Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Seinasta hósdag var há­ tíðar­hald á Sandi í sam­ band við, at Annika Olsen, landsstýriskvinna, loysti fyrsta flagið til nýggja virknis- og um­lættingar­ depil­in á Sandi. Eftir at umboð fyri Lands­verk hevði sagt nøkur orð, landsstýriskvinnan hevði loyst fyrsta flagið, og borgar­stjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, eisini hevði sagt nøkur orð, varð boðið inn í ovaru hædd í bókasavninum til ábit. Her greiddi Kontrast frá hesi byggi­verkætlan. Væl av fólk var savnað til hátíðarløtuna á Sandi. Annika Olsen, landsstýr­ is­kvinna segði, at byggingin av deplinum er byrjanin til eina nýggja tíð, og um stív­ liga eitt ár stendur depilin liðugur og klárur at taka í nýtslu. – Eg frøist mest av øllum um, at vit við hesi verkætlan byggja til endamálið, so­leið­ is at karmarnir verða teir bestu til tykkara, sum fara at koma her. Hon vísti á, at mynstrið í samfelagnum broytist, bæði í mun til tilboð og viðgerð á barna-og ungdómsøkinum, men hetta krevur nýhugsan. – Tí gleðist eg um, at bygginevnd og arkitektar hava lagt seg eftir at skapa eina loysn, sum bæði er smid­lig og framtíðar­tryggj­ að. Annika Olsen segði, at hetta ber í sær, at depilin fer at kunna hýsa nógvum ymiskum virksemi, sam­ stundis sum hann lættliga kann broytast og tillagast eftir tørvi. – Talan verður ikki um eitt siðbundið tilboð, sum vit kenna tað í dag. Heldur verður talan um karmar og hølir, har møguleiki verð­ ur at broyta og tillaga virk­ semið eftir tørvinum á økin­ um og í Føroyum sum heild. Landsstýriskvinnan segði, at við virknis-og um­ lætting­ar­deplinum á Sandi verð­ur talan um eina sera spenn­andi og nýskapandi verk­ætlan. – Eg vóni, at depilin fer at verða til stórt gagn fyri børn og ung, sum hava ser­ ligan tørv - í fyrstu atløgu her í Sandoynni og seinni í Føroyum sum deild, segði Annika Olsen – Eg vóni, at depilin fer at verða til stórt gagn fyri børn og ung, sum hava serligan tørv – í fyrstu atløgu her í Sandoynni og seinni í Føroyum sum deild, segði Annika Olsen, áðrenn hon loysti fyrsta flagið til virknis-og um­lætt­ ingardepilin á Sandi Karmar sum kunnu tillagast Gongd er í laðing: Nýggi kirkjugarðurin á Sandi byrjar nú veruliga at taka skap. Laðast skulu 125 metrar í 130 cm. hædd. Garðurin verður laðaður slættur á báðum síðum. Fóturin á laðingini er 70 cm. breiður, meðan ovasti partur veðrur umleið 50 cm. breiður. Eitt vónbrot fyri Benjamin 20 ára gamli før­ oy­ingurin, Benja­ min Øre­gaard, sum siglir við danska kongaskipinum, var vónbrotin, tá tað gjørdist greitt, at drotningar­vitj­ anin í Føroyum varð útsett – Tað er keðiligt at missa túrin við kongaskipinum Dannebrog til Føroya og møgu­leikarnar at síggja familj­una í Føroyum. Nú ber leiðin aftur til Keyp­ manna­havnar, har vit steðga í eina tíð og síðan seta kós móti Grønlandi. Tað segði 20 ára gamli, Benjamin Øregaard, tá Sosial­urin hevði sam­band við hann beint eftir, at tað var greitt, at drotn­ingar­ vitjanin í Føroyum fyribils var útsett. – Jú, tað er keðiligt, at vit ikki fóru til Føroya, har eg við stoltleika kundi víst meg umborð á konga­ skipinum, segði einasti før­oyingur, sum siglir við Danne­brog. Hann legði aftrat, at Grøn­lands-ferðin fram­ veg­is er aktuell, og at tey konga­ligu verða við á ferð­ ini í Grønlandi. – Nú hava vit siglt tvær vikur í útlandinum, og ikki fyrr enn seinnapartin í dag fingu vit at vita, at Føroyaferðin fyribils er avlýst, segði 20 ára gamli, Benjamin Øregaard, sum Sosialurin hevði samband við beint eftir avlýsingina. Vit kunnu leggja aftrat, at ungi føroyingurin, sum er føddur og uppvaksin í Danmark, eisini hevur siglt við skúlaskipinum Dan­ mark. Bæði foreldur hansara eru føroysk. Maria í Skorini hevur hugnaliga kafé á Eiði, har fólk kunnu vitja inn á gólvið til ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið Heiður til borgarar Í samband við árliga rwuddingardagin hjá Vága kommunu, sum var 13. juni, var endað við samkomu á Giljanesi, har tvey heiðursbrøv vórðu handað tveimum persónum, sum hava gjørt eitt stórt og ósjálvsøkið arbeiði í kommununi. Tey, sum kommunan ynskti at heiðra í ár, vóru Haldis Hansen í Miðvági (mynd), sum saman við manni sínum og familjuni annars í 30 ár hevur lagt lív og sál í ungdómsarbeiði hjá Miðvágs Róðrarfelag. Hin borgarin í Vága kommunu, sum eisini fekk heiðursbræv, var Sigurd Petersen, fyrrverandi skúlastjóri, ið varð heiðraður fyri stórt og ósjálvsøkið arbeiði, sum hann hevur gjørt fyri Síf og ungdómsarbeiðið í Sandavági vilmund@sosialurin.fo – Virknis-og umlættingardepilin verður ikki eitt siðbundið tilboð, sum vit kenna tað í dag, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna Mynd: Vilmund Jacobsen