Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÚTLENDINGAR OG VAL á mál. Bæði politikarnir og tilflytarar skulu arbeiða ímóti at integratiónin verður framd. – Alt lesitilfarið í Før- oyum er á føroyskum ella donskum, og tá tú flytur til eitt nýtt land - líkamikið hvat land talan er um - má tað verða eitt krav, at tú lærir málið. Lærir man ikki málið, so fær man ikki arbeiði í tí økinum, sum man hevur útbúgvið seg innan, og so skilur tú eisini betri mentanina. Men málið er bert tað fyrsta stigið, tí tað eru eisini onnur týdningarmikil økir, sum skulu setast í verk, sigur hon. – Eitt sum eg beit merki í gjøgnum samrøður, eg havi gjørt í arbeiði mínum í Tórshavnar Kommunu, er at samskifti millum til- flytarar og "hini" ikki er gott. Avbjóðingin liggur í at samskifa og at breiða út upplýsingina og tíðindi, sum eru atkomulig til út- lendingar, tí teir vita snøgt sagt ikki, hvar teir skulu venda sær. Útlendsku kvinnurnar skulu virðast Fyrr í summar fekk Runa stuðul játtaðan frá gransk- ingargrunninum til at byrja PhD verkætlan sína eftir summarferiuna. Hon fer tá at hyggja at útlendsku kvinn unum í Føroyum og hvørjar tær eru, hvussu tær finna seg til rættis í sam- felagnum, hvørja ávirkan tær hava á samfelagið, og hvar í samfelagnum tær eru inkluderaðar, og hvar tær eru ekskluderaðar. – Vit hava lyndi til at gloyma at menniskju eru handan politikkin, vit gera um útlendingar. Vit hyggja ikki veruliga at fólki og hvat høskar teimum. Hetta er eitt amboð, sum vónandi verður nýtt til at betra um inte- gratión og sum eisini vónandi fer at leiða til ein veruligan integratións poli- tikk í landinum. – Tað er ein spurningur, hvussu nógv samfelagið virð ir hesar kvinnurnar, sum eru mammur at næsta ætt- arliðnum í landinum. Tað er uppgávan hjá sam felagnum at vísa hesum kvinnum viðri, og verður tað ikki gjørt, fara tær at kenna seg lítismettar. Hesar kvinnurnar verða alsamt fleiri í tali, og vit mugu verða langskygd. Tey blandaðu børnini eru her, og um mammurnar ikki hava tað gott, so kann tað hava avleiðingar fyri børnini. Tær skulu nevniliga hava eina rødd, tá kjakið snýr seg um teirra børn, sigur hon. Runa heldur, at politik- arnir eru positivir, tá prátið fellur á integratión, men tað verður ikki raðfest. Nú Tjóðveldi hevur lagt tað á valskránna, vónar hon, at vit hava ein integratións poli- tikk, sum hóskar føroyska sam felagnum til næsta val. Politikarar umboða ikki útlendskar kvinnur Runa heldur ikki, at politik- arar umboða útlendsku kvinn- urnar í Føroyum nóg væl. – Vit hava ongan inte- gratiónspolitikk, og tað er ógjørligt at umboða út- lendingar uttan ein greiðan politikk. Hóast útlendingar hava rætt til og eisini gera gagn av samu stovnum sum føroyingar, so má man hava í huga at avbjóðingar hjá útlendingunum eru ikki teir somu, sum hjá føroyingum. Allir samfelagsbólkar hava sínar avbjóðingar, og vit hava brúk fyri loysnum, sum eru smíðaðar til útlendingar. Verandi politiska skipanin er ikki rættvís Hevur tú búð í Føroyum í trý ár, so hevur tú møguleika til at velja og at stilla upp til kommunuval. Soleiðis er ikki til løgtingaval, tí tá skalt tú hava borgaraskap, og tann prosessin er sera long. Ofta búgva tilflytarar í føroyum uttan borgaraskap í mong, mong ár, og hava tá ikki ávirkan á, hvussu skattapeningur teirra verður nýttur. – Tað burdi verið broytt, soleiðis at tú møguliga kundi farið á løgtingsval uttan borgaraskap, men ikki kundi stilla upp. Hatta er eitt sera komplekst evni. Tað eru ikki bert pappírini, sum avgera nær ein er integreraður, men eisini tíni hjartamál, tað tú brennur fyri, og at tú ert virkin sum borgari. – Sjálvsagt skulu til flyt- arar hava ávirkan á, hvussu skattapeningur teirra verður nýttur. Vit mugu vísa áhuga í samfelagsviðurskiftum og eisini fáa sama áhugan frá politikarum. Integratión er ongantíð fulfýggjað, men flytir seg eisini allatíðina, og hava tilflytarir eina rødd sum verður hoyrd, so kunnu tær fremja broyting. Tað er mangul av áhuga frá politikarum sum ger, at hesar kvinnurnar verða ósjónligar - at tær onga rødd hava. – Tað eru fleiri sterkar kvinnur, sum ikki uppruna- liga eru úr Føroyum, og sum eru stórt tilfeingi fyri før- oyska samfelagið, men sum vit ikki brúka. Samfelagið má hava ein sterkan politikk, sum eggar kvinnunum at gerast sjónligar, og sum skapar teimum ein pall. Hjartamálini hjá útlendsku kvinnunum – Frá míni egnu uppliving kann eg siga, at eg vildi ynskt at eg var betri kunnað um míni rættindi innan arbeiðsmarknaðin, og at eg fekk hjálp til at læra málið. Eitt hugskot kundi verði ein kunningardagur ætlaður útlendingum, har vit vóru kunnaði um øll viðurskifti. Útlendingar vilja hava at nøkur ting verða sett í gongd fyri tey. – Vit mugu eisini spyrja spurningin um politiksu flokkarnir eru áhugaði í útlendsku kvinnunum, og um tær fara á val. Fara tær ikki á val so hava tær heldur ikki áhuga í at stilla upp. Følir man seg ikki umboðan so fer man heldur ikki á val ella stillar upp, sigur Runa, sum sjálv var kontaktað av einum politiskum flokki, men valdi at takka nei hesufeð, av tí at hon hevur ov nógv at gera. – Næsta løgtingsval stilli eg møguliga upp. Vit mugu taka aðrar rollur á okkum og verða sjónlig politisk. Tað hevur okkurt at gera við, hvussu vit eru sjálvi, og um vit duga at møta fólki og læra tey, og leggja tað í tey at tey hava ræddir sum skulu gera seg galdandi. Tað hevur man ikki gjørt hagartil. Tað er ein viðurkenning at verða spurd, tí eg havi gjørt meg sjónliga og havi meiningar, og tí síggja fólk at eg havi okkurt at bjóða politikkinum eisini. FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 12 Útlendingar og val TEMA Útlendingar og va BERT FØROY- INGAR Á TING Ongir útlendingar hava fingið sæti á tingi, hóast føroyska fólkasamansetingin talar fyri útlendskari umboðan á tingi MORTAN ØSTERØ S ambært Hagstovuni vóru 48.704 fólk skrásett at búgva í Føroyum 28. apríl í ár, og av hesum, eru ikki færri enn 5.517 fødd uttanfyri føroysku land oddarnar, sum seinni eru flutt higar. Av hesum eru 3.557 fødd í Dan- mark, harav fleiri helst eru børn av før oyskum foreldrum, ið vera fødd uttan fyri Føroyar undir arbeiðs- ella lestrar ørindum. Størsti parturin av tilfluttu før- oysku íbúgvunum – fyriuttan danir – eru eisini norðurlendingar. 242 av teimum búsitandi í Føroyum eru fødd í Íslandi, 178 í Noregi og 152 í Grøn landi. Verður hugt út um norður lond, er størsti bólkurin av fólki filips búgvar, sum eru fluttir til Føroya. Tey eru 130 í tali, og teimum á baki eru teilendingar við 114 fólkum. Stirvið Tað eru einans danskir ríkisborgarar – føroyingar, grønlendingar og danir – ið hava valrætt til løgtingið, uttan mun til hvussu leingi ein hevur búð ella rindað skatt í Føroyum. Veruleikin er sostatt, at ógvuliga fáir av føroysku tilflytarunum – ið ikki eru ríkisborgarar frammanundan – yvir høvur hava valrætt ella valbæri. Verandi lóggáva á økinum fyriskrivar nevniliga, at tilflytarar skulu gjøgnum serstakliga drúgvar mannagongdir til tess at gerast danskir ríkisborgarar og harvið fáa rættin at stilla upp og greiða atkvøðu til løgtingsvalið. Skal ein útlendingur søkja um var andi uppihaldsloyvi í Føroyum, skal hann fyrst hava uppihildið seg í Føroyum í minst trý ár, um hann er familjusamanførdur, og í sjey ár, um hann er í arbeiðsørindum. Hesi árini skal hansara fyribils uppihaldsloyvi endur nýggjast á hvørjum ári. Fær við kom andi játtað eitt varandi uppi- haldsloyvi, kann hann fast uppihalda seg í Føroyum, tó uttan rættin at greiða atkvøðu ella stilla upp til løg- tingsval. Ynskir hann at fáa valrætt og valbæri, skal hann hava uppihildið seg í minst 7-9 ár tilsamans í Føroy- um, til tess at hava grundarlag at senda danska statinum eina um- sókn um at gerast danskur ríkis borg- ari. Viðgerðartíðin av einari slíkari um sókn er vanliga 1,5-2 ár – væl at merkja, um øll viðurskiftini í um sókn- ini eru upp á pláss. Verður umsóknin gingin á møti, skal hon til beinleiðis samtyktar í danska fólkatinginum, har umsøkjarin hevur møtiskyldu. Ríkisborgarar betri útlit Hyggja vit at ríkisrættarstøðuni hjá einstøku borgarunum, eru ikki færri enn 47.422 av teimum 48.704 íbúgv- unum í Føroyum, skrásettir at vera danskir ríkisborgarar – altso borgarar í danska ríkisfelagsskapinum. Tey eru sostatt 1.282 í tali, sum hava Sendistova Føroya til Russ- lands, sum varð sett á stovn undir miklum rumbli nú í apríl, var eftir øllum at døma eitt barn av Visjón 2015« 47.422 Danmark 171 Ísland 125 Filipsoyggjar 110 Tailand 101 Noreg 68 Pólland 65 Rumenia 64 Serbia og Montenegro 53 Bretland 52 Ókent 1.282 íbúgvar uttan ríkisborgararætt 577 mannfólk 705 kvinnur 43.187 Føroyar 3.557 Danmark 242 Ísland 178 Noreg 130 Filipsoyggjum 114 Tailand 100 Bretland 68 Pólland 64 India 61 Rumenia 53 Suðurkorea 52 Serbia og Montenegro 48.704 fólk skrásett at búgva í Føroyum Kelda: Hagstova Føroya, 28. apríl 2015 Hagtøl Ríkisborgararættur Føðiland FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015 SOSIALURIN 66 13 ríkisborgararætt uttan fyri danska ríkisfelagsskapin. Størsti ikki-ríkis- borgarligi bólkurin av fólki í Føroy- um, eru teir íslendsku, sum eru 171 í tali. Teimum á baki koma tey 125 úr Filipsoyggjum og síðani teir 110 tei- lendsku borgararnir. Tað eru sostatt tey við donskum ríkisborgararætti – í hesum førinum danir og grønlendingar – ið mest sann líkt kunnu taka sæti á tingi. Skal tað vera meiri enn bert ein ástøðiligur møguleiki fyri aðrar tilflytarabólkar at sleppa inn um tinggáttina, skulu lóg gávurnar um tilflytarar og valrætt dagførast – møguliga eins lin og tann hjá føroysku kommunum. Til tess at fáa rætt til at stilla upp og greiða til býráðsval í Føroyum, skal ein bert hava búð í Føroyum í trý ár – her eru eisini dømi um, at aðrir ríkisborgarar hava fingið sæti. Tinggáttin kann vera lág Til løgtingsvalið í 2011, var valluttøkan 86,6 prosent – altso vórðu 30.552 at- kvøðuseðlar greiddir. Størsti flokkur gjørdist tá Sambandsflokkurin, ið fekk 7.546 atkvøður – ella 24,7 prosent av øllum greiddu atkvøðunum. Tey fingu átta løgtingsumboð, og kravdu so statt lægsta atkvøðutali fyri hvørt valevni at sleppa inn um tinggáttina. Eftir, at tað gjørdist greitt, at Sam- bandsflokkurin slapp í sam gongu, skuldu landsstýrissessir býtast út – og tríggir av hesum fullu til uppstillaðu valevnini hjá Sambandsflokkinum. Sostatt slapp nummar 11 á listanum – Jóna Mortensen – inn í Løgtingið fyri 161 atkvøður. Ímynda vit okkum, at ein flokkur kemur í somu lyklastøðuna sum Sambandsflokkurin, kann ein íbúgvi av øðrvísi uppruna – ástøðiliga – gerast løgtingsumboð fyri 161 atkvøður. Framvegis eru tað einans føroy- ingar, sum hava fingið sæti á løgtingið, hóast fólkasamansetingin hevði loyvt einari fjølbroyttari umboðan á tingi. Tó eru fleiri viðurskifti, sum skulu ganga upp í eina hægri eind, fyri at fáa roknistykki at ganga upp. Fyrst og fremst er tað burturvið at vænta, at øll av sama uppruna hava somu politisku áskoðan – altso, at til dømis allir danar eru samdir við tí eina dananum, sum stillar upp, og so statt greiða hesum sína atkvøðu. Á temasíðunum í Sosialinum í dag seta vit sjóneykuna á vantandi umboðanina av útlendingum í løgtinginum. Útlendingar eru vaksandi partur av føroysku íbúgvunum, men stirvnar reglur fyri ríkisborgararætti forða teimum bæði at stilla upp og at greiða atkvøðu til løgtingsvalið, hóast tey rinda skatt í Føroyum í longri áramál. Framhald á næstu síðu