á baki. Ein
gøtuseljari stendur á Vagl-
inum og selur fiskar, har-
ímillum nakrar turrar, sum
finna sær veg niður í rygg-
sekkin afturfyri smáar fjør-
uti krónur.
Av farstøðini í Havn taka
vit báðir myndamaðurin ein
buss, sum skal koyra okk-
um fyrsta strekkið inn í
Eysturoynna, har ein annar
bussur skal koyra okkum
víðari til Runavíkar, har
aftur ein annar bussur skal
koyra okkum víðari til
Æðuvíkar.
Men umborð á fyrsta
bussinum fer ein tanki at
níva eitt sindur.
Hvat nú um eingin handil
er í Æðuvík.
So skulu turru fiskarnir í
hvussu er vera ógvuliga
nørandi, tí teir eru tað ein-
asta etandi í ryggsekkinum.
Best man vera at gera ein
steðg í Runavík og provi-
antera har.
Men so fer ikki at bera til
at náa seinasta bussin til
Æðuvíkar. Nája, beinini eru
væl har av eini orsøk, og
tumlar hevur man eisini –
fleiri tykist tað stundum.
Ein teirra kemur upp onkra-
staðni í Søldarfirði, og
hann hevur ikki verið
frammi leingi, tá ein bilur
steðgar.
– Hvor skal i hen, ljóðar
tað á rungandi gøtudonsk-
um, kryddað við suður-
oyskari dialekt.
– Hvat f... eru tit føroy-
ingar? Bilførarin er
líka ovfarin, sum eg
eri tómur fyri orð.
Ja, tað kann man
gott siga, men eg dugi at
tosa danskt, um tað er tað
ger tað lættari.
– Nei, komið tit bara við
sum tit eru. Eg fari í Bónus.
Hvussu heppin kann man
vera?
Á túrinum verði eg kend-
ur aftur sum gíriga krabba-
gággan, ið ikki vil brúka
meira enn 300 krónur um
dagin, og bilførarin letur
okkurt vælmeint gleps falla
um, at tað er ólukksáliga
flott gjørt at tumla, bara tí
at man ikki tímir at gjalda
fyri ferðaseðilin.
Jamen vit skulu til hand-
ils, royni eg at bera í bøtu-
flaka fyri meg sjálvan,
men tá standa vit longu
uttanfyri Bónus.
Ein pakki av eplamosi,
spaghetti, nøkur hýsufløk
og tríggir hvítleykir verða
keyptir, og so er klárt at
seta nøsina ímóti hesi góðu
Æðuvík.
Nú gekk tað so gott at
tumla, og tað kundi verið at
man var so heppin at hitta
ein æðuvíking her á Glyvr-
um/Saltangará/Runavík –
tori ikki at taka dagar ímill-
um akkurát hvar Bónus
liggur í mun til aldargomul
bygdarmørk.
Fólk í Føroyum sigast at
vera millum heims-
Ból og biti
í Æðuvík
Á síni ferð skal krabbagággan hjá Sosialinum liva fyri í
mesta lagi 300 krónur um dagin. Fyri hesa upphædd skal
hon gerast mett hvønn dag og helst sova undir føstum taki
hvørja nátt, ásannandi at Føroyar ikki eru nakað tjaldingar-
paradís.
Krabbagággan er ókunnufólk mestsum alla aðrastaðni
enn innanfyri ringvegirnar í Havn, og velur tí so ofta sum
gjørligt fyriskipaðar útferðir framum at fara einsamøll til
gongu.
Ferðaseðla- og útferðaprísir verða ikki íroknaðar í tær
300 krónurnar, sum krabbagággan hevur at liva fyri, men
hon fer at lata orð falla, um hesir tykjast henni ov dýrir, tí
eisini her roynir hon at vera sparin.
Krabbagággan hevur ongan bil, men tveir tumlar. So sært
tú nakran standa í vegjaðaranum og veipa við tumlinum,
kann tað væl vera okkara krabbagágga.
Krabbagággan
Hvor skal i hen?
Myndir: Høgni Heinesen
ins raskastu – at brúka bilin
– og helst hava flestu bil-
førararnir ikki ørindi longri
enn fáar hundrað metrar.
Hesaferð gongur í øllum
førum meira striltið at
sleppa uppí.
Men nú steðgar ein, og
bilførarin ger einki minni
enn at bjóða sær til at koyra
okkum allan vegin til Æðu-
víkar.
– Eg skal einki beint nú
allíkavæl, sigur bilførarin
og koyrir okkum til beint
dyrnar á einum privatum
húsum í Æðuvík. Nærum
skelkaðir yvir stóra hjálp-
semið takka vit fyri okkum,
og standa nú í Æðuvík væl
fyrr enn væntað.
Tey, sum ikki hava verið í
Æðuvík, skulu her fáa eina
stutta lýsing. Bygdin er sett
saman av sløkum tredivu
húsum, flestu teirra av
nýggjari slag og í L ella XL
stødd. Her er so friðarligt
sum náttúran loyvir. Um-
hvørvið er reint og pent, og
eitt skelti boðar errið frá, at
bygdin varð kosin best
røkta bygd í 2001. Millum
tey lokalu aðrastaðni í
oynni er bygdin eisini kend
sum Eysturoyar svar uppá
Las Vegas í desember mán-
aði, tá bygdarfólkið hevur
tað við at trýsta elkervið hjá
SEV til tað ítasta, meðan
kappast verður um at hava
best (ella mest) pyntaða
húsið í bygdini. Í Æðuvík
er eingin handil.
Komin inn um dyrnar vera
vit bjóðaðir beint inn í køk-
in til ein drekkamunn sam-
an við húsfólkinum, og
meðan vit sita her og
drekka kaffi og hyggja
eystur í hav, fáa vit góð ráð
um gongutúrar úr bygdini. Í
Lonely Planet bókini hjá
mær stendur Æðuvík ikki
nevnt við einum orði,
so har er ikki
nógvur íblástur at heinta.
Men í bókini liggur eitt
aktuelt avísútklipp um at
fiska á Nesvatni. Eg ringi
til mannin á Nesi, sum í
seinastuni hevur slept sílum
í vatnið og boðið ferðafólki
at fiska tey aftur – fyri eitt
ávíst gjald, sjálvandi – og
stutt eftir er klárt at fara at
fiska. Tráðuna havi eg lænt,
og rækjurnar til agns havi
eg fingið frá húsfólkinum.
Sprittkøkurin verður tik-
in við. Tað kundi hent seg,
at eydnan var við okkum.
Um ikki annað, kunnu hýsu-
fløkini koma til gangs
ístaðin.
Túrurin úr Æðuvík niðan á
Nesvatn er stuttur og lættur
at ganga. Veðrið er heilt
hampiligt, og sýnið beint
yvir á Havnina fløvar hjá
einum, sum ikki er vanur at
yvirnátta eystaru megin
brúnna um Streymin.
Næstu fýra tímarnir eru eitt
satt upplivilsi. Veðrið fer
væl við okkum, og vit fara
væl við sílunum. Vit drepa
ikki livandi. Maðurin, sum
tekur sær av at sleppa sílum
í vatnið, kemur ein túr
niðan at fóðra teimum fisk-
unum, sum hann hevur
gangandi í kørum tætt har
hjá. Hann stendur eina løtu
spentur og bíðar eftir, at vit
fanga okkurt, men fer so
avstað aftur eitt sindur upp-
gevandi.
– Tit áttu at fiska við
flugu ein dag sum í dag.
Her er ov stilt til at fiska
við floti.
Men vit njóta stilla veðr-
ið og føgru løtuna, og
leggja ikki so nógv í um
flotið rørir seg ella ei.
Turri fiskurin kemur væl
við, og tað ger ein muður av
Chivas eisini. So við eitt
tekur.
Tað er ikki tungt at draga
inn, tíverri, men tað vísir
seg at hendan hálvvaksna
maðkapirran hevur kíkað,
so eingin orsøk er at sleppa
henni útí aftur. Saman við
einum feti av hvítleyki fær
hon nakrar minuttir á pann-
uni her uppi á Nesvatni, og
verður etin við góðum matar-
lysti. Hvítleykssteikt maðka-
pirra al fresco kann við-
mælast, tí, sum ein ávísur
útvarpsmaður úr norðara
enda á landinum plagar at
taka til, var hesin rættur
sera, sera, sera, sera, sera
vælsmakkandi.
Tað kostar 250 krónur
fyri hvørja tráðu at fiska
á Nesvatni, og tað er ikki
einki, serliga um man
einki fær, og fyri okkara
viðkomandi mundi kilo-
prísurin á síl-
inum vera eina 1200 krón-
ur. Men her eru nógv stór
síl, og hevði eitt av teimum
stóru bitið á, var prísurin
helst skjótt gloymdur.
Klokkan er farin av mid-
nátt, tá vit báðir mynda-
maðurin langt um leingi
sleppa vónini um stóra
fongin, og venda nøsini
oman ímóti Æðuvík aftur,
har ból er reitt okkum,
meðan bitin bíðar til í
morgin.
Krabbagágga í egnum landi:
Tú kanst senda krabbagágg-
uni uppskot og góð ráð um
ferðamál og annað á teldu-
post adressuni:
krabbagaggan@sosialurin.fo
Hjálp krabbagágguni
Maðkapirra al fresco stokt í hvítleyki. Ein sera, sera, sera,
sera, sera vælsmakkandi rættur
Ból & Biti í Æðuvík
Proviantering á Glyvrum/Saltangará/Runavík
Krabbagoggurutan:
C
M
Y
K
9
8