Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 FÓLKATINGSVAL 2015 Valgreinar Gunvør Balle Jyllands Posten hev­ur í nøkr­um grein­um varp­að ljós á aft­ur­vend­ andi trupul­leik­an, at norð­ur­at­lant­isku man­dat­ini kunnu verða av­ger­andi fyri hvørt Dan­ mark fær eina høgra ella vinstra stjórn kom­andi fýra árini. Tey spyrja: »Hvor­for har grøn­landske og færøske medlemmer af Folke­ tinget ind­flydelse i Dan­mark, når det om­vendte ikke gælder?« Hesin spurningur vísir greitt, at sjálvt ikki danskir blaðmenn vita, hvussu stóra ávirkan danskur politikkur hevur á føroysk viður­ skifti. Tey vita so ikki, at allur utt­ an­ríkispolitikkur, verjumál, út­lend­ ingamál, løgregla og per­sóns­mál verða avgreidd av 179 fólka­tings­ limum, harav bert fýra eru norður­ atlantisk. Hetta eru tey ítøkiligu málini, har danskur politikkur beinleiðis tekur avgerðir vegna Føroyar. So eru øll tey mongu dømini gjøgnum søguna um meir snilda danska uppíblanding, serliga hvørja ferð føroyskur politikkur hevur tikið nøkur tøk á sjálvstýrisleið. Mest brúkta og tíverri mest effektiva vápnið hevur verið, at lova og geva fleiri pengar til hetta og hitt fyri at halda fast í yvirvaldinum og halda føroyingar verandi undir skjúrtuvelinum. Um danir eru ónøgdir við at før­oysku fólkatingsumboðini enn eina­ferð kunnu koma at av­gera kom­andi donsku stjórn­ina, krevur tað at danir rann­saka seg sjálvar. Hví skal Danmark halda fram sum heim­sins skjótt sein­asta hjá­ landa­veldi? Allarflestu kolonilond hava síðani 2. Heimsbardaga ann­að­hvørt tikið seg heilt úr sín­ um hjálondum ella í stóran mun nú­tímansgjørt viðurskiftini við meir jøvnum samstørvum. Dan­ mark hinvegin, tvíheldur um eina av­oldaða skipan við síni »sjálv­ stýr­andi økir«, – ein skipan, ið er serstak­liga ódemokratisk fyri øll trý lond og harvið manglar trúvirði og burðardygd Hví tvíheldur Danmark um at vera hjálandaveldi? Bárður S. Nielsen Løgtingsmaður og valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið Búskaparliga gong­ ur væl í føroyska bú­skap­inum í løt­ uni, men stórar av­ bjóð­ingar eru fyri framm­an. T.d. vísir Búskaparráðið á mangl­andi fram­ tíðar hald­førið og stað­festir, at vit skulu gera til­lag­ingar í almenna rakstrinum fyri 750 mió. kr. Hetta er ein sera stór avbjóðing, ið Sambandsflokkurin tekur í størsta álvara, tí málið má og skal vera at styrkja heilsuverkið og sosialu skipanirnar – og samstundis tryggja haldførið. Vælferðin má ikki versna, tvørturímóti. Okkara boðskapur og mál til fólkatingsvalið er: felags støði í felags málum. Felags málini í Ríkisfelagsskap­ inum eru heilsuverk, fólkapensjónir og serforsorg, og skipanin er, at Føroyar og Danmark fíggja hesi økir í felag. Sambandsflokkurin vil tryggja, at tænasturnar eru á sama støði í Føroyum og Danmark, og er hetta ein partur av umfordeilingini av væl­ferðini í ríkinum. Tað er ikki rími­ligt, at t.d. Føroyska heilsu­verk­ ið er siglt afturúr, meðan danska stjórnin vil gera milliarda­íløgur í danska heilsu­verkið. Í felags­ skapinum má støði vera á leið hitt sama. Altjóða ratingstovnurin Moody’s staðfestir í siní kredittmeting av føroyska búskapinum, at Ríkis­ felags­skapurin gevur okkum hægri altjóða rating. Tí er rentan lægri, fíggingin bíligari og kostnaðarstøði lægri, enn tað annars hevði verið. Fyri at tryggja hald­føri í bú­ skap­inum, vil Sambandsflokk­urin framhaldandi arbeiða fyri ein­ um sterkum og betraðum Ríkis­ felagsskapi. Vel eitt sterkt umboð á Fólka­ ting. Størstu avbjóðingina loysa vit í felag Við stóru búskaparligu og fíggjarligu avbjóðingunum, ið liggja fyri framman, er náttúrligt og rætt, at føroyingar sum ríkisborgarar krevja sín rætt og bjálva føroysku vælferðina til framtíðina Sosialurin Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 380,- um ársfjórðingin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: teldupost: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64