mánadagur 15. juni 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GIKTAVIÐGERÐ
Í dag fór Pero Sore aftur til verka
á Landssjúkrahúsinum. Men hann
sigur tað framvegis eru hópin av
viðurskiftum, sum skulu koma í
rættlag, áðrenn giktaviðgerðin
í Føroyum er nøktandi
Áki Bertholdsen
Pero Sore, sum fram til 31.
mars í ár var serlækni við
ábyrgd av giktøkinum, hevur
ikki verið í starvi á Lands
sjúkrahúsinum
seinasta
hálvtriðja mánaðin.
Mánadagin fer Pero aftur
til arbeiðis og vit fingu orðið
á hann at vita, hvussu landið
liggur, síðani hann nú tekur
arbeiðið upp aftur
Og Pero Sora leggur dent
á, at hóast hann nú fer aftur
til arbeiðis, merkir hetta ikki,
at trætan um viðurskiftini
innan giktøkið er loyst.
– Avtalan er, at eg nú
byrji sum konsulentur, og at
eg røki hetta starv fram til
mánaðarskiftið. Eisini fari
eg at søkja starvið sum gikt
lækni, sum nú er lýst leyst,
og so fáa vit at síggja, um
eg verði settur. Men sæð úr
einum fakligum sjónarhorni
er trætan á økinum als ikki
loyst, sigur Pero.
–
Hvørki
Giktafelagið
ella eg duga longur at síggja
nakran útveg í puslispæl
inum,
sum
gongur
fyri
seg
millum
Heilsutrygd,
Heilsumálaráðið og Fíggjar
málaráðið. So leingi, støðan
er sum hon er nú, ber ikki
til at finna eina effektiva og
fíggjarliga skilagóða loysn á
trupulleikunum.
– Okkurt er tó hent. Við
urskiftini viðvíkjandi nor
meringini hjá sjúkrasystrini
á
giktaambulatorium
og
hølisviðurskiftini
eru
so
dánt komin í rættlag. Eisini
er giktøkið uppnormerað til
tveir læknar.
– Hinvegin ber framvegis
ikki til at endurskapa hent
leikarnar
til
hydroterapi.
Hetta hóast tað bert krevst
eitt nýtt filtur, sum kostar á
leið 80.000 krónur.
Heilustrygd í buktini
Mest avgerandi er, at tað
framvegis ikki ber til at fáa
greið sáttmálaviðurskifti við
Heilsutrygd. Hetta var eitt
krav, sum Pero setti, og hann
heldur fast um, at so leingi
hetta ikki er loyst, ber ikki
til at loysa trupulleikan við
læknatrotinum.
– Fyri meg er tað týðandi
at undirstrika, at tá eg í 2012
segði upp fyrru ferðina,
var hetta einvíst orsakað
av vantandi samstarvi frá
Heilsutrygd. Og tá eg aftur
segði upp um ársskiftið, var
fremsta – men ikki einasta –
orsøkin, at eg havi upplivað
beinleiðis diskriminerandi og
ikki serliga virðiliga viðferð
frá Heilsutrygd, sigur Pero
Sore.
– Seinasta dømi um hetta
er frá apríl 2013, tá takstirnir
fyri serlæknar vórðu reguler
aðir innan øll serøki – undan
tikið
reumatologi.
Hetta
hóast tað í fyribilsavtaluni
greitt stóð, at hesir takstir
skuldu regulerast. Hetta snýr
seg um prinsippir og virðing
fyri gjørdum avtalum, og
vórðu hesar hildnar, hevði
uppsøgnin hjá mær ikki ver
ið aktuel.
– Hartil er tað eitt hug
stoytt at hoyra, at takstirnir
fyri serlæknaviðgerð innan
giktøkið er hægri, enn teir
eru hjá øðrum serlæknum.
Hetta er ikki satt. Føroysku
læknarnir eru limir í danska
serlæknafelagnum, og með
an gikt í Føroyum er takserað
4% undir danska støðinum,
eru onnur øki, har taksturin
er upp til 3% hægri enn í
Danmark. Eg kundi eisini
lættliga kravt yvirtíðargjald,
tí øll sokallað privat praksis
hjá mær er um kvøldarnar
og um vikuskiftið, men tað
havi eg so ongantíð nevnt
við einum orði.
– Karsten Hansen, sum
varðar av Heilsutrygd, sig
ur seg ikki hava heimild at
gera nýggjan sáttmála. Sam
ráðingarrætturin er fluttur
til Fíggjarmálaráðið, og har
hava samráðingarnar við
serlæknafelagið vart í fýra
ár. Og eingin vissa er fyri, at
tað ikki ganga fýra ár afturat.
– Tað tykist ikki vera ser
liga stórur áhugi hjá Fíggj
armálaráðið at koma á mál
við samráðingunum, og tí
er einasti møguleikin helst,
at Jørgen Niclasen loysir
trupulleikan við at loyva
einum fyribils sersáttmála
innan giktaøkið, men sum eg
havi skilt, hevur hann ikki
latið við seg koma.
– Alt hetta bendir á eina
VIT ERU FRAMV
FRÁ MÁLINUM