mikudagur 21. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Ólavsøkan 2004
Ólavsøkan 2004
11
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Røddirnar eru kendar. Báðar tvær.
Seinastu sumrini hevur onnur teirra
verið at hoyrt regluliga í Útvarpi Før-
oya, meðan hin hevur verið at hoyrt á
ólavsøkukonsertini.
Rúni Jákupsson og Rókur Jakob-
sen eru brøður. Teir hava seinastu ár-
ini verið ein partur av sumrinum hjá
mongum føroyingi. Rúni í útvarps-
sendingini Barometrið og Rókur við
ymsum tónleikabólkum á ólavsøku-
konsertini.
Forkelaðir
Tað eru fimm ár millum brøðurnar báðar.
– Eg minnist ikki heilt, tá Rókur
varð føddur, men eg kann minnast, at
tá var eg ikki einsamallur á borgini
longur, sigur Rúni.
Teir viðganga, at teir hava klandrast
nakað illa. Um alt.
– Nú eru tað fimm ár á muni, so tað
var ikki beinleiðis leikutoy, vit klandr-
aðust um, heldur Rókur, og Rúni
leggur afturat:
– Fimm ár eru nakað nógv, so Rók-
ur koyrdi á skateboard, tá eg spældi
fótbólt.
Brøðurnir báðir ásanna, at teir eru
vorðnir forkelaðir. Bæði sum børn og
nú sum vaksnir.
– Heima var onki hjá okkum at
hugsa um. Alt varð ornað av sær
sjálvum, og tá vit nú eru heima, so er
tað mestsum soleiðis enn, siga teir.
Báðir eru nú fluttir heimanifrá. Rók-
ur nemur sær útbúgving í Danmark,
meðan Rúni starvast í Útvarpi Føroya.
Tann listarligi
Ikki slepst undan, at teir báðir líkjast í
útsjónd. Og heldur ikki er heilt frítt, at
báðir hava hug at vera eitt sindur lítil-
lætnir.
Spurdir um, hvør teirra er meira
listarligur, heldur Rúni beinanvegin
fyri, at tað man vera Rókur. Men hann
ristir beinanvegin við høvdinum.
– Jú, tá tað kemur til tónleik, so er
Rókur heilt vist tann listarligi.
– Men viðvíkjandi handalagi, so er
Rúni betri fyri. Eg fekk altíð dumpi-
karakter í røkjuskapi, sigur Rókur.
– Rókur torir meira enn eg. Eg
hevði aldri stillað meg uppá ein pall at
sungið, so í so máta er hann meira
framligur enn eg, heldur Rúni fyri.
Smædnir
Báðir tveir siga seg vera smædnar.
– Vit eru trý systkin, og vit eru øll
smæðin. Pápi okkara hevur tað fyri at
halda røður og fortelja krønikur, men
liggur ikki ordiliga til okkara, greiða
teir frá. Rókur leggur afturat, at tað
kanska ikki hóskar so væl saman at
vera smæðin og sangari.
Sum flestu systkin hava gjørt fyrr
ella seinni, so hava Rúni og Rókur eisini
deilt kamar. Og tað var ikki bara bara.
– Vit høvdu eina koyggjusong. Og
har var tað »først til mølle...« prin-
sippið, ið varð galdandi. Tað vil siga,
at tann, ið fór í song fyrst, slapp at
sova ovast, um hann ikki varð togaður
niðuraftur. Tá eg sigi »hann«, so
meini eg við meg, greiðir Rókur flenn-
andi frá. Hann leggur afturat, at
onkuntíð fekk hann via foreldrini loyvi
at sova á ovastu rók.
Tað var eisini stóribeiggin, sum
vanliga fekk skyldina fyri alt.
– Eg skal ásanna, at eg kanska var
skjótur at fara at gráta og renna til
mammu, tá eg var yngri. Og tá var tað
Rúni, sum fekk skyldina, sigur Rókur,
meðan hann skeitir yvir á Rúna, sum
nikkar samtykkjandi, og sigur, at so-
leiðis upplivdi hann tað eisini.
Mangt broytist
Spurdur um, hvussu teir báðir sóu
hvønn annan, sum ávíkavist stóri- og
lítlibeiggi, sigur Rókur:
– Sum yngri helt eg, at Rúni var ein
óndur stóribeiggi. Og eg var eisini
bangin fyri honum og vinmonnunum,
tí teir vóru so stórir. Men nú sum eldri
síggi eg øðrvísi uppá tað. Eg havi
adopterað nógvar vanar frá Rúna.
Hann leggur afturat, at Rúni átti
nógvar plátur og plagdi eisini viðhvørt
at vera plátuvendari.
– Tað var ein fragd at spæla við
pláturnar hjá Rúna, meðan hann var
úti. Har vóru nógv nøvn at lurta eftir,
og nøkrum av teimum lurti eg eftir
enn.
Sum 13-14 ára gamlir, gjørdu Rók-
ur og Hallur um seg við bólkinum
Lokum.
– Rókur gjørdi um seg sum ungur
tannáringur á 15 teimum bestu. Tað
var nokkso stuttligt, heldur Rúni.
Hann heldur fram, at fyrr plagdi Rókur
eisini, at fáa nakað av fan-brøvum.
– Men tann tíðin er farin, leggur
Rókur afturat.
Gamlir dagar
Tá teir verða spurdir um onkra stutt-
liga hending, sum teir minnast aftur á,
gerst verri.
Men eftir at hava hugsað seg um
eina løtu, ber betri til.
– Vit vóru roadtrip í Íslandi, og beint
sum vit koyrdi mitt ongastaðni, skuldi
Rúni út at pissa. Hann fór út og aftur-
um ein stein, men kom skjótt renn-
andi undan aftur við einum ravni
aftaná sær, greiðir Rókur frá. Stóri-
beiggin er tó kvikur at rætta hann og
sigur, at tað var ikki ein ravnur, men
ein heykur, ið hann hevði flúgvandi
yvir sær.
Hendingin Rúni kemur á er ikki so
heilt gomul. Hon er frá valdegnum
1998.
– Valið 1998, tá tað var tann stóra
toganin millum loysing/samband.
Rókur og nakrir vinmenn høvdu gjørt
av at fara at tjalda á Hoyvíkstjørn. Teir
róu út í gummibáti og høvdu eina
stóra plakat, har tað stóð »Vit loysa!«
á. Tað var orginalt, men ótrúliga løgið,
heldur Rúni.
Men hvussu er ella ikki, so eru og
verða teir báðir brøður. Og tær báðar
kendu røddirnar verða ivaleyst at
hoyra framhaldandi í summar. Rúni í
útvarpinum, og man Rókur ikki standa
á onkrum palli um ólavsøkumundið?
Rúni og Rókur:
Brøður við buldur og brak
– Vit høvdu eina koyggjusong, og har var tað »først til mølle«-prinsippið, ið
varð galdandi. Tað vil siga, at tann, ið fór í song fyrst, slapp at sova ovast, um hann
ikki varð togaður niðuraftur, sigur Rókur Jakobsen. Vit hava hitt hann og beiggjan
Rúna Jákupsson til eitt prát um brøðralag, leikutoy og um at verða forkelaður
– Sum yngri helt eg, at Rúni var ein óndur stóribeiggi. Og eg var eisini bangin fyri honum og vinmonnunum,
tí teir vóru so stórir, sigur Rókur Jakobsen um stórabeiggja sín, Rúna Jákupsson
Mynd: Jens Kr. Vang
Rúni um Rók
1. Yndismáltíð?
Rúni: Kjøtbollar í karry
Rókur: Lambskjøt
2. Hvat etur hann als ikki?
Rúni: Ræstan fisk
Rókur: Seyðarhøvd
3. Hvad dámar Róki best við síni útsjónd?
Rúni: Tað má verða búkvøddarnir
(eggjabakkarnir)
Rókur: Eyguni
4. Hvat dámar honum als ikki?
Rúni: Hann heldur seg vera nakað
klæntrasligan
Rókur: Oyruni
5. Um Rókur skuldi keypt ein málning av
einum føroyskum listarfólki. Hvønn
hevði hann valt?
Rúni: Mikines
Rókur: Mikines
6. Er tað nakað, ið Rókur ræðist?
Rúni: Hann ræðist eiturkoppar
Rókur: Hæddir
7. Um vit ímynda okkum, at húsini standa
í ljósum loga, og Rókur kundi bjargað
eini fløgu/plátu úr síni samling. Hvørja
hevði hann tikið?
Rúni: Jeff Buckley – Grace
Rókur: Jeff Buckley - Grace
Rókur um Rúna
1. Yndismáltíð?
Rókur: Pizza
Rúni: Ræst kjøt
2. Hvat etur hann als ikki?
Rókur: Seyðarhøvd
Rúni: Medistarpylsu
3. Hvad dámar Rúna best við síni
útsjónd?
Rókur: Eyguni
Rúni: Kjálkarnar
4. Hvat dámar honum als ikki?
Rókur: Oyruni
Rúni: Eg haldi meg vera nakað
klæntrasligan
5. Um Rúni skuldi keypt ein málning av
einum føroyskum listarfólki. Hvønn
hevði hann valt?
Rókur: Anker Eli Petersen
Rúni: Mikines
6. Er tað nakað, ið Rúni ræðist?
Rókur: Hæddir
Rúni: Tannlæknar
7. Um vit ímynda okkum, at húsini standa
í ljósum loga, og Rúni kundi bjargað
eini fløgu/plátu úr síni samling. Hvørja
hevði hann tikið?
Rókur: Queensryche – Empire
Rúni: Queensryche – Promised Land
C
M
Y
K
11
10