Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 Vilmund Jacobsen Um dagarnar verður sein­ asta hond løgd á arbeiðið at leggja graslíki á nýggja fótbóltsvøllin í Hólmanum á Eiði. Tað eru fleiri ár síðan, at Eiðis kommuna samtykti at byggja fótbóltsvøllin, men nógvar forðingarnar hava verið á vegnum. Jógvan í Skorini, borgar­ stjóri í Eiðis kommunu, sigur, at nýggi fótbóltsvøllurin lýk­ ur øll FIFA-krøv, og næsta ár verður hús innlokað við vøllin, sum eisini lýkur øll krøv. Hann sigur, at endamálið hjá kommununi er at skapa góðar umstøður, og aftur­ meld­ingarnar eru, at fólk eru fegin og rættiliga spent, nú arbeiðið við fótbóltsvøllinum er undir landi. – Tá farið varð í holt við at byggja vøllin fyri tveimum árum síðan, var økið í Hólm­ an­um framvegis eitt stórt hol. Men, nú arbeiðið hevur koyrt uttan steðg í tvey ár, og vit eru komin undir land. Hann leggur aftrat, at nógv fakligt samskifti hevur verið um, hvat graslíki skuldi veljast. Nú sjálvur fótbóltsvøll­ ur­in verður liðugur um nakrar dagar, kunnu fólk í Eiðis kommunu fegnast um, at kommunan onga skuld hevur átikið sær í samband við hesa verkætlan. – Vit hava ikki lænt eina krónu til hetta arbeiði, men hava gjørt tað yvir raksturin, sigur Jógvan í Skorini. Mentanarhús Í Eiðis kommunu eru tey eisini í holt við at umskapa fimleikarhøll, skiftirúm og goymslurúm í skúlanum til ein mentanardepil í komm­ ununi. Nú kommunan hevur ítróttarhøll, er ikki so nógv brúk fyri fimleikarhøll. – Tí hava vit samtykt at um­skapa partar av hesum høl­um í skúlanum til eina – um vit kunnu siga – mini Løks­høll, soleiðis sum vit kenna hana í Runavík. Borgarstjórin vísir á, at skifti­rúmum og goymslu­ rúm, sum eru knýtt at fim­ leikar­høll skúl­ans, eru um­ bygd til fimm venjingarhøli til musikkskúlan og møgu­ ligar tónleikabólkar at brúka. – Haraftrat ætla vit, at sjálv fimleikarhøllin, sum ligg­ur beint við, kemur at hava á leið somu karmar og møguleikar sum Løkshøll, tó í minni format. Her verða sitipláss til umleið 200 fólk, ið vit halda er ógvuliga hósk­andi til framførslur av ymiskum slag. Jógvan í Skorini sigur, at nú umklæðingarrúm og goymslurúm eru umbygd til venjingarhøli, hevur Eiðis kommuna eisini samtykt at seta pening av til liðugtgerð av fimleikarhøllini. Ætlanin er at stovna eitt pensjónistafelag í Nes kommunu. Tað er í hesum sam­ bandi, at boðað er til fund­ ar í dagtilhaldinum á eldra­ sambýlinum Vestur­skini í morgin, týsdagin 16. juni klokkan 15. Í samband við tiltakið, kemur Arni Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pen­ sjónista, í tilhaldið at greiða frá, tá fundurin verður. Møtið fjølment Á heimasíðuni hjá Nes kommunu – www.nes.fo – verður heitt á allar pen­ sjón­istar um at møta væl upp. Við løtuna í dagtil­hald­ inum verður eisini ein góð­ur drekkamunnur at fáa, eins og høvi verður til hugna­ligt prát. vilmund@sosialurin.fo Á Eiði eru tey í holt við at skapa umklæðingar­ rúm, goymslurúm og fimleikarhøll skúlans til ein mentanardepil Arni Thorsteinsson fer at greiða frá, tá fundur verður í tilhaldinum í Vesturskini á Toftum í morgin Mentanin góðar umstøður á Eiði Ætla at stovna pensjónista­ felag Myndin er tikin umborð á Teistanum í morgun, tá lagt varð at í Hesti á fyrsta túri úr Skopun. Fólkatalið í Hesti er fáment, og soleiðis er eisini lítil flutningur til og úr oynni Nógvir gestir: Ikki færri enn 90 gestir gistu á Hotel Skálavík um vikuskiftið, har hugt varð á stórskíggja eftir landsdystinum millum Føroyar og Grikkaland, og Svein í Heiðunum syrgdi fyri, at øll fingu eina hugnaliga løtu Soleiðis gongur á fiskileið – Trý línuskip eru undir Ís­landi, men bara eitt kemur heim at landa hesa vikuna. Á Fiskamarknaði Før­oya vita tey at siga, at sjey línuskip eru til fiski­ skap undir Føroyum. Eitt fiskar svartkalva og landar síðst í vikuni. Nøkur línuskip hava lagt seg eftir at fiska tosk og longu, og onnur fáa mest av toski og hýsu. – Vit vænta eitt línu­ skip í dag og nøkur seinni í vikuni. Streymurin verður hampiligur, og sambært forsagnum verður veðrið fyri tað mest gott. – Tí vænta vit nakað av útróðri í vikuni. Út­róð­ rar­bátarnir fáa mest av toski og hýsu og eitt sløð av hvítingi. Nakrir fiska kalva, men kalva­ fiskiskapurin er vánaligur. Fiskiskapurin hjá par­ trolarunum er sum heild vánaligur, men okkurt parið hevur fingið nakað av upsa. Skipini fáa lítið av hvítum fiski. Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í Eystur­grønlandi og frystir veiðina umborð. Tríggir fiska svartkalva undir Føroyum, og væntandi landa tveir í dag og tann triði seinni í vikuni. Haraftrat fiskar ein djúpvatnstrolari stinglaks og annan djúpvatnsfisk. Um teir smáu trolbát­ arnar vita tey á Fiska­ markn­aði Føroya at siga, at ein er vesturi á Íslandsrygginum, og ein fiskar tosk á landleiðini. Á landleiðini fær trolbát­ urin eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu og so nakað av havtasku og hýsu. – Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Fiskiskapurin er smáligur. Bæði hesi skipini koma inn at landa síðst í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. vilmund@sosialurin.fo Fótbóltsvøllurin í Hólmanum á Eiði er undir landi, og nú fær kommunan eisini mentanarhús Myndir: Vilmund Jacobsen Í morgin er ætlanin at stovna pensjónistafelag í Nes kommunu