mikudagur 21. juli 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Ólavsøkan 2004
Ólavsøkan 2004
13
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Trillur og knappanálir í hópatali eru at
síggja, tá ein trínur inn í Skraddara-
tænastuna í hjartanum í miðbýnum í
Havn. Fram við vegginum hanga
klæðir. Klædningsjakkar, leðurjakkar,
buksur og annað hanga eftir einum
stativi. Alt er merkt við lítlum seðlum.
Árni Gærdbo hevur starvast sum
skraddari í næstan 50 ár. Upprunaliga
er hann úr Vági, men í samfull 27 ár
hevur hann búð í Íslandi, har hann
lærdi til skraddara. Ein farri av suður-
oyarmáli og íslendskum er at hóma
aftur í hansara tosingarlagi.
Sjálvt um Árni ikki longur seymar
nýggj klæðir, so hevur hann úr at gera
dagliga.
– Fyri ein eldri mann er hetta ikki so
galið. Eg seymi bara smáting nú.
Leggi buksur upp og skifti snarlás og
so framvegis, sigur Árni Gærdbo, sum
leggur afturat, at hetta er tað, honum
dámar best.
Hazy-virkið
Inni í skraddarastovuni standa fýra
maskinur. Tvær vanligar seymi-
maskinur, sum í skraddaraheiminum
verða kallaðar fyri industry maskinur.
Umframt tær báðar er ein maskina,
ið verður brúkt til at leggja upp við og
ein over-look maskina.
– Mær dámar mítt arbeiði ógvuliga
væl. Men eg taki tað púra róligt nú. Ein
kann væl siga, at hetta er mítt ítriv,
greiðir Árni frá.
Hann hevur ígjøgnum ár og dag
seymað fyri nógv fólk.
Beint við seymimaskinurnar hongur
ein stór plakat. Hon er av trimum
gentum, sum standa úti í føroysku
náttúruni. »Hazy« stendur niðast á
plakatini.
Seinast í sjeytiárunum stovnaði
Árni Gærdbo nevniliga sítt egna virki á
Velbastaðvegnum. Virkið legði seg
mest eftir at seyma cowboybuksur, og
tá hevði skraddarin 25 fólk í starvi.
Umframt tað, so hevði hann fleiri
handlar runt um í Føroyum.
– Tað vísti seg tó, at tað bar seg ikki
at hava eitt slíkt virki í Føroyum. So vit
góvust eftir eini fimm ár, sigur Árni.
Góðir kundar
Tá Árni fór í læru, vóru tað bara menn,
ið lærdu til skraddara.
– Tá var tað óvanligt, at konufólk
lærdu til skraddara. Men í dag eru tað
bara konufólk, ið fara í læru.
Hann veit ikki um nakran annan
mann í dag, sum er útbúgvin skradd-
ari á sama hátt, sum hann sjálvur. Fyri
at gerast ein góður skraddari krevst
tað sambært Árna eitt gott handalag
og stórur neyvleiki, tí tað er so nógv
smáputl.
Síðani hann varð útlærdur seinast í
fimtiárunum, hevur hann arbeitt
sjálvstøðugt. Bæði í Reykjavík og í
Havn. Seinastu sjey árini hevur hann
hildið til í Sverrisgøtu, men áðrenn tað
var hann á Kirkjuvegi úti á Reyni.
– Í mínum starvi hittir tú nógv fólk
hvønn dag. Og nú, tá eg ikki leiki so
nógv í, so hevur tú altíð tíð til at taka
tær eitt prát.
Árni sigur, at hann hevur fleiri fastar
kundar, ið venda aftur ferð eftir ferð.
– Tað er ógvuliga stuttligt at síggja.
Eg havi nógvar góðar kundar.
Heldur fram
Skraddarin fortelur, at fyri at gerast
góður innan hetta yrkið, so krevst eitt
gott handalag og stórur neyvleiki, tí
tað er
– Aðrir menn byrja at rógva út, tá
teir verða eldri. Men hetta er tað, eg
havi valt at gera. Og eg ætli mær at
halda fram, so leingi eg havi heilsuna
til tess, fortelur Árni. Hann leggur
afturat, at enn er ikki farið at bila við
eygunum.
So hvønn morgun um átta-hálvgum
níggju tíðina leggur hann leiðina om-
an í Skraddaratænastuna. Á middegi
heldur hann ein døgurðasteðg, og frá
klokkan 13 heldur hann so áfram til
klokkan 17.
Skraddari í hálva øld
Árni Gærdbo hevur starvast sum skraddari í næstan 50 ár. Í dag hevur hann
Skraddaratænastuna í Sverrisgøtu, og ætlanin er at halda fram, so leingi
heilsan er til tess
Árni Gærdbo hevur starvast sum skraddari í næstan 50 ár. Hann ætlar sær at halda áfram, so leingi sum hann
hevur heilsuna til tess
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
13
12