mikudagur 21. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 137 - 21. juli 2004
Nr. 137 - 21. juli 2004
11
Løgtingsmaðurin Henrik Old, ið er formaður
í løgtingsins vinnunevnd, hevur her í blað-
num mælt til at friða Føroya Banka fyri øllum
fiskiskapi í eitt ella tvey ár. Bakgrundin fyri
hesum hugskoti tingmansins er, at tað nú
vísir seg, sum nógv minni er at fáa, enn tað
hevur verið. Eisini sæst, at fyri tveimum
árum síðani var meginparturin av veiðini
stórur toskur. Nú er bert helvtin av veidda
toskinum stórur toskur. Sum kunnugt er
Føroya Banki kendur fyri sín stóra tosk –
banktoskarnir eru tiltiknir. Tað má tí takast
sum eitt álvarsamt vandasignal, at mongdin
av stórum toski í veiðuni er minkað so nógv.
Mint verður eisini á, at fiskidaganevndin
hevur mælt til at minka um fiskidagatalið
Bankanum.
Eina meginorsøk til hesa skeivu gongd á
Føroya Banka sigur Henrik Old vera handils-
kvoturnar. Teir stóru línubátarnar hava keypt
fiskidagar frá smærri bátum og á hendan hátt
verður verður veiðitrýstið størri enn ætlað frá
almennari síðu. Hetta tí ofta er talan um fiski-
dagar, sum annars ikki høvdu verið brúktir á
Bankanum. Við tí skili, sum nú er galdandi,
er veiðitrýstið økt út við 100 prosent, og hetta
trýst kann Bankin heilt einfalt ikki tola. Tað
er tí avgerandi neyðugt við politiskum tiltøk-
um heilt skjótt. Formaðurin í vinnunevndini
sigur seg hava varhugan av, at almenna
fyrisitingin ikki heilt skilir álvaran í hesum
máli og hann væntar ikki, at tað verður eitt
lætt mál at loysa.
Fiskiríkidømið í føroyskum sjóøki er ogn
Føroya fólks. Landsins politikarar hava
skyldu at umsita hetta tilfeingi við ábyrgd og
skili. Tað kann ikki góðtakast, at ein so týð-
andi partur av okkara tilfeingi, sum toskurin
á Føroya Banka verður niðurfiskaður. Er
skaðin fyrst hendur, fer tað at ganga long tíð,
áðrenn hann verður bøttur aftur. Tað er tí at
vóna, at allar avvarandi partar kenna sína
ábyrgd og duga at síggja álvaran í hesum
máli. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
eigur at taka hetta álvarsmál upp sum skjót-
ast. Tað verður einki lætt mál, men tað eigur
ikki at ræða ein ungan og dugnaligan fiski-
málaráðharra.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Bankin friðast
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Herðaklapp til G-fólkini
Aldri áður havi eg verið
til eitt so væl skipað og
innihaldsríkt uttandura-
tiltak í Føroyum, sum G-
festivalurin seinasta viku-
skifti. Fyrireikararnir av
G-festivalinum
hava
uppiborið
eitt
stórt
herðaklapp, fyri at stíga
nýggj og spennandi fet
fyri føroyskum mentan-
arlívi
John Johannessen
tinglimur fyri Javnaðar-
flokkin
framsøgumaður í
mentanarmálum
www.jokarin.com
Ein ótrúlig uppliving. Dugi
í skrivandi stund ikki at
finna onnur orð fyri vitj-
anini á G-festivalinum um
vikuskiftið. Ein fjølbroyttur
og væl skipaður festivalur
fyri allar aldursbólkar, har
tú fekst høvi at njóta vakra
tónleikin hjá umleið 30
tónleikabólkum. Bæði góð-
um lokalum tónleikarum,
sum Anniku Hoydal, I Am,
Gestum, Eivør Pálsdóttir og
fleiri. Og síðani heims-
kendum tónleikarum, sum
Kashmir, Russ Taff og Lisu
Ekdahl.
"Vit eru so lítil. Vit
kunnu ikki í Føroyum." Tað
er vanliga svarið, ið virkin
og víðskygd fólk fáa her
heima, tá tey seta sær
nakað stórt fyri. Fáa aðra-
staðni hevur Jantelógin so
nógv at siga, sum í Før-
oyum. Men tíbetur løgdu
G-fólkini líka í hesa for-
dómsfullu lóg. Hóast and-
róður á vegnum, so hildu
tey kortini á og prógvaðu,
at tað ber til. Úrslitið gjørd-
ist eitt tað innihaldsríkasta
og best skipaða uttandura
mentanartiltak, ið hildið er
í Føroyum seinastu árini.
Veit ikki, um nakar hevur
ilskast um, at tað kostaði
knappar 400 krónur at vitja
á festivalinum í ein dag.
Men haldi ikki, at hetta er
nakað at ilskast um. Tí fáa
aðrastaðni ber til at vera til
ein so stóra konsert við so
nógvum kendum nøvnum
fyri so lítlan pening. Tað
vita øll, sum onkuntíð hava
verið til líknandi tiltøk í
ørðrum londum.
Nú vit tosa um onnur
lond, haldi eg, at tað eisini
er vert at viðmerkja, at G-
festivalurin ikki á nakran
hátt stóð aftan fyri líknandi
tiltøk í grannalondum okk-
ara.
G-fólkini hava brotið upp
úr nýggjum innan føroyskt
mentanarlív. Tey hava skapt
føroyska festival mentan.
G-festivalurin eigur at vera
komin fyri at verða. Og
vónandi fara allar góðar
kreftir - eisini almennar - at
stuðla gróthørðu kreftunum
í Gøtu framhaldandi at
kynda undir henda nýggja
táttin innan føroyskt ment-
anarlív.
Túsund takk fyri eina
framúrskarandi og hjarta-
nemandi uppliving.
Listaskúli, Ítróttarskúli,
Tónleikaskúli. Mong hava
nøvnini verið á verkætl-
anunum hjá Páll á Reyna-
túgvu, fyri at fáa onkran
bygning á Sandoynni fyri
almennar pengar sum
varða av sær sjálvum.
Veruligi tørvurin tykist at
vera ein ítróttarhøll. Og
hesa hevur Menta-mála-
ráðið longu givið sand-
oyggjafólki eina tilsøgn
um at rinda ein part av.
John Johannessen
tinglimur Javnaðarfloksins
mentanarnevndin
Tjóðveldistingmaðurin,
Páll á Reynatúgvu, vil ikki
vera við til at bjarga
Musikskúlanum. Orsøkin
er, at landsstýrismaðurin í
mentamálum
vil
hava
fíggjarnevndina at góðtaka,
at 450 túsund krónur verða
fluttar musikskúlanum av
játtanini uppá 500 túsund
til Listaskúla á Sandoynni.
Veruleikin er, at Páll á
Reynatúgvu sum fíggjar-
nevndarlimur undir fíggjar-
lógarviðgerðini
kroysti
fíggjarnevndina til at seta
500 túsund av til Listaskúla
á Sandoynni, hóast polit-
iskur vilji ikki var fyri hes-
um ófyrireikaða uppskoti.
Einum uppskoti, har greiða
ikki hevur verið á, um talan
er um listaskúla, tónleika-
skúla, ítróttarskúla ella
okkurt heilt annað.
Samstundis hevði hesin
sami tingmaður Tjóðveld-
isfloksins virknan leiklut í
at skera játtanina til Musik-
skúlan so mikið, at skúlin
nú ikki er førur fyri at veita
nøktandi frálæru, fær hann
ikki tær 450 túsund krón-
urnar, sum í resta.
Ein varði ella ein
ítróttarhøll
Leingi hevur verið kunn-
ugt,
at
sandoyggjafólk
ynskja sær eina ítróttar- og
samkomuhøll, fyri at økja
um trivnaðin í oynni. Ein
slík høll hevði eisini verið
nakað, sum sandoyggjafólk
høvdu fingið gleði av at
brúkt sum savnandi mið-
depil á nøkrum økjum inn-
an
mentanarlívið.
Ein
ófyrireikaður varði av ein-
um einstøkum tingmanni í
skapi sum ein skúli av ein-
um ella øðrum slag, hevði
ikki á sama hátt verið til
gagns fyri Sandoyggjafólk,
men heldur fyri nøkur fá
aðrastaðni úr landinum.
Ítróttarhøllini hava sand-
oyggjafólk arbeitt fyri. Og
tí hava tey eisini fingið
skrivliga tilsøgn úr Menta-
málaráðnum um ein stuðul
uppá 45 prosent av kostn-
aðinum av eini ítróttarhøll.
Mentamálaráðið
hevur
skrivliga boðað frá hesum.
Tað er heilt greitt, at
Sandoyggin ikki er javnt
sett við aðrar partar av
landinum á fleiri økjum.
Eisini, tá talan er um at
útvega ein hentleika sum
ítróttar- og samkomuhøll.
Tí haldi eg tað vera rætt, at
almennu Føroyar stuðla
einum slíkum tiltaki. Og
tað vil eg eisini fegin vera
við til.
Harmist stórliga um, at
tjóðveldistingmaðurin og
fíggjarnevndarlimurin, Páll
á Reynatúgvu, ikki vil sýna
so mikið av landspolitisk-
um skynsemi, at hann kann
bjarga gangliga landsum-
fatandi
musikskúlanum,
men heldur vil byggja
lokalpolitiskan varða av
sær sjálvum í skapi, sum
ein ófyrireikaður Listaskúli
ella
Tónleikaskúli
ella
Ítróttarskúli ella kanska
okkurt heilt heilt annað.
Ein væl virkandi musik-
skúli er sanniliga eisini til
gangs fyri Sandoynna.
Vit vilja Sandoynni væl
Havi lisið aftursvarið frá
bæði Páll á Reynatúgvu og
flokstrúgva skilamannin-
um, Sólvit Simonsen. Báðir
leggja meg undir at leggja
fótonglar fyri menningar-
ætlanum í útjaðaranum og
at taka pening frá útjaðar-
anum. Tí vil eg beinanvegin
vísa aftur. Skal til eina og
hvørja tíð stuðla skilagóð-
um og fyrireikaðum ætlan-
um á Sandoynni og aðra-
staðni í útjaðaranum. Men
haldi tað ikki vera skilagott
at leypa á leistum fyri
ófyrireikaðum ætlanum hjá
Páll á Reynatúgvu og lata
grundleggjandi ungdóms-
arbeiði, sum tann lands-
umfevnandi musikskúlan
bløða afturfyri. Tì orkestr-
inum spæli eg ikki við í.
Gevið Sandoynni eina ítróttarhøll
UTTAN ÚR HEIMI
Fyri fleiri hundrað
árum síðani var Silki-
vegurin nðttur til at
flyta silki og krydd-
urtir úr Asia til
Evropa. Í dag verður
vegurin nðttur til at
flyta rúsevnið heroin.
Fyrr gav flutningurin
eftir Silkivegnum
framburð og trivnað í
Evropa. Í dag er
farmurin oyðandi
RÚSEVNI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í nútiárunum var blóðugt
borgarakríggj í gamla sov-
jetlððveldinum Tadjikistan,
og búskapurin varð lagdur í
oyði. Í dag er landið eitt av
teimum fátækastu í heimin-
um. Nøkur forvinna sær til
lívsins uppihald við at
dyrka bummull, meðan
onnur hava kent seg noydd
at fáa inntøkuna burtur úr
einum øðrum hvítum evni,
heroini.
Stutt frá ánni Pjardzi
standa
fleiri
hundrað
tadjikiskir vaktarmenn og
eygleiða tað oydna lendið
hinumegin tað afghanska
markið, tí haðani koma um-
leið 80 prosent av øllinum
heroininum í heiminum.
Fyri nøkrum vikum síðani
lógu vaktarmenninir og
bíðaðu ímillum runnarnar.
Teir høvdu fingið at vita, at
ein størri nøgd av heroini
var á veg ímóti markinum.
Stutt fyri midnátt tað eina
kvøldið kom ein bláur bilur
eftir tí vánaliga vegnum.
Tveir menn vóru í bilinum,
men teir mundu óra ilt, tí
brádliga vendu teir. Teir
tadjikisku vaktarmenninir
lótu fleiri skot av eftir bilin-
um, sum endaði í einari
grøv.
Tað vísti seg, at smuglar-
arnir høvdu 50 kilo av
heroini í bilinum.Í vestur-
lendskum oyrum ljóðar tað
næstan ótrúligt, men hjá
teimum tadjikisku vaktar-
monnunum var fongurin
ikki størri, enn teir eru
vanir við.
Taliban-stðrið
Í Sovjet-tíðini var tað 1.400
kilometrar langa markið
ímillum Tadjikistan og Af-
ghanistan stongt. Í dag er er
øvugt, og opium og heroin í
stórum nøgdum verður flutt
um markið, haðani tað fer
til Russlands og Vestur-
evropa. Hendan smuglara-
leiðin hevur fingið navnið
Silkivegurin eftir teirri
gomlu leiðini, sum fyrr
bleiv nýtt til at flyta krydd-
urtir og silki til Vestur-
heimin.
Fyrr vórðu opium og
heroin úr Afghanistan flutt
ígjøgnum Iran, Turkaland
og Balkan-londini til Vest-
urevropa, men sambært ST
er tann nðggi Silkivegurin
vorðin tann mest nýtta
heroin-smuglaraleiðin
ímillum Afghanistan og
Evropa.
Teir tadjikisku myndug-
leikarnir viðganga, at tað er
ikki lætt at forða flutning-
inum. Í 1999 framleiddi
Afghanistan næstan 80 pro-
sent av øllum heroininum í
heiminum, og næstan 90
prosent av heroininum,
sum
bleiv
selt
í
Vesturevropa, kom haðani.
Árið eftir bannaði Taliban-
stðrið afghanum at dyrka
opium, og bannið vísti seg
at virka sera væl. Í 1999
dyrkaðu teir afghansku
bøndurnir umleið 4.600
tons av ráopium, men
framleiðslan minkaði niður
í 200 tons, eftir at bannið
var komið í gildi.
USA torir ikki
Men tá amerikanararnir og
aðrir róku Taliban-stðrið
frá, fóru teir afghansku
bøndurnir aftur at dyrka
opium, og sambært ST fer
heystið at seta met í ár.
Stjórnin í Kabul hevur sett
bøndrunum forboð fyri at
dyrka opium og at gera
heroin. Men boðini frá
stjórnini
hava
onga
ávirkan, tí stjórnin hevur
bara
ræðið
í
sjálvum
høvuðsstaðnum, og lokalir
krígsharrar forvinna nógvar
pengar
burtur
úr
heroinsmuglingini.
Teir
hava tí ongan áhuga í at
hjálpa stjórnini.
Í Tadjikistan vilja mynd-
ugleikarnir vera við, at af-
ghanar hava minst 400
rannsóknarstovur, sum gera
heroin, og 80 teirra eru á
leiðini við tadjikiska mark-
ið. Tadjikar halda, at Vest-
urheimurin má taka sær um
reiggj.
– Rúsevnissmuglingin úr
Afghanistan er tann størsta
inntøkukeldan hjá altjóða
yvirgangi, sigur heryvir-
maðurin Avaz Juldasjov,
sum er leiðari hjá teimum
tadjikisku vaktarmonnun-
um við afghanska markið.
Hann vísir á, at altjóða ser-
frøðingar gita, at samband
møguliga er ímillum teir
afghansku rúsevnabarón-
arnar og yvirgansgmenn,
men tað er ikki neyðugt at
gita, sigur hann. Tí tað er
so.
– USA kundi sent sínar
hermenn higar at steðga
virkseminum, men sann-
leikin er, at teir tora ikki.
Tann afghanski búskapurin
liggur í sori, og teir hava
einans heroinið at liva av.
Tekur USA hesa inntøkuna
frá teimum, kemur eldur í
Afghanistan, sigur Avaz
Juldasjov.
Higartil í ár hava teir
tadjikisku myndugleikarnir
lagt hald á góð fýra tons av
heroini úr Afghanistan, og
teir rokna við, at nøgdin
verður væl størri, tá árið
endar. Men tølini geva sam-
stundis eina greiða ábend-
ing av, hvat er hent í Af-
ghanistan.
Tá
Taliban-
stýrið ráddi fyri borgum,
komu bara nøkur fá kilo um
markið. Tey serkønu halda,
at í fjør útfluttu teir af-
ghansku smuglararnir um-
leið 120 tons av heroini
ígjøgnum Tadjikistan.
Stórar avleiðingar
Einum nýtist ikki at leita
leingi í Miðasia fyri at
finna avleiðingarnar av
heroinflutninginum úr Af-
ghanistan. Í grannalondun-
um Iran og Pakistan eru
fleiri milliónir misnýtarar.
Eingin veit, hvussu nógvir
misnðtararnir eru í teimum
gomlu Sovjetlýðveldunum,
men summi halda, at har
eru minst 300.000.
– Í Sovjettíðini høvdu vit
ongar rúsevnamisnýtarar í
Tadjikistan, men í dag ber
til at keypa heroin á gøtuni.
Tølini vísa, at vit fáa fleiri
og fleiri misnýtarar, og
eyðkvæmið er eisini farið
at breiða seg, sigur Tozjburi
Khotamuri, sum stendur á
odda fyri einum stovni,
sum hjálpir illa komnum
kvinnum í Tadjikistan.
Hon sigur, at kvinnurnar
tora ikki at siga øðrum, at
menninir eru misnýtarar. Í
Tadjikistan er tað maðurin,
sum ræður í heiminum, og
hann hevur altíð rætt. Tí
verður tað dult sum mans-
morð, at maðurin er mis-
nýtari. Hetta endar ofta við
harðskapi og øðrum, og so
við og við fer heimið í upp-
loysn.
Vinningurin dregur
Russar royna at verja seg
ímóti heroinflutninginum.
Fleiri túsund russiskir her-
menn eru á varðhaldi við
tað afghanska markið, men
næsta ár fara teir haðani. Tá
skal løgreglan taka við
eftirlitinum. Tey, sum royna
at tálma flutninginum, siga
hetta vera eitt afturstig,
men russar hava svarað, at
tað ger tað sama, hvussu
nógvar hermenn ella løg-
reglumenn teir hava við
markið, tí rúsevnið kemur
fram kortini.
Sannleikin er eisini, at
vaktarhaldið við afghanska
markið er ikki serliga gott.
Ætlar tú tær um markið við
eitt sindur av heroini,
sleppur tú ígøngum við at
rinda einar 100 ameri-
kanskar dollarar.
Tað eru eisini teir fægstu
smuglararnir, sum verða
tiknir, og vinningurin er
øðiligur. Í Afghanistan
kunnu smuglararnir keypa
eitt kilo av heroini fyri
einar 2500 krónur, men tá
vøran kemur á gøturnar í
Moskva ella Vesturevropa,
er prísurin 500-faldaður. So
tað er einki at siga til, at teir
afghansku bøndurnir velja
at dyrka opium, og at
smuglararnir seta lívið í
váða fyri at fáa tað av land-
inum til misnýtararnar í
Russlandi og Vesturevropa.
(Kelda: Aftenposten)
Silkivegurin er vorðin
heroinvegur
C
M
Y
K
11
10