Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 9 TEKNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – At duga at undrast er ein treyt fyri at gera tað, sum eg geri. Eg havi eygleitt føroyskan politikk so leingi, at eg øtist ikki so nógv longur. Men eg undrist framvegis hvønn einasta dag yvir okk- urt, eg hoyri ella síggi. Ikki endiliga tí støðan er so løgin í sær sjálvum, men tí tað skal so evarska lítið til fyri at síggja tað fullkomiliga absurda í henni. Og so fái eg altso bara ikki hild- ið mær, sigur Óli, sum heldur, at polit- iski leikpallurin í Føroyum man vera besta spæliplássið, ein blaðteknari kann ynskja sær. Stongt um vikuskiftið Óli veit ikki, nær hann sjálvur er byrj- aður at tekna, men hann minnist, at pápi hansara helt Politiken, og at hann longu tá var púra bergtikin av tekning- unum í blaðnum. – Í mínum hugaheimi dugdu hesir teknarnir onki minni enn raman gand við blýantinum. Nú haldi eg sjálvur Politiken, og eg eri framvegis hugtikin av tekningunum. Ikki tí eg ætli at meta meg sjálvan við teirra støðið, men teir hava eisini sínar egna hugskotsmenn, og so fínt spælir klaverið altso ikki her í Føroyum. Óli P.: Skálkurin aftan fyri húsaveggin – Tað er okkurt bygdasligt og barnsligt við at vera blaðteknari. Eitt sindur, sum tá smádreingir standa aftanfyri ein húsvegg og rópa ljót orð eftir fólki og so skunda sær afturum aftur, áðrenn nakar sær teir. Munurin er bara, at teir flestu blivu vaksnir og komu út undan aftur, sigur Óli Petersen, sum annars vanliga plagar at sleppa at fjala seg á baksíðuni á blaðnum, tygum sita við Onki er ov stórt ella ov lítið fyri pennin hjá Óla P. Í 25 ár teknaði hann skip á Skála Skipasmiðju. Seinastu 16 árini hevur hann havt sítt fasta pláss á baksíðuni á Sosialinum og allan politiska leikpallin sum spælipláss Mynd: Jens Kr. Vang – Nei, satt at siga hevði eg ikki vilja havt ein hugskotsmann. Ein stórur partur av stuttleikanum hjá mær ligg- ur í at fáa hugskotini sjálvur. Vanliga er tað ongin trupulleiki, tí eg eri so ólukksáliga forvitin, og mær hevur altíð dámað so væl at práta við fólk. Hevur tú eygu og oyru opin, er altíð okkurt at frætta. Men eg má viðganga, at mánamorgnar ofta eru hopileysir. Álvaratos, tú skuldi trúð, at landið er stongt um vikuskiftið, tí sambært fjøl- miðlunum hendir onki – teir fortelja tað í øllum førum ikki fyri øðrum. Skalt tú gera eitt kvett í Føroyum, skalt tú bara gera tað í leygardag ella sunnudag, tí so frættir ongin um tað. – So mánamorgun má eg ofta rógva afturá aftur og geva gomlum tíðindum enn ein nýggjan vinkul. Tað er eisini í lagi onkuntíð, bara tað ikki verður til heiladeyða endurtøku, tí so skal man sleppa sær langt vekk sum skjótast. Vit fáa meir enn ríkiligt av innantómum samlibandsundirhaldi í fjølmiðlunum sum er, heldur Óli. Toppskorari Á InternetSosialinum sæst hvønn dag ein Topp 10 listi yvir mest lisnu inn- sløgini í dagsins blaði. Ein av trygg- astu toppskorarnum, sum lættliga otar bæði politisk álvarsmál og bú- skaparlig hóttaføll út á siðulinjuna, eru tekningarnar hjá Óla. Óli hevur sostatt tryggja sær dreymasessin hjá øllum skrivandi journalistum í heiminum - at vera tann, sum lesarin allarfyrst leitar eftir. Vit spyrja Óla, um slíkt ikki plikt- ar… – Pliktar? Jú, for hundan – hatta má plikta stjóran til at geva mær meir løn, sigur Óli og flennur hjartaliga. – Altso, mín fremsta ábyrgd er at syrgja fyri, at ongi ósek fólk verða hongd út ella koma í klemmu í mínum teigi á blaðnum. Har haldi eg meg hava funnið stevið, so tað fellir mær sum oftast lætt. Hevði eg kent mær eina tyngri ábyrgd enn tað, hevði eg als ikki kunnað gjørt hetta, tí tað hevði skert hugflogið ov nógv. – Tað sigst jú, at tekningin er stytt- sti vegur millum blað og lesara, men eg verði ongantíð tann, sum seti dagsskránna við nýggjheitum, tí tað skuldu onnur fjølmiðlafólk helst longu havt gjørt. Mín uppgáva er at koma aftaná og vónandi varpa eitt øðrvísi ljós á aktuell tíðindi. Rudda eitt sindur upp kanska, tá tit og politikarnir hava fløkt alt í ein ellibita, sigur Óli argandi. Glaðir amatørar og krympirumpur Tað krevur sítt hugflog at hava eina rámandi tekning klára fleiri ferðir um vikuna, men enn bendir onki á at hug- skotsskjáttan hjá Óla P. er við at tøm- ast. – Tað eru so nógvir glaðir amatørar í føroyskum politikki, og tað er meir enn fulltíðarstarv at halda eyga við teimum. Onkuntíð hevur onkur biðið meg vælsignaðan halda uppat, men eg haldi vit eru komnir til eina semju: eg skal nokk steðga, tá teir halda upp- at við at geva mær tilfar. Men enn er ríkiligt at taka av, og Óli spískar sær fegin blýantin serliga væl, tá hann sær eitt høvi at prika hol á tað uppblásta. – Fólk, sum blása seg sjálvi upp, gera seg klók uppá alt og krympi- rumpur av alskyns slagi, eru tey lætt- astu offrini. Men hetta eru eisini tey, sum ikki duga at síggja tað stuttliga í nøkrum, og tað ger tað bara uppaftur stuttligari at tekna tey. So leingi tey bjóða seg fram, taki eg fegin ímóti. Sjálvt um tekningarnar hjá Óla ofta kunnu vera ógvuliga speiskar, eru tey flestu ivaleyst samd um, at tær ongan- tíð eru óreinar. – Tað eru so nógv ymisk sløg av skemti. Ofta haldi eg, at eg brúki skemt til at bera í bøtuflaka fyri okkum øll, tí í mínum eygum eru vit øll sta- tistar í sama sirkussi. Eisini eg sjálvur. Karikaturarnir av politikarnur eru bara prototýpur av øllum teimum herligu sløgunum av føroyingum, sum eru til. – Politikarnir høvdu ikki havt so strævið, um teir dugdu at flenna eitt sindur meir eftir sær sjálvum. Teir eru vorðnir alt ov smásárir, og spei er næstan ikki til longur, tí tað verður til øði beinanvegin. Har kundu teir lært mangt og hvat av tí gamla slagnum av politikarum, heldur Óli. Ógildug próvførsla Men Óli viðgongur eisini, at skemt er eitt frálíkt skálkaskjól, tá tú vilt sleppa at vera eitt sindur óskikkiligur. – Í grundini er tað okkurt øgiliga barnsligt við hesum. Tú veist, líka sum tá smádreingur standa aftanfyri ein vegg og rópa banniorð eftir fólki og skunda sær at goyma seg, tá onkur fær eygað á teir. Hatta gera allir dreingir, summir vaksa bara ongantíð frá tí… – Teknarin er altíð í eini serstøðu, tí hann sleppur væl frá øllum. Pilkar tú við eina fotomynd, kanst tú ákærast fyri at reingja veruleikan ella sannleik- an. Men tekningin roynir ongantíð at billa nøkrum inn, at hon er ein endur- geving av veruleikanum. Ein teknari hevur longu plaserað veruleikan eitt heilt annað stað, enn har hann vanliga er. Tað eru øll samd um, og tí kanst tú tekna akkurát, sum tær lystir, uttan at verða drigin í rættin fyri tað. Ikki tí, eg havi ætlanir um at royna tað, men hatta er ein áhugaverdur tanki, hug- leiðir Óli. Listasnobbar Spurningurin, um blaðtekningar av hesum slag er list, er komin at hanga í luftini, men Óli fær hann skjótt niður á jørðina aftur. – Eg havi ikki skil fyri list. Men tað hevur skattavaldið, og tey hava definerað mínar tekningar sum list við at lata meg sleppa undan avgjaldi, so tað eri eg sera takksamur fyri, flennur Óli. – Sjálvur haldi eg, at tað hevði verið burturvið, at hongt mínar tekningar á eitt listasavn og væntað, at tær kundu liva sítt egna fantastiska innrammaða lív har í allar ævir soleiðis, sum list sigst at gera. Ein speisk blaðtekning livir her og nú í samskiftinum við tann, sum hyggur eftir henni og veit, hvat hon sipar til. Kanska hon best kann samanlíknast við hesar ymsu listainstallatiónirnar, sum eru uppi í tíðini nú, har tað, at tú ert til staðar og upplivir verkið, ger tað til list. – Mær dámar væl at ganga á søvn, tí har sleppi eg síggja tað, eg vil, tá eg vil. Men eg havi onga trongd at taka listaverkini heim við mær, so eg kann ganga og hyggja eftir teimum heima hjá mær sjálvum hvønn dag. Eg hevði troyttast av teimum og ivaleyst bara gingið og gníggja mær í hendurnar, tá eg hugdi at signaturunum, sum vóru teir partabrøv í bankanum. Akkurát sum hasin listasnobburin hjá Storm P., sum vísir einum øðrum sína fram- úrskarandi listasamling. Men har er bara ein veggur, sum allur er avtagl- aður við pikkulítlum puntum við signaturum. Málningarnar sjálvar hev- ur hann koyrt burtur, tí teir tóku alt ov nógv pláss, fortelur Óli og flennur í kíki. – Nei, lat meg ikki vera so óreinan. Eg eri vísur í, at tað eisini finnast snobbar, sum hava skil fyri list. Tað ber so vælsignaða sjáldan til at seta fólk í bás – og lukkutíð fyri tað, tí tá hevði tað verið keðiligt at verið til, sig- ur Óli P. – Mínar blaðtekningar liva her og nú. Um 5 ár kunnu tær í besta føri vóna at hava eitt sindur av søguligum virði fyri tey, ið minnast, hvat tær sipa til, sigur Óli P. Mynd: Jens Kr. Vang Á vegginum inni í arbeiðsrúminum hjá Óla hanga nakrar tekningar av Óla sjálvum, sum onnur hava tekn- að. Tær flestu av teimum stava frá onkrum av hansara mongu túrum uttanlands. – Eitt tað besta, eg veit, er at ganga á gongugøtum í stórbýum og lúra gøtuteknarum kynstrið av. Og tað hendir seg av og á, at eg offri meg fyri fakið og lati teir tekna meg. So kann eg sita her heima og gruna yvir, hvussu ymiskt teknarar velja at avmynda míni eykenni – av berum fakligum áhuga sjálvandi. Eg eri ov gamal til at taka mær slíkt nær. Eg meini so við, høgu pann- una og frísutu eygnabrýrnar veit eg av, men álvara – sær nøsin hjá mær veruliga út, sum eitt epli? – Tað løgna er, at flest fólk fakt- iskt halda seg síggja heilt øðrvísi út í eygunum á øðrum, enn tey gera. Tá eg so tekni tey, bera tey seg at, sum var ein stór avdúking av einum væl vardum loyndamáli farin fram, og eg standi eftir sum Svartiper. Men sum sagt, málið hevði aldrin hildið í rættinum… Óli í heita stólinum Yndismyndin hjá Óla av sær sjálvum. Teknað á gongugøtuni í Prag á páskum í ár C M Y K 9 8