Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 137 - 21. juli 2004 Nr. 137 - 21. juli 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. 21. juli 1984 gjørdi Ove Joensen í Nólsoy sína fyrstu roynd at sigla til Danmarkar við báti sínum Dianu Wictoriu. Triðja royndin eydnaðist, tá hann 11. august 1986 kom til Longulinju í Keypmannahavn Tað var sum á Ólavsøku á Kongabrúnni tann dagin, tá Ove legði frá landi á Bursatanga. Stúgvandi fult av fólki, sum søgdu honum farvæl. Hendan túrin kom hann bert til Hetlands. Árið eftir gjørdi hann enn eina roynd, tá hann fór av Bursatanga 25. juli 1985. Tá kom hann eisini bert til Hetlands. Triðju ferð eydnaðist. 1. juli 1986 fór hann avstað úr Nólsoy, og 11. august kysti hann havfrúnna á Longu- linju í Keypmannahavn: Ein stórsligin móttøka var gjørd fyri honum, har yvir- borgarstjórin í Keypmanna- havn, Egon Weidekamp, og bygdaráðsformaðurin í Nólsoy, Napoleon Hansen, hildu røðu. Ove gjørdist bert 38 ára gamal. Hósdagin 26. no- vember 1987 funnu frosk- menn líkið av honum á Skálafjørðinum, eftir at hann hevði verið saknaður í tvey samdøgur. Hann var farin við Dianu Wictoriu úr Runavík týskvøldið 24. november. Jarðarferðin var í Nólsoy sunnudagin 29. november. Kelda: Bókin: Ove (sum kom út í 1989) 20 ár síðan fyrstu ferðina hjá Dianu Wictoriu TÍÐINDASKRIV Føroya Ellisakfør Hósdagin skipa Føroya Ellisakfør fyri útferð við ellisakførum til Kirkjubøar. Ellisakførini møta í høl- um felagsins yviri við Strond 22 hósdagin klokk- an 17.30, og so verður koyrt í raðkoyring við gomlu bilunum og motor- súkklunum til Kirkjubøar. Í Kirkjubø verður vitjað í Stokkastovuni, í Múrinum og í Kirkjuni. Síðani verður nátturði við føroyskum viðskera í Stokkastovuni. Umleið klokkan 20.30 verður koyrt aftur til Havn- ar. Kostnaður er 100 krónur fyri vaksin. Børn hava ó- keypis atgongd. Føroya Ellisakfør útferð Í dag, 21. juli - verður ein av okkara bestu vin- konum - Mamy Dahl Sørensen á Viðareiði 40 ár. Hon er dóttir Gudrid f. Olsen úr Árnafirði og Jóhan Dahl Sørensen av Viðareiði. Pápi hennara doyði, tá hon bert var 17 ára gomul. Mamy er triðja av fýra systkjum; Gunvør býr í Havn, Jan í Norðdepli og Sørin Birgir í Klaksvík. Mamy sjálv býr á Viðar- eiði. Sum ung starvaðist hon sum gongsgenta á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Síðani fór hon til Havnar at nema sær útbúgving; fyrst sum tekniskur assi- stentur og síðani sum landmátarateknikari. Í árun- um 1987-1995 starvaðist hon á Matrikulstovuni. Men í 1996 legði Mamy á annan bógv og vildi royna nakað heilt annað. Kreativ, sum hon er, var tí heilt náttúrligt hjá henni at fara á handarbeiðsskúla í Klaksvík. Hetta skeið var hon glað fyri og hevur havt nyttu av tí síðani. Hon hevur sera góð evni og áhuga at fáast við menniskju. Tað gjørdi, at Mamy søkti og fekk vikarstarv við skúlarnar á Húsum og í Syðradali. Í Kallsoynni dámdi henni so væl, at hon varð verandi har í tvey ár. Hon tosar javnan um ta góðu tíðina har og hon vitjar javnan aftur. Í 1998 fór Mamy til Keypmannahavnar at nema sær aðra útbúgving, sum hevði við menniskju at gera, og í 2001 fekk hon prógv sum heilsurøktari. Síðani hon kom heimaftur, hevur hon starvast á Norðoya Røktarheimi og sambýlinum á Heygnum. Í tvey ár hevur hon verið formaður í Heilsurøktara- felagnum. Og 1. februar fór hon í nýtt starv sum leiðari á Dagtilhaldinum í Klaksvík. Mamy hevur altíð havt stóran áhuga í sam- felagsviðurskiftum, og tað hevur hon ikki frá fremmandum. Farbróðir hennara var Villi Søresen, sáli, sum eitt skifti sat sum landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin. Longu í 1988 stillaði hon upp fyrstu ferð, og eydnaðist tað henni at fáa næstflestar atkvøður. Øll árini síðani tá hevur hon verið varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin í Norðoyggjum. Í novembur í 1989 tók hon fyri fystu ferð sæti á tingi, og varð sostatt fyrsta kvinna, ið kom inn á ting fyri Norður- oyggjar. Fleiri skifti hevur hon verið formaður fyri Norðoya Javnaðarfelag. Kommunalpolitikki hevur hon eisini luttikið í, og sat hon í bygdarráðnum á Viðareiði frá 1993- 1996. Kirkjan stendur eisini Mamy sera nær. Hon er vaksin upp við, at mamma hennara - sum hevur fingið heiðursmerki frá Hennara Hátign, Drotning Margrethu, fyri trúgva tænastu - hevur verið urgu- spælari í kirkjuni. Í mong ár var hon klokkari í Viðareiðis kirkju, og í dag er hon formaður fyri kirkjuráðnum har. Vit í húsinum ynskja tær hjartaliga tillukku, blíðan byrð og Guðs ríku signing framyvir. Vit gleða okkum til ein sera, sera góðan føðingardag. Mamma tín og tú skulu hava stóra tøkk fyri eitt ríkt og gott vinarlag gjøgnum mong ár. Somuleiðis systkin tíni og tykkara kæru. Tykkara vinarlag er okkum sera dýrabært. Vónandi fært tú nógvar vitjanir, tí ongin ivi er um, at tit liva eftir tí, at har hjartarúm er, har er eisini húsarúm. Øll kenna seg væl í selskapi við tykkum Føðingardagurin verður hildin fríggjakvøldið, 23. juli, har opið hús verður. Vinir Mamy Dahl Sørensen 40 ár Ove Joensen (1948-1987) úr Nólsoy gjørdi eitt roysnisverk við at rógva úr Nólsoy til Longulinju í Keypmannahavn í 1986 Mynd: Ragnhild Joensen Fram- sýning TÍÐINDASKRIV Keramikkframsýnin gin Vanvart í Gallarí Ribarhús í Fugla- firði, fer nú at lata aftur. Seinasti møgu- leiki at síggja fram- sýningina er í dag, mikudagin 21. juli. Opið er til kl.17.30. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Eina stóra tøkk senda vit øllum tykkum, ið sýndu samkensku tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jonhild Isaksen doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar og fyri gávur til Elim. Somuleiðis takka vit tykkum hjartaliga, sum hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Fyri tey avvarðandi Jastrid, Christian og Súsanna Dagurin Evenus. Grikska navnið Evenus er ikki at finna í halgimanna- tali, men er onkurs- vegna komið upp í álmanakkarnar frá 1727. Minningarorð um Marner Dan Petersen 4. mars 1954 - 19. okt. 2003 Kære Marner. Dette er skrevet på dansk, da mit færøske skrift- sprog er blevet lidt rustent. Lige nu sidder du et bedre sted og kigger ned på os. Du tænker nok: "Hvad er det her for et postyr I laver omkring min person. Slap dog af". Ja, der er et postyr, og nej; vi kan ikke slappe af. Vi har mistet et dejligt menneske, et kærligt og varmt menneske, der betød meget for os alle. Du elskede dine børn og hele din familie, ville alle det bedste, og hjalp alle, hvor du kunne komme til det. Fagligt var du meget dygtig. Du kunne lidt af hvert, og som maskinmester kunne du holde liv i selv den mest umulige motor. Sidst i september var du her i Randers og besøge mig. Vi havde 4 gode dage sammen, som altid vil være det dejligste minde om dig. Vi småfilo- soferede om alt mellem himmel og jord. Rum- rejser, rejse i tiden, mærkelige hændelser, fortalte historier om ulykker…..og diskuterede livet efter døden. At tænke sig, at du så kort tid efter har fundet ud af, hvordan det er, strejfede ikke ens tanker. Når vi engang ses, vil vi nok sidde og små- filosofere om livet før døden. Du vil altid leve videre, i vore hjerter, gennem dine 2 dejlige børn og de gerninger, du har gjort. Tak for alt og hvil I fred. Din bror Magnus. Til alle jer der støttede os før, under og efter begravelsen. Tusind tak. Det varmede vores hjerter. Tusind, tusind tak alle sammen. Móttøka – 60 ára føðingardagur Í sambandi við, at Poul Michelsen tann 22. juli verður 60 ár, bjóða vit samstarvsfelagum, vinum og kenningum til móttøku í virkisbygningi okkara á Hoyvíksvegi 74, Tórshavn. Móttøkan verður fríggjadagin 23. juli millum kl. 16 og 19. P/f Poul Michelsen TÍðINDASKRIV Í hesum døgum eru 150 ár síðani fyrsti maður fekk ættarnavnið Arge Eftirkomarar frá Mariu og Niels L. Arge á Argjum stevna leygardagin saman til ættarstevnu í Havn. Eini 400 fólk hava teknað seg til stevnuna, sum verður hild- in við ymsum tiltøkum all- an seinnapartin og endar við veitsludøgurða á Hotel Føroyum kl. 19.00. Stevnan byrjar klokkan 12, tá fólk hittast við støðna á Argjum, har sethúsini, sum Niels L. Arge bygdi í 1853, í dag eru undirhús hjá argjamonnum. Hetta eru elstu varðveittu hús á Argjum, og høvi verður at vitja inni í teimum. Um somu leið verður høvi at leggja blómur við minnis- varðan yvir Andrass Mort- ansson úr Hvalba, sum bygdi Argir í 1829. Niels L. Arge var fjórði sonur Andrassar Mortans- son. Saman við brøðrunum Mortani, Dánjali, Jákup Zachariasi og systrunum Onnu og Billu var hann við, tá ið Andrass og konan Elspa Dánjalsdóttir fluttu av Kjalnesi suður á Argir, sum Andrass hevði keypt á uppboði í Saksun árið fyri. Kona Niels L. Arge, Maria Jákupsdóttir, var úr Klokkarastovu í Havn. Har høvdu synir teirra, eisini nevndir argjabrøðurnir, al- tíð tilhald,tá teir vóru heimi í Havn. Teir vóru seks í tali, og vóru sum teir fyrstu doyptir við ættarnavninum Arge, sum í hesum døgum hevur 150 ár á baki. Tað eru eftirkomarar hjá Jákup Andriasi Arge, Petur Arge, Eliesar Arge, Óla Arge, Sofus Arge og Sig- mund Arge, sum halda stevnuna. Á skránni leygardagin er eisini guðstænasta í Havnar Kirkju. Hon verður klokk- an 13.00, og Sonja Klein prestur fer at prædika. Viðr- ar verður klokkan 14.00 farið ein gongutúr framvið teimum snotiligu grótbygn- ingunum, sum argjabrøður- nir stílaðu fyri ella vóru við til at byggja báðumegin 1900. Klokkan 15.00 hittast stevnuluttakararnir til sam- komu í útvarpshøllini, har myndir úr ættini verða sýndar fram og greitt verð- ur frá Argja søgu og ymsum áhugaverdum úr ættini, sum hevur verið nógv merkt av handaverki, grovum sum fínum. Mill- um teirra, sum siga frá, verða J. P. Gregoriussen, Jógvan Arge, Jeanett Jo- hannesen, Marius Rein, Erling Isholm o.fl. Fyrireikararnir siga, at er nakar, sum hevur forsømt at tekna seg, ræður um at siga frá sum allarskjótast. Stór ættarstevna í Havn leygardagin C M Y K 13 12