Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 politiska líkasælu, ella tað sum verri er. Eg finni meg í øllum førum ikki í, at tað av tingsins røðarapalli verður sagt, at eg eri til arbeiðis, hóast veruleikin er, at eg ikki havi viðgjørt ein einasta gikta­sjúkling síðani 1. april. Størri viðgerðartrygd Pero Sore sigur, at tá tosað verður um tørvin á privatari praksis, snýr hetta seg um, at læknar her á landi brúka sína frítíð, so læknatrotið í minst møguligan mun skal nerva sjúklingarnar. – Sjúklingurin og komm­ unu­læknin hjá hesum gera av, um tey sjálvi vilja royna at viðgera, ella um tey vilja hava hjálp frá serlækna. Kommu­ læknin hevur eisini heim­ild at gera av, um sjúk­ling­urin skal vísast til Lands­sjúkra­ húsið, ella um talan er um ávísing til privata viðgerð. Á Landssjúkrahúsinum er at­gongdin hjá sjúklingum av­markað av bíðilistum, av­ markaðum møguleika fyri bráðneyðuga ella intensivari ambulantari viðgerð, um­ framt av talinum av ser­lækn­ um. Her er privat viðtala meira liberal, og tí hevur borið til at stytt bíðitíðina til giktaviðgerð heilt munandi. Privata viðgerðin er soleiðis eitt ískoytil til sjúkrahúsið og ein nøktan av læknatroti. Onga fakliga ábyrgd av starvssetan Læknatrotið verður eftir øllum at døma minni, nú líkt er til, at tað møguliga verða tveir serlæknar í gikt í starvi á Landssjúkrahúsinum frá 1. juli. Men hetta í sjálv­um sær er eingin trygd fyri, at sjúklingarnir fáa við­gerðar­ trygd, sigur Pero. – Tað er sjálvandi ar­ beiðsgevarin, sum ger av, hvønn tey seta í starv. Tað er tó undrunarvert at somu reglar ikki eru gald­andi í øllum setanar­viður­skift­ in­um í heilsu­verkið og á Lands­sjúkra­húsinum. – Sum dømi kann nevnast, at í fjør kundi Tormóður Stórá ikki setast, tí hann var einasti umsøkjari til starvið, og tí varð søkt av nýggum. Og tá bara fimm søktu starv­ ið sum sjúkrahússtjóri, var hetta eisini ov lítið, so søkjast mátti av nýggjum. Innan giktaøkið var bara tann eini umsøkjarin, og hann verður alt fyri eitt settur. Tað kundi bent á, at setanin hevur onn­ ur motiv enn tey fakligu. – Hartil er talan um royndartíð upp á tríggjar mán­aðir, ið ikki er vanlig mannagongd. Læknar verða vanliga settir í starv, um teir hava fakligar førleikar og góðar tilvísingar. Eg vil undirstrika, at verði eg settur í starv sum yvirlækni við ábyrgd fyri giktaviðgerðini, kann eg ikki taka ábyrgd viðvíkjandi setanini ella ar­ beiðnum hjá einum roynd­ ar­settun lækna. Henda ábyrd liggur hjá arbeiðsgevarinum. Framtíðin er óviss – Politiski myndugleikin tyk­ ist halda, at eru tveir gikta­ læknar til arbeiðis, er eingin trupulleiki, og eingin tørvur er tá á einum sáttmála fyri privat virksemið. Men her hava teir gloymt, at nor­ mer­ing av sjúkrasystrum og reservalæknum, rúm og tól eisini mugu roknast við. Eri eg annar av læknunum, so havi eg eisini aðrar funk­ tiónir sum serlækni í intern- medisin. – Sjálvur eri eg tó sann­ førdur um, at hóast tveir ser­læknar í gikt eru á Lands­ sjúkra­húsinum, verður fram­ vegis tørvur á serlæknahjálp til sjúklingar, sum hava tørv á bráðneyðugari við­gerð, ella sum í styttri ella longri tíðar­ skeið hava tørv á tættum sam­bandi við serlækna. Hvørki Karsten Hansen ella nakar annar í politisku skip­ an­ini hava sannført meg um, at teirra strategiska hugsjón um giktaviðgerð er tann rætta – tvørturímóti. – Vónina um nøktandi sátt­málaviðurskifti við Heilsu­trygd havi eg mist. Jørg­en Niclasen hevur heim­ild til at gera ein nøkt­ andi sersáttmála fyri gikta­ øki, annars skal man bíða til samráðingarnar ímill­um serlæknafelagið og fíggjar­ málaráði koma í gongd, møgu­liga um fýra ár!! – Tí havi eg gjørt av, at verði eg aftur settur í starv sum yvirlækni við ábyrgd av giktøkinum, mugu sjúklingar, sum verða ávístir til privata viðgerð av kommunulækna, í fyrsta um­fari gjalda sjálvir og síð­ ani seta seg í samband við Heilsutrygd um endurgjald tað, viðgerðin kostar. – Eg havi ikki ávirkan á, í hvønn mun hetta verð­ ur endurgoldið, men all­ir sjúklingar/borgarir í Føroy­ um hava rætt til ókeypis ser­læknaviðgerð, sigur Pero Sore. GIKTAVIÐGERÐ VEGIS LANGT M Í dag fer Pero Sora aftur til arbeiðis sum serlækni í gikt á Landssjúkrahúsinum. Men trupulleikarnir eru verri enn so loystir, sigur hann