mánadagur 15. juni 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67
Jean Dela Cruz er 51
ár og upprunaliga úr
Filipsoyggjunum. Jean
hevur búð í Føroyum í 30 ár.
Hevur tú føroyskan borgaraskap?
Ja, eg havi havt føroyskan borgaraskap síðani 2001. Eg søkti ikki beinan
vegin um at fáa borgaraskap, hóast eg hevði rætt til tað.
Fert tú á val í ár?
Ja, sjálvandi! Eg haldi at tað er týdningarmikið, at vit gera okkara skyldu
og fara á val.
Veitst tú hvønn tú fert at velja?
Ja, tað geri eg.
Hvørji mál eru av týdningi hjá tær sum tilflytari?
At tilflytarir fáa nøktandi kunning um øll samfelagsviðurskifti, eins væl
og skyldur og rættindi. Eisini er tað týdningarmikið, at útbúgvingar,
sum tilflytarar hava, tá teir flyta til Føroya, verða vurderaðar, soleiðis
at fólk fáa brúkt útbúgvingina, sum tey hava, og soleiðis verða partur
av føroyska samfelagnum
Følir tú at politikarar á tingi umboða
tilflytarar í Føroyum?
Eg haldi, at prátið um tørvirnar, sum útlendingar hava fyri kortum er
sett í miðdepilin - eg vóni at tað heldur á!
Kinga Eysturland er
30 ár og upprunaliga
úr Póllandi. Hon hevur
búð í Føroyum í trý ár.
Hevur tú føroyskan borgaraskap?
Nei
Fert tú á val í ár?
Eg havi ikki valrætt, men um eg hevði, so hevði eg heilt víst farið á val.
Veitst tú, hvønn tú fert at velja?
Eg hevði óivað valt Framsókn, um eg kundi.
Hvørji mál eru av týdningi hjá tær, sum tilflytari?
Integratiónspolitikkur og lóg. Vit skulu taka hesar avgerðirnar í
Føroyum. Eisini er týdningarmikið, at lógirnar eru nemmar at skilja,
upplýsingar eru á fleiri málum á ymisku heimasíðunum. Eisini eri eg
áhugað í skattalógini.
Følir tú at politikarar á tingi umboða
tilflytarar í Føroyum?
Nei, men vit eru á rættari kós!
ÚTLENDINGAR OG VAL