Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓLKATINGSVAL 2015 Valgreinar Magni Arge Tað er mær ein gáta, at samríkjamenn ikki síggja poten- tial­ið í tí ríkidømi, sum býr í okkara fólki, og tí tilfeingi, sum hoyrir okkara landi til. Og tað er púra óskiljandi, at menn og kvinnur ikki vilja taka fult ræði á tí ríkidømi, sum hoyrir okk­um til. Tað kann tryggja bæði okk­um og komandi ættarliðum eina góða og virðiliga vælferð, um vit brúka vit og skil og stýra hegnis­ liga. Samríkjamenn standa nærum hvønn dag og messa á torgum og strætum, at í Føroyum er so illa statt, at okkum tørvar hjálp at halda hús. Teir hava ikki álit á, at før­oyskt hegni, føroysk høvd og føroysk hjørtu megna at skipa fyri egnum viðurskiftum og byggja upp ein burðardyggan búskap. Hetta gera teir, hóast ríka før­ oyska havøkið er tvær og ein hálva ferð so stórt sum danska bú­ skaparøkið og er grundarlag undir eini veiði upp á hálva millión tons av fiski árliga, og hóast firðirnir rúma so nógvum laksi, at vit taka 75.000 tons árliga, ið verða seld fyri góðan prís. Teir biðja eisini um meira blokk, hóast bruttotjóðarúrtøkan er tví­ faldað síðan 1998 úr 7,5 milli­ardum upp í 15 milliardir og er hægri í Før­ oyum fyri hvønn íbúgva enn í Dan­ mark, og hóast innløgan á fíggjar­ lógini er vaksin 1,2 mia kr., síðan blokkurin lækkaði 366 mió. kr. Eg haldi ikki, at frælsið at skipa okkum sum tjóð skal gerast upp í pengum, men tá nú sambands­ kreftirnar so gleðiliga vilja selja og pantseta sítt frælsi og sítt sjálvræði til eina aðra tjóð, so skilji eg als ikki, at tær selja seg so bíliga. Bara Bakkafrost er vert um 9 milliardir krónur. Hetta er heilar 15 ferðir meiri enn blokkstuðulin á 630 mió. kr. Ongin ivi er um, at sam­bandsmenn kundu samrátt seg til eina nógv betri avtalu, um teir dugdu at meta um virð­ið í føroyingum og Føroyum og vóru góðir businessmenn, sum ein lands­ stýrismaður hjá sam­band­inum tók til. Men danska statsvaldið hevur dugað at telva sítt talv rætt. Dansk­arar hava tryggjað sær eina virðismikla geopoltiska tyngd í altjóða samfelagnum aftur fyri eina promillu á fíggjarlógini. So lítið fyllir danska ríkisveitingin til Føroya á teirra fíggjarlóg. Og í Føroyum rópa summi hurrá fyri hesi náðigávu, sum høvdu tey vunnið i happadráttinum. Tíverri hevur stórur partur av restini gjørt av at sita heima í í sofuni valdagin og góðtaka, at fólkatingið fíggjar tokutaluna hjá Edmundi, sum sáar mistreysti millum fólk. Gott í tykkum – fáið øll upp úr sofuni og tryggið Føroyum eitt umboð, sum hevur álit á, at før­ oyskt hegni, føroysk høvd og før­ oysk hjørtu megna at skipa eitt sjálvstøðugt og sjálvbjargið sam­ felag í Føroyum. Álit á føroyskt hegni Jenis av Rana Formaður Miðfloksins Á seinasta fólka­ tings­vali atkvøddu 873 føroyingar fyri M i ð ­f l o k k i n u m . Hetta var tíverri væl minni enn við næst­sein­asta fólka­ tingsval og svaraði til 4,2 %. Tvær veljarakanningar eru gjørd­ar síðani tá og tær vísa tað gleði­liga, at fleiri og fleiri leggj­ast afturat og ætla sær at velja Mið­ flokkin. Fyrra kanningin, gjørd fyri góðari viku síðani, gav Mið­ flokk­inum 4.9 %. Seinna, ið varð al­ mannakunngjørd fríggjadagin, gav flokkinum 5,7 %. Ímynda vit okkum, at hendan framgongdin heldur á, og hví ikki, verður valkvøldið eitt spennandi kvøld fyri Miðfloksfólk- og tað hava tey sanniliga uppiborið! Áheitan mín á Miðfloksfólk er tí, at vit øll brúka teir næstu dagarnar til at bjóða, biða, heita á og eggja fólki til at velja Miðflokkin. Og at vit kontakta og bjóða fólki við á val. Við bestu Miðfloksheilsan, p.s.: Seinasta veljarakanningin vís­ ir, at ein stórur partur av veljara­ skaranum, eisini Miðfloksfólki, ikki ætla sær á val hósdagin. Eg fari at biðja teg um at umhugsa hesa støðu tína- vit hava brúk fyri tínari atkvøðu. Frá 4,2 yvir 4,9 og 5,7 til? Poul Michelsen formaður í Framsókn Ein týðandi part­ur av okkara fram­tíð verður evn­að­ur til uttan fyri land­odd­ arnar ella í sam­ starvi og sam­skifti okkara við um­heim­ in. Framsókn leggur tí stóran dent á, at vit føroyingar skulu umboða okkum sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur. Vit skulu hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okk­ara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkum sum eitt virkið, dugnaligt og ábyrgdarfult fólk. Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið við Danmark utt­ an­ríkispolitisk mál. Vit hava heilt einfalt ikki samanfallandi tjóð­ skaparlig ella búskaparlig áhuga­ mál. Vit ásanna, at ríkis­felags­ skap­urin ikki er eitt tíðarhóskandi grund­arlag at byggja nakað fram­ tíðar samstarv við danir á. Tí er ein uppgerð avgerandi neyðug. Tá hon er framd, er ríkisfelagsskapurin, sum er grundaður á ójavna, ikki til longur. Føroyar og Danmark fara eisini at samstarva í framtíðini. Men uttan mun til, hvønn vit fara at samstarva við, og hvussu hesi samstørv verða, so fara vit at fremja tey sum ein sjálvstøðug tjóð við fullari ábyrgd fyri okkum sjálvum og mótvegis teimum, sum vit samstarva við. Broyttan hugburð á Fólkatingi Vit góðtaka ikki arbeiðis- og av­ rikshugburðin hjá teimum, sum higartil hava sitið á Fólkatingi. Vit halda, at tað er beinleiðis snópisligt, tá føroyskir politiskir flokkar og ávísar føroyskar verkætlanir verða fíggjað av donsku fíggjarlógini. Fyrsta politiska gerðin hjá teim­ um, sum hava umboðað Føroya fólk, hevur verið at binda seg til at styðja ein reyðan ella bláan blokk. Tey seinnu árini hava vit eisini sæð, at føroysk og grønlendsk umboð hava kastað saman í eina felags søk. Okkara Fólkatingsumboðan snýr seg ikki um at velja millum ein bláan ella ein reyðan blokk ella at leggja okkum út í, hvussu grøn­lendingar fata ríkis­felags­ skapin.  Fyri Framsókn er tað av­ger­andi, at vit burturav hava fokus á, hvussu vit tryggja, at okk­ara virkisgrundarlag í alheim­ in­um ikki verður avmarkað av ríkisfelagsskapinum. Vit skulu miðvíst gera vart við og bróta niður allar forðingar púra óheft av, hvat danska stjórnin ella danskir og grønlendskir politikkarar halda og gera. Vit viðurkenna, at Fólkatingið er eitt parlamentarisk ting, og vit fara tí at arbeiða eftir teimum parla­mentarisku reglum, sum har eru galdandi – vitandi um, at Fólkatingið regluliga viðger viður­ skifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar, og tekur avgerðir um tey. Vit fara tí at brúka okkara ávirkan og atkvøðurætt, soleiðis at vit fáa sum allarmest burtur úr. Nei til ES-limaskap gjøgnum bakdyrnar Øll vita, at danir støðugt lata størri og størri part av sínum ræðis­ rætti til ES. Avleiðingin er, at Europasamveldið sum frálíður fer at gera av, hvat Danmark sleppur og ikki sleppur í ríkisrættarliga høp­inum. Hetta hava vit longu sæð í makrelmálinum, og vit vita, at hetta bara er byrjanin. Ríkis­ fe­lagsskapurin er í stríði við seg sjálvan. Tí mugu vit føroyingar vakna og ásanna, at veruleikin hevur yvirhálað almennu fatanina av, hvat sonevndi felagsskapurin megnar og ber í sær! Føroyingar vilja hava samhandil við ES, men ikki ES-limaskap. Hetta vita okkara núverandi fólka­tings­ umboð væl. Men ístaðin fyri virða hesa støðuna síggja vit tey dag og dagliga í greinum og bóklingum (sum eru fíggjað av Fólkatinginum) bera fram propagandu fyri, at Før­ oyar skulu gerast partur av Sam­ veldinum. Hetta vilja vit í Framsókn ikki, og vit fara at gera alt tað, sum stendur í okkara makt fyri, at hetta ikki hendir. Hetta gera vit, tí at vit eru sannførd um, at føroyskur limaskapur í ES sum partur av Danmark fer at forkoma okkum sum eitt virkið, sjálvshugsandi og egið fólk. Tað er ikki nóg mikið, at vit bara metta okkum búkin. Tað er føroyska sálin, sum eigur alt lív og allan vøkstur í Føroyum. Meira av tí sama? Vit halda, at tíðin er komin til broyta føroysku siðvenjuna í politiska arbeiðinum á Fólkatingi. Vit fara at tveita undirbrotligheitina burtur og í staðin geva stoltleikanum og sjálvsvirðingini rúmd. Í teirri sannføring, at Framsókn kann gera neyðuga munin, biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki til at sleppa at umboða tað á Fólkatingi. Ríkisfelagsskapurin er í stríði við seg sjálvan